hósdagur 11. oktober 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Nr. 197 - 11. oktober 2007
Rendi á Café Natúr
Umleið kl. 23.30 í gjárkvøldið hendi eitt ferðsluóhapp í miðbýnum í Havn. Ein bilur
rendi á Café Natúr, har sum høvuðsdyrnar hjá Café Natúr eru. Bilurin kom koyrandi
heim eftir Havnargøtu, men tá hann vendi niðan í Kopargøtu koyrdi hann upp á gongu
breytina og brast inn í trappuna niðan fyri Café Nátúr. Bilførarin bleiv við skundi førdur
á Landssjúkrahúsið, men hann hevur einki mein fingið, og bleiv útskrivaður tíðliga í
morgun. Løgreglustøðin sigur, at talan var um eitt hendiligt óhapp, einki rúsdrekka var
uppií.
Transocean Rather er
í skrivandi løtu við
at koma í føroyskan
sjógv. Sett verður á
undirgrundina ein av
fyrstu døgunum
Williambrunurin
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Í dag kemur stóri boripall
urin ”Transocean Rather” í
føroyskan sjógv. Eftir at
hava borað fyri Chevron
beint hinumegin markið í
skjótt eitt ár, er pallurin nú
á veg til Williamleiðina, har
suðuri á landgrunninum at
bora tann sætta brunnin á
Føroyaøkinum, síðani farið
varð undir at leita eftir olju
fyri skjótt sjey árum síðani.
Hjarnar Djurhuus, stjóri
hjá BP í Føroyum sigur, at
teir eru við at fáa tað sein
asta uppá pláss, nú borurin
skal setast í undirgrundina
ein av komandi døgunum.
Alt veldst um veðrið, nær
klárt er at seta á. Pallurin er
av tí slagnum, sum skal fest
ast í botn við akkerum.
Hetta arbeiði skal helst ger
ast í hampuliga góðum
veðri. Sum er er umskiftandi
veður, men líkindini tykjast
kortini góð. Møguliga verð
ur sett á í vikuskiftinum
ella fyrst í komandi viku.
Williambrunnurin er eitt
samstarv millum tvey av
heimsins størstu oljufeløg
um, BP og Shell. Haraftrat
er stóra amerikanska olju
felagið Anadarko eisini við.
Upprunaliga skuldu BP og
Shell bora tríggjar brunnar
á landgrunninum. Tá tey
høvdu borað ein brunn
mettu feløgini, at tað var
skeivt at bora hinar báðar
brunnarnar í tí sama loyvis
økinum. Ístaðin tóku tey
upp samráðingar við mynd
ugleikarnar um at bora ein
meira
kostnaðarmiklan
brunn inni á basaltinum.
Avtala var gjørd við Ana
darko at bora henda brunnin
á tess loyvi.
Hjarnar Djurhuus segði
við sjónvarpið í vikuni, at
talan verður helst um at
bora ígjøgnum einar 500
metrar av basalti ella meira.
Hetta er áhugavert, tí nógva
staðni á landgrunninum er
basaltið nógv tjúkri. Talan
verður helst eisini um at
bora ein tann djúpasta
brunnin á landgrunninum
yvirhøvur, umleið 4800
metrar. Tað kann taka upp
til fýra mánaðir at bora
William. Kostnaðurin kann
koma at toga upp ímóti 350
til 400 milliónum kr.
Boripallurin á veg í føroyskan sjógv
Williambrunnurin er
sætti brunnurin, sum
verður boraður við
Føroyar. Kort BP
tel 30 30 30 www.ft.fo www.nummar.fo info@nummar.fo www.gulu.fo info@gulu.fo
Seinasta freist at
lata broytingar inn
til telefonbókina
2008 er mikudagin
7. november 2007
Mikudagin 7. november 2007 er seinasta freist at koma við
rættingum til Hvítu Síðurnar í Telefonbókini fyri 2008 (vanliga
telefonyvirlitið). Rættingarblað til Hvítu Síðurnar er á síðu 563
í Telefonbókini 2007, og skal sendast til: Kundaskráseting,
Føroya Tele, Postboks 27, FO-110 Tórshavn ella faks 31 79 68.
Eykaupptøkur v.m.:
Umframt rættingar til navn, bústað, telefonnummar, o.s.fr. ber
eisini til at gera nakað serligt burturúr júst tínum telefon-
nummari við undirstrikingum, eykaupptøkum og/ella undir-
upptøkum. Prísurin er 62,50 kr. (íroknað mvg) fyri hvørja undir-
striking, eykaupptøku ella undirupptøku.
Búmerki:
Eisini ber til at umbiðja búmerki í Hvítu Síðum. Prísurin fyri
búmerki er kr. 2.000,00 (ikki íroknað mvg) fyri hvørja upptøku.
Fyri búmerki í litum er prísurin kr. 3.000,00 fyri hvørja upptøku.
Mikudagin 7. november 2007 er seinasta freist at boða frá av
nýggjum, um upptøka ynskist í Gulu Síðum.
Prísir:
(A) Standardlýsing ........................................ kr.
900,00
(B)
Innramming............................................. kr. 1.000,00
(E)
Grafisk lýsing fyri mm (min. 30 mm) ....... kr.
30,00
(Sí dømi á s. 565 í Telefonbókini 2007)
Litlýsingar
Umframt vanligar svart/gular lýsingar, er eisini møguleiki at lýsa
við hvítari bakgrund og við litum. Eykakostnaður fyri hvíta bak-
grund er kr. 600,00 og fyri litir við hvítari bakgrund kr. 1.400,00.
Skrásetingar-/rættingarblað til Gulu Síður er á síðu 564 í Tele-
fonbókini 2007, og skal sendast til: Føroya Tele, Postboks 27,
FO-110 Tórshavn, ella faks 32 11 66.
GG: Prísirnir á Gulu Síðum eru uttan mvg!
Í mars 2008 verður telefonbókin borin út til allar fastnetstelefonfelagar í Føroyum.
Virki, handlar og stovnar skulu boða frá av nýggjum, um lýst verður í Gulu síðum.
Boðast skal eisini frá, um verandi lýsing ynskist óbroytt.
Hvítu Síður
Gulu Síður
Telefonbókin
2008