Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-10, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. oktober 2007síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 196 - 10. oktober 2007 39 tíðindi Tíðarætlanin heldur Menninir hjá Kristiani Jacobsen vóru í gjár í ferð við at stoypa kjallarahæddina í tilbygninginum sum seinni skal knýtast í tann gamla skúlan. - Nú gera vit klárt at leggja dekk-elementini í og síðani verður endin stoyptur. Restin verður timbur, sigur Kristian. Talan er um eitt rættiliga umfatandi arbeiði, sum gerast skal við skúlan á Fossánesi. Fyrst skal hesin tilbygningurin gerast liðugur, áðrenn næmingarnir flyta inn higar. Eftir tað fara teir inn í gamla skúlan at arbeiða, eins og allur skúlin skal mál- ast. - Arbeiðið verður skipað soleiðis, at hetta skal nerva skúlagongdina sum minst. Hon kemur ongatíð at steðga sum so. - Tíðarætlanin heldur í løtuni, og tí skuldi einki verið til hindurs fyri at arbeiðið verður liðugt næsta summar aftur, sigur Kristian. Umframt hetta stóra arbeiðið eru teir í løtuni í ferð við eini sethús í Havn, og fara væntandi undir eini onnur í næstum. Fyri Júst Poulsen og bygdaráðið er tað av stórum týdningi, at fólkið skal trívast í kommununi. Helst skuldi Hvannasunds komm- una eisini verðið ein góð kommuna at búleikast í, bæði hjá børnum, ungum og vaksnum. - Jú, tað er ein skilagóð íløga at byggja skúlan út. Vit mugu hava ein góðan skúla og haraftrat skapa góðar umstøður til barnafamiljurnar, sigur borgarstjórin. Sambært honum er hetta bert fyrsta stigið á leiðini. Ætlanin er at gera eina aðra stóra íløgu í framtíðini. - Tað næsta verður helst ein barnagarður, - uttan at eg tó tori at lova tað her og nú, sigur hann. Stór krøv til skúlan Fólkatalið í kommununi hevur verið rættiliga støðugt tey seinnu árini. Í løtuni liggur tað beint undir 450 í teimum fimm bygdunum í kommununi. Smá útsving hava verið í fólkatalinum í kommununi, sum fevnir um Hvannasund, Norðdepil, Depil, Norðtoftir - og Múli, hóast neyvan kann roknast við nógvum skúlabørnum haðani. Hinvegin er líkt til at fólkatalið – og harvið eisini barnatalið – í Hvannasundi og Norðdepli kann fara at vaksa aftur: Á sama vegi, sum skúlin liggur, er kommunan nevniliga í ferð við at stykkja út fyri fleiri grundøkjum. Eini sethús eru eisini í gerð í løtuni. Talið av skúlabørnum á Fossánesi hevur verið skiftandi. Eitt skifti vóru tey um 80 í tali, meðan talið í dag liggur um tey 50 á sama staði. - Tað verða sett stór krøv til skúlan í dag. Og tað vísir seg, at hóast tað bert eru 50 næmingar í skúlanum nú, er hann nærum ov lítil. - Tá henda útbyggingin verður liðug, skuldu vit verið rættiliga væl fyri, sig- ur borgarstjórin. Íløga í framtíðina Hvannasunds kommuna er ein av teimum kommunun- um í landinum, sum er væl fyri fíggjarliga. Kortini er tað ein kostn- aðarmikil umgangur at skula útbyggja ein skúla soleiðis. - Vit hava roknað við, at arbeiðið fer at kosta út ímóti 7 mió krónur. - Hóast hetta eru nógvir pengar, so meta vit at hetta er ein skilagóð íløga í fram- tíðina, sigur borgarstjórin. ar skúlan ” Vit mugu hava ein góðan skúla og skapa góðar umstøður til barnafamiljurnar (Júst Poulsen, borgarstjóri) Næmingarnir mugu geva tol eina tíð enn, áðrenn tey sleppa í nýggja skúlabygningin Mynd: Høgni Thomsen Menninir hjá Kristiani hava úr at gera. Umframt útbyggingina av skúlanum á Fossánesi hava teir eini sethús í gerð í Havn Mynd: Høgni Thomsen