hósdagur 11. oktober 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 197 - 11. oktober 2007
27
tíðindi
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Úrslitið talar fyri seg og tað má man góðtaka. Eg fari í
næstum at kalla nevndina til fundar, og so má man arbeiða
víðari herfrá.
Jóan Petur Olgarsson, formaður í TB
Bæði á franska og
føroyska liðnum kann
talan leygardagin
gerast um nýggjan
toppskjútta á lands
liðnum
FØROYAR-FRAKLAND
Jákup Mørk
Fyrrapartin í dag hittust før
oysku landsliðsspælararnir
saman við venjarum og
hjálparfólkum í Havnini.
Setningurin er ikki hissini
stórur næstu vikuna. Seinna
partin
leygardagin
skal
landsliðið spæla á Tórsvølli
ímóti fronsku varðaheims
meistarunum, og mikudag
in í næstu viku skulu teir
spæla
á
útivølli
ímóti
Ukreina, sum eisini telist
ímillum størstu fótbóltstjóð
irnar í Europa.
Føroyska
liðið
vandi
klokkan 10.30 í morgun, og
venjingar eru á skránni
seinnapartin í dag klokkan
17 og fyrrapartin í morgin
klokkan 11. Henda seinasta
venjingin verður á Tórsvølli,
og hinar vera á graslíkinum
í Gundadali.
Føroyska málmetið
Hóast hann er givin á
landsliðnum fyri fleiri árum
síðani, og hóast hann ikki
spælir fótbólt á hægsta
støði longur, so plagar
navnið á Toda Jónsson at
verða nevnt í sambandi við
landsdystirnar hjá Føroy
um.
Orsøkin er tann, at Todi
framvegis er tann spælarin,
sum hevur skorað flest mál
fyri Føroyar. Todi umboðaði
Føroyar 45 ferðir, og hann
skoraði níggju mál.
Leingi hevur tað verið
greitt, at um ein av spæl
arunum, sum nú eru á lands
liðnum, skuldi taka metið
frá Toda, so var tað Rógvi
Jacobsen. Í heyst eydnaðist
tað Rógva Jacobsen at
leggja seg upp á síðuna av
Toda, og harvið er lagt upp
til, at Rógvi Jacobsen skal
seta nýtt málmet.
Spurningurin er so, um
tað verður leygardagin, ella
um tað kanska verður miku
dagin í næstu viku. Tær
seinastu ferðirnar hevur tað
ofta eydnast Føroyum at
skjóta mál, og tað hevur
víst seg, at Rógvi Jacobsen
er málskjútti mest sum
hvørja ferð.
Franska málmetið
Í franska fótbóltsferðalagn
um, sum í morgin kemur til
Føroya, er eisini ein maður,
sum hevur møguleika at
seta nýtt málmet. Í altjóða
høpi er hesin maðurin kend
ari enn okkara møguliga
nýggi toppskjútti!
Talan er um Barcelona og
fyrrverandi Arsenal spæl
aran Thierry Henry. 30 ára
gamli skarprættarin hevur
spælt 94 ferðir á franska
landsliðnum, síðani hann
spældi fyrstu ferð fyri
tíggju árum síðani. Í hesi
tíggju árini hevur Henry
skorað 40 mál.
Franskur toppskjútti er
Michael Platini, sum nú er
formaður í europeisku fót
bóltssamgonguni.
UEFA
forsetin, sum eitt nú spældi
við italska Juventus, skor
aði 41 mál, tá ið hann
umboðaði føðilandið. Hann
var fyrstu ferð á landsliðnum
í 1976, og hann gavst við
landsliðsfótbólti og yvir
høvur at spæla á hægsta
støði í 1987. Í hesi ellivu
árini spældi hann 72 ferðir
á landsliðnum.
Hetta vil við øðrum orð
um siga, at miðal máltalið
hjá Platini í hvørjum dysti
var væl hægri, enn tað
hevur verið, tá ið Henry er
á franska landsliðnum.
Í fyrstu atløgu verður
takið hjá Henry at leggja
seg upp á síðuna av undan
manninum, og um tað leyg
ardagin
eydnast
honum
tvær ferðir at fáa bóltin í
meskarnar aftanfyri Jákup
Mikkelsen, so verður hann
nýggjur franskur metmað
ur.
Franska landsliðið venur
á Tórsvølli fríggjadagin kl.
17. Teir fara at halda
tíðindafund í FSFhúsinum
fríggjadagin kl. 16.30.
Tvey met standa fyri falli
Trívast illa
í Atlant-
shavinum
Fraklendingar
hava ikki staðið
seg serliga væl,
tá ið teir hava
spælt landsdystir
í Norðuratlants
havinum
Frakland er ikki fót
bóltsligur hvønndags
gestur í Norðurhøvum,
og tá ið teir hava vitjað
á hægru breiddarstig
unum, hevur tað ikki
altíð hilnast so væl,
sum tað kanska kundi
roknast við, tá ið talan
er um so stóra fótbólts
tjóð, og tá ið mótstøðu
liðini hava talst millum
minstu fótbóltstjóðirnar
í Europa.
Frakland hevur fýra
ferðir spælt undankapp
ingardystir í Íslandi.
Tríggjar
ferðir
hava
fraklendingar
verið
noyddir at fara til hús
bara við einum stigi.
Tá ið Frakland spældi
í Reykjavík í 1975, var
úrslitið málleysur javn
leikur. Tað var sjálvandi
stórur fagnaður millum
grannar
okkara
fyri
vestan.
Í 1986 vitjaði Frak
land aftur í Reykjavík í
u n d a n k a p p i n g a r
ørindum, og aftur ta
ferðina
var
úrslitið
málleysur javnleikur.
Stutt eftir, at Frakland
í 1998 hevði vunnið
HM, vóru fraklendingar
í Reykjavík og spældu
EM
undankappingar
dyst. Heldur ikki ta ferð
ina eydnaðist teimum
at vinna. Úrslitið var 1
1.
Í 1990 var Frakland í
Reykjavík og spældi
EM
undankappingar
dyst. Ta ferðina eydnað
ist at vinna fulla úrtøku.
Frakland vann 21.
8. september í 2004
vitjaði Frakland í Føroy
um. Úrslitið á Tórsvølli
var 20 til Frakland.
Bæði føroyski Rógvi Jacobsen og franski Thierry Henry
kunnu gerast nýggir toppskjúttar fyri teirra land eftir
dystin á Tórsvølli í morgin. Rógvi er í løtuni ájavnur
við Tosa Jónsson, meðan Henry bert er eitt mál aftan
fyri legendariska, Michel Platini