Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. oktober 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 197 - 11. oktober 2007 Tær báðar Leona Nilssen og Eilin Jørgensen hava sett á stovn vikarskrivstovu, har fólk kunnu skrá­ seta seg og arbeiðs­ gevarar fáa skikkaða arbeiðsmegi ArbeiðsmArknAður Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Metstóri eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi hevur havt við sær, at fólk tora bet­ ur at bróta upp úr nýggjum og at leita sær aðrar leiðir á arbeiðsmarknaðinum. Hetta flytføri hevur eisini við sær, at kappingin um best skikk­ aðu starvsfólkini herðist, og noyðast tey, sum seta fólk í starv, at nýta alt meira orku og pening til at lýsa eftir fólki. Men nú er vikarskrivstova sett á stovn, við júst við tí endamáli at fáa til vega skikkað starvsfólk. ­ Vit venda okkum til arbeiðsgevarar og til fólk, sum ynskja nýtt starv, ella sum vilja vera vikarar. So okkara uppgáva er at finna skikkaðar umsøkjarar mill­ um tey, sum eru skrásett hjá okkum, sigur Leona Nils­ sen, sum saman við Eilin Jørgensen hevur sett nýggju vikarskrivstovuna á stovn. ­ Hetta letur eisini upp fyri, at fólk kunnu saman­ seta sær eitt meira flexibult arbeiðslív, har tey sjálvi gera av nær og hvar tey ar­ beiða, sigur Eilin Jørgen­ sen. Talan er um eina undir­ deild av donsku fyritøkuni Temp­Team, sum hevur deildir í 16 londum. Hetta ger, at tað eisini ber til at fáa fólk hendan vegin úr útlandinum, og at fáa føroy­ ingum starv uttanlands. Matcha fólk Ætlanin er, at umsøkjararnir koma til samrøðu hjá vikar­ skrivstovuni. ­ Soleiðis læra vit ynski teirra at kenna og hava starvsprofilin og cv’ið liggj­ andi, til onkur arbeiðsgevari leitar eftir fólki við júst teimum førleikunum og ynskjunum, sigar tær báðar. Og tær greiða frá, at til­ boðið er bæði til teirra, sum eru í starvi, men sum kundu hugsað sær at skift kós, og til teirra, sum ikki eru í vinnu. Eisini headhunta tær starvsfólk, sum eru í starvi aðrastaðni, men sum hava júst teir røttu førleikarnar til kundan. Ítøkiliga matcha tær starvsfólk og arbeiðsgevarar soleiðis, at tá fyritøkan hev­ ur greitt frá tørvinum, leita tær nakrar skikkaðar um­ søkjarar fram. Um onkur umsøkjari er áhugaverdur, kunnu tey bjóða inn til sam­ røðu. Soleiðis sleppa arbeiðsgevararnir undan øll­ um roksinum og kostnað­ inum víð at lýsa eftir fólki og at fyrihalda seg til eina rúgvu av umsóknum, sum skulu hava svar. Í nýggju vikarskrivstov­ uni, sum eitur TT, verður onki goldið, fyrrenn upp­ gávan er loyst og fyritøkan hevur fingið rætta starvs­ fólkið. Undirbjóða ikki Aðrastaðni frá kenna vit vikarskrivstovur, sum bjóða vikarar til eitt nú heilsuverk­ ið, men har lønarlagið eisini er væl hægri enn hjá teim­ um, sum eru í føstum starvi. Tær báðar siga, at tær halda seg til sáttmálarnar á ar­ beiðsmarknaðinum, og at tær kunnu ikki bjóða ar­ beiðsgevarunum arbeiðs­ megi fyri undirprís. Annars eru lønarviðurskiftini eitt mál millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara, til dømis í mun til leiðarar í privatu vinnuni. Tær báðar siga, at tær vórðu varugar við, at nógv fólk eftirlýstu eina vikar­ skrivstova. Bæði Leona og Eilin eru útbúnar skrivstovukvinnur, og eru eisini ávikavist labo­ rantur og lærari. Vikarskriv­ stovan heldur til í Niels Finsens gøta 37, í húsunum har MAP arkitektar vóru. Vikarskrivstova bjóðar arbeiðsmegi KT-serfrøðingur Tú hevur fleiri ára royndir at menna ritbúnað. Harumframt hevur tú: Hægri útbúgving í KT, tvs. embætisprógv ella ph.d. vSjálvstøðugt arbeiðslag vÁræði, hug og evni áhaldandi at tilogna tær nýggja vvitan og tøkniligar førleikar Tann, ið fær starvið, fer at: Hava tøkniligu ábyrgdina av verkætlanum vStanda fyri arbeiðinum at byggja upp KT-skipanir frá vgrundini Leggja til rættis og ganga á odda, tá nýggjar loysnir vskulu mennast KT-forritari Tú hevur útbúgving í KT (bachelor, kandidat ella líknandi) og helst eisini royndir á økinum. Ert tú um at gera útbúgving tína lidna, hoyra vit eisini fegin frá tær. Arbeiðið fevnir um at menna KT-skipanir í breiðum týdningi. Tann, ið fær starvið, verður við í nýskapandi verkætlanum og gerst partur av einum fakliga mennandi arbeiðsplássi. Tøkniligu starvsøkini eru: Atlants Tøkni er partur av NEMA, ið er størsta KT- og samskiftissamtak í Føroyum og veitir fullfíggjaðar tænastur innan KT, skrivstovuútgerð og samskifti. .NET vVisual Studio vC++ vC# vOracle vJava vJDeveloper vAtlants Tøkni · Jónas Broncksgøta 35 Postsmoga 277 · FO-110 Tórshavn Tel 347 280 · Faks 347 281 att@att.fo · www.att.fo Virksemið hjá KT-fyritøkuni Atlants Tøkni er í støðugari menning, og søkt verður nú eftir einum KT-serfrøðingi og einum KT-forritara til starvsfólkahóp okkara. KT-fólk til Atlants Tøkni R e p r o z Fyri bæði størvini er galdandi, at ein fær góða løn, ið svarar til førleikarnar. Send okkum umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi. Flytføri á arbeiðsm­arknaðinum­ hevur við sær, at kappingin um­ best skikkaðu starvsfólkini herðist. Nýggja vikarskrivstovan fær til vega skikkað starvsfólk til virki og fyritøkur.