hósdagur 11. oktober 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 197 - 11. oktober 2007 ]
Rókur og Heini vunnu
Liðið hjá Heina Hanusarson og Róki Akralíð, Elite 3000
Helsingør, spældi í gjár dyst í næstbestu donsku deildini
ímóti Team Sydhavsøerne. Av eini ella aðrari orsøk var
Heini Hanusarson ikki við, meðan Rókur Akralíð fekk
nakað av tíð á vøllinum henda dagin uttan at skjóta nakað
mál. Liðið hjá Heina og Róki vann dystin 30-27, og við
sigrinum eru teir komnir upp á 6. plássið í deildini við
fimm stigum eftir fimm dystir.
Gera skjótt av
Franska landsliðið steðgar stutt í Føroyum. FSF hevur fingið
at vita, at franska ferðalagið fer at lenda í Vágum fríggjadagin
klokkan tólv. Fransmenninir koma henda vegin við
leiguflogfarið. Tá ið dysturin verður liðugur um nátturðatíð
leygarkvøldið, og stóru stjørnurnar verða lidnar undir brúsuni
og at tosa við mongu tíðindafólkini, fara teir í bussi beinleiðis
vestur á flogvøllin og til hús aftur. Franska landsliðið fer at
búgva á Hotel Føroyum, meðan teir eru í Føroyum. Har fara
teir ivaleyst at kenna seg aftur, tí teir búðu eisini har, tá ið teir
síðst spældu her.
Í gjárkvøldið 10.
oktober var nógv
fundarvirksemi í
Suðuroy. Limirnir í
fótbóltsfeløgunum
skuldu taka støðu til
samstarvsuppskot,
og eykaaðalfundur
var lýstur í øllum
feløgum. Í Hvalba og
í Vági varð uppskotið
samtykt, meðan
tvøráfólk ikki ynskja
samstarv
FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Á fundunum í gjárkvøldið
vóru greiðar ábendingar at
síggja fyri hvat tað er, ið
suðringar ynskja viðvíkjandi
samanlegging. Í Hvalba var
einmælt samtykt við 36
atkvøðum fyri (100%), og í
Vági vóru 37 atkvøður fyri
(92,5%) og 3 ímóti.
Á Tvøroyri var støðan ein
heilt onnur. Har skuldi tað
vísa seg at vera heldur trupl-
ari at finna semju um hetta
uppskot.
Stór undirtøka
Heili 128 limir høvdu leitað
sær út í TB-húsið hetta
óveðurskvøld í oktober, og
við einum rungandi sann-
førandi úrsliti søgdu limir
felagsins nei til samstarv.
Heili 66,4% ynskja ikki
samstarv, meðan hini 33,6%
ynskja tað. Samanumtikið
var luttøkan á fundinum á
Tvøroyri væl hægri enn á
hinum plássunum, hetta
helst tí at fólk ikki vóru á
einum máli um, hvat gerast
skuldi. Hvussu er og ikki,
so fall samstarvsuppskotið
á Tvøroyri.
Uppskotsgrundarlagið
Støðan við fótbóltinum í
Suðuroy hevur ikki verið av
teimum bestu í skjótt nógv
ár. TB hevur verið eitt lið,
ið hevur ferðast nógv mill-
um deildirnar. Meðan VB/
Sumba hevur megnað at
hildið sær uppi við bit og
slit nakrar ferðir. Í Hvalba
hava teir havt trupult at
manna lið í næstbestu deild-
ini, og førdi hetta eisini til,
at liðið eitt skifti mátti niður
í triðbestudeildina.
Støðan hesum viðvíkjandi
hevur byrt undir hugsanu-
num um møguliga at leggja
bestu liðini hjá feløgunum í
oynni saman í eitt oyggjalið.
Samstundis hava tey avbera
góðu úrslitini í ungdóms-
deildini seinastu árini eisini
verið ein stórur partur av
tí.
Tvørámenn vilja
ikki samstarv
Á eykaaðalfundi í TB-hús-
inum í gjárkvøldið, har mál-
ið um samanlegging var á
skránni, vóru nógv fólk
møtt upp, og fólk tóktust
spent um væntandi at-
kvøðugreiðsluna.
Eittans mál var á Skránni
á Tvøroyri hetta kvøldið, og
tað var spurningurin um
limir felagsins vildu hava
samstarv við hini liðini í
oynni.
Úrslitið má sigast at tala
fyri seg, tí tá helmingurin
av atkvøðunum vóru taldar
vóru tað greiðar ábendingar
fyri, hvat úrslit fór at
spyrjast
burturúr.
Hetta
tóktist ikki at broytast, tí tá
liðugt var samtalt, sást at av
teimum 128 limunum, ið
møttir vóru, høvdu 84 at-
kvøtt nei og bert 43 ja.
Hetta merkir, at Tvøráfólk
við dundrandi meiriluta
siga nei til samanlegging.
Lógin
Lóg felagsins sigur annars,
at um eitt mál skal koma
ígjøgnum, skal fundurin
vera viðtøkuførur, t.e. at tað
skulu í minsta lagi 18 limir
vera møttir, og meirilutin
skal vera um 66% av taldu
atkvøðunum.
- Úrslitið talar fyri seg og
tað má man góðtaka, og fari
eg í næstum at kalla
nevndina til fundar. So má
man arbeiða víðari herfrá,
sigur Formaðurin í TB, Jóan
Petur Olgarsson.
Bygnaðarbroytingar
í væntu
Ein nevndarlimur í TB, sum
helst ikki vil vera nevndur,
úttalar seg um broytingar í
bygnaðinum í TB, ið eru í
væntu. Hann leggur afturat
at úrslitini í gjárkvøld ikki
gjørdu hann so bilsnan.
- Hetta kundi man vænta,
sigur hann.
Tó vil hann viðurkenna,
at hann gjørdist eitt sindur
bilsin av at síggja so greiðan
meiriluta ímóti samstarvs-
uppskotinum á Tvøroyri.
Hann sigur víðari, at nú
skulu ermar brettast upp og
farast má til verka alt fyri
eitt fyri at finna rætta leistin
at arbeiða eftir
Áðrenn atkvøðugreiðsl-
una á Tvøroyri í gjár var
greitt, at líkamikið hvat
úrslit fór at spyrjast burtur-
úr, fóru broytingar at vera
framdar í bygnaðinum í
felagnum.
- Felagið hevur tørv á at
seta seg niður og umstruk-
turera seg, sigur sami nevnd-
arlimur.
Ikki er heilt óhugsandi at
ein líknandi leistur, og Jógv-
an Páll Lassen hevði á lofti
á fundi í Øravík herfyri,
verður nýttur.
Um so verður, at júst
umtalaði leistur verður nýtt-
ur, umfatar tað, at felagið
velur eina stjórn yvir sær.
Hendan kemur at verða
samansett av einum for-
manni, einum fíggjarstjóra
og
einum
ítróttarstjóra.
Eingin samanlegging í S
Stór mannfjøld er møtt til eykaaðalfund á Tvøroyri í gjárkvøldið, tey bíðaðu spent eftir úrslitinum av atkvøðugreiðsluni