Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-11, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. oktober 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 197 - 11. oktober 2007 ] Bæði vallarvørðurin á Tórsvølli og landsliðsvenjarin halda, at umstøðurnar at spæla fótbólt vera góður leygardagin, tí sjálvur vøllurin er í sera góðum standi FÓTBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Føroysku landsliðsspælararnir vandu fyrr í morgun á ovara vølli í Gundadali. Lagið í hópinum tykist vera rættiliga gott, og allir spælararnir hava tikið lut í venj­ingini í morgun. Onkrir smásnuddir eru sj­álvandi í hópinum, og m. a. fór ein av spælarunum at bløða í nøsini eftir ein hendiligan samanstoyt. Hetta var tó ikki nakað álvarsligt, og tí sær út til, at landsliðsvenj­arin hevur allar spælararnar tøkar til leygardagin. Annars hevur eisini nógv verið tosað um, hvussu standurin á sj­álvum vøllinum fer at vera hesa ársins tíð, og her tykist bæði vallarvørðurin og landsliðsvenj­arin at vera samdir. Jógvan Martin Olsen heldur ikki, at hann nakrantíð hevur sæð vøllin í so góðum standi, meðan vallarvørðurin, Jens Ingolf Poulsen er samdur. Tí vera umstøðurnar at spæla fótbólt á Tórsvølli leygardagin helst sera góðar.a HSV vil ikki av við liðskiparan Hollendski landsliðsleikarin og liðskiparin hj­á Hamburger SV, Rafael van der Vaart, hevur leingi havt ætlanir um at skifta til eitt størri felag. Í summar bleiv hann enn tá fotograferaður í eini Valencia-troyggj­a við vón um at felagið so vildi lata hann fara, men tað gj­ørdu teir ikki. HSV vil fegið hava van der Vaart at vera í felagnum so leingi, sum til ber. Van der Vaart hevur sáttmála til summarið 2010, men felagið ætlar at leingj­a um sáttmálan. – Vit vilj­a fegin hava Rafael her í nógv ár, og tí arbeiða vit við at leingj­a um sáttmálan, sigur venj­arin, Bernd Hoffmann, við týska blaðið Kicker. AaB brúkar høvdið best Hagtøl verða førd yvir næstan alt í ítróttarheiminum nú á døgum, og fyrr í dag kundi danska heimasíðan bold.dk siga frá, at felagið hj­á Súna Olsen og Jón Róa Jacobsen, AaB, hevði fingið flest mál við høvdinum í ársins SAS-liga- kapping. AaB hevur fingið heili 11 mál við høvdinum, meðan næsta liðið á listanum er Esbj­erg, sum bert hevur skorað seks ferðir við høvdinum. Tann spælarin, sum oftast hevur skallað bóltin í málið, er Jeppe Curth hj­á AaB við fimm ferðum, meðan álopsmakkarin hj­á honum, Rade Prica, hevur skallað í málið tríggj­ar ferðir. uðuroy Vøllurin í sera góðum standi Hetta er eisini mest nýtti leisturin í fótbóltsfeløgum kring allan heimin. Stórt vónbrot Royn, VB og Sumba fara nú at kanna møguleikarnar fyri at skipa ætlaða sam- starvið, hóast TB ikki er við. Eykaaðalfundur í Royn gav í gj­árkvøldið einmælt nevndini heimild at sam- ráðast við VB og Sumba um at skipa samtakið. Í Royn verður helst lagt upp til, at hetta skal fevna um allan fótbólt, eisini allar tær yngru deildirnar. Bæði í Vági og í Hvalba var greiður meiriluti fyri samstarvi millum feløgini í oynni, tað vóru ávíkavist 90% og 100% á støðunum báðum. Í Vági og úr Hvalba hoyr- ist, at tey eru sera vónbrotin av, at Tvøráfólk skuldu vraka uppskotið um sam- starv, og úttala nevndarlimur úr Royn og Formaðurin í VB seg eisini um málið. Bj­arni Johansen Formað- ur í VB sigur, at hann metir tað vera rættiliga keðiligt, at samstarvsuppskotið skuldi fella á Tvøroyri. Hann sigur víðari at VB/ Sumba má bara góðtaka úrslitið og koma víðari við samstarvi við Royn. Hann vil tó ikki útiloka einum samstarvi í fram- tíðini. – Tað má tíðin vísa. Vit eru fúsir, um so er, sigur ein vónbrotin VB Formaður, og hann leggur afturat at dyrn- ar eru ikki læstar, tær standa á gloppi. Karin Eið Jensen, stj­órn- arlimur í Royn sigur seg eis- ini vera rættiliga vónbrotna av, at TB skuldi siga nei. Hon heldur, at tað hevði ver- ið betur um TB hevði verið við eisini. - Hetta er øgiliga keðiligt, tí uppskotið var ikki um at niðurleggj­a TB, VB, Royn og Sumba. Talan var um at samstarva í bestu deildini, sigur ein avgj­ørd Karin, sum leggur afturat, at samstarvssam- ráðingar halda áframm mill- um hini feløgini í oynni, uttan um TB. Formaðurin í TB avgreiður sína atkvøðu, sum tann fyrsti hetta kvøldið Í VB/Sumba ynskja tey samstarv og eru fús at endurupptaka samstarv við TB í framtíðini.