hósdagur 11. oktober 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 197 - 11. oktober 2007 ]
Klaksvíkar
Talvfelag
skipar fyri
vikuskiftis
kapping
Fríggjadagin tann 13.
oktober kl. 19.00 byrjar
vikuskiftiskappingin
Kjølbro Open 2007.
Kappingin er partur
av Grand Prix- kapping,
sum TSF fyriskipar sam-
an
við
feløgunum.
Gjøgnum veturin verða
kappingar fyriskipaðar
kring landið, og teir, ið
samanlagt standa seg
best í kappingunum,
koma í finaluna. Fyri at
koma í finalubólkin
krevst, at luttikið verður
í minst 5 av 8 kapping-
um. Í Grand Prix – kapp-
ingini eru eisini tvær
bólkakappingar, har telv-
arar við lægri styrkitali
kappast sínamillum.
Kjølbro Open 2007
er tann næsta kappingin
í røðini. Seinasta viku-
skiftið vunnu Ólavur
Simonsen og Finnbjørn
Vang, báðir úr Klaks-
víkar Talvfelag, fyrstu
kappingina.
Bólkakappingarnar
vunnu ávíkavist Her-
borg Hansen og Einar
Gregersen,
bæði
úr
Klaksvíkar Talvfelag.
Kjølbro Open 2007
er almenn og fer fram í
hølum felagsins. Telvað
verður soleiðis:
1. umfar:
fríggjakvøldið
kl. 19.00
2. umfar: leygardagin
kl. 10.00
3. umfar: leygardagin
kl. 14.00
4. umfar: leygardagin
kl. 18.00
5. umfar: sunnudagin
kl. 13.30
Umhugsunartíðin er
1½ tíma til alt talvið.
Tilmelding fer fram á:
ktf@post.olivant.fo, og
seinasta freist er hós-
kvøldið 12. Oktober kl.
21.00.
Besta kvinnuliðið
hjá Neistanum hevur
nú skrivað undir
samstarvsavtalu við
Tryggingarfelagið
Føroyar
HONDBÓLTUR
Tíðindaskriv
Tryggingarfelagið Føroyar
verður høvuðsstuðul hjá
besta
kvinnuliðnum
hjá
Neistanum, ið seinastu árini
hevur verið millum fremstu
hondbóltsliðini í landinum.
- Neistin ger eitt megnar
arbeiði til frama fyri før-
oyskan ítrótt, og harvið fyri
trivna, heilsu og vælferð
hjá føroyingum, og hetta er
nakað, ið Tryggingarfelagið
Føroyar fegið vil vera við
til at stuðla. Vit eru tí sera
fegin um at gerast høvuðs-
stuðul hjá besta kvinnulið-
num hjá Neistanum, sigur
Kristina Háfoss, deildar-
stjóri hjá Tryggingarfelag-
num Føroyar.
Neistin fegnast eisini um
nýggju avtaluna við Trygg-
ingarfelagið Føroyar, ið fer
at
geva
kvinnuliðnum
neyðuga fíggjarliga grund-
arlagið til at fáa so góðar
umstøður sum gjørligt í
hesum kappingarárinum, ið
stendur fyri framman.
- Fyri at náa so góðum
ítróttarligum úrsliti sum
gjørligt, er neyðugt at hava
eitt gott fíggjarligt grund-
arlag. Hetta tryggjar avtalan
við Tryggingarfelagið Før-
oyar okkum, og vit eru sera
fegin
um
hetta,
sigur
Kjartan Thomassen, for-
maður í Neistanum.
- Tryggingarfelagið Før-
oyar er stórur stuðul hjá
føroyskum ítrótti og før-
oyskari mentan, og avtalan
við Neistan er ein partur av
heildarætlanini hjá felag-
num, sigur Kristina Háfoss,
deildarstjóri í Tryggingar-
felagnum Føroyar.
Tryggingarfelagið Føroyar
stuðlar neistakvinnum
Neistin og Tryggingarfelagið Føroyar hava skrivað undir avtalu,
sum ger, at Tryggingarfelagið Føroyar verður høvuðsstuðul hjá
besta kvinnuliðnum hjá Neistanum
Tað verða ikki bert
føroyingar og frak
lendingar, sum sleppa
at síggja landsdystin
í millum Føroyar og
Frakland. Dysturin
verður nevniliga
vístur beinleiðis á
kendu ítróttarrásini,
Eurosport
FÓTBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Leygardagin vera ikki færri
enn 21 EM-undankapping-
ardystir á skránni runt í
Evropa, og fleiri av hesum
dystunum
eru
ógvuliga
týdningarmiklir fyri fleiri
av londunum.
Í
EM-undankappingar-
bólki B, har Føroyar er eitt
av liðunum, verða tríggir
dystir á skránni. Hetta er
ein
rættiliga
spennandi
bólkur, tí undan síðstu
dystunum eru tað heili fýra
av liðunum í oddinum, sum
hava ein møguleika at koma
víðari.
Hjá varaheimsmeistaru-
num úr Fraklandi sær ikki
so gott út. Teir liggja í løtuni
á einum triðja plássi aftan
fyri Skottland og Italia, og
tí skulu teir helst vinna
síðstu tríggjar dystirnar, um
teir skulu koma víðari til
EM-endaspæli.
Fyrsti av hesum trimum
dystunum verður á Tórsvølli
leygardagin, har teir koma
á vitjan hjá Føroyum. Hetta
er ein dystur, sum fransk-
menn skulu vinna, um teir
skulu gera sær vónir um at
koma víðari til EM-enda-
spælið.
Føroyingar vístir
um alt Evropa
Í Føroyum verður bíðað í
spenningi til dystin ímóti
varaheimsmeistarunum.
Tórsvøllur
verður
helst
fultsettur til dystin, meðan
nógvir føroyingar helst fara
at sita framman fyri sjón-
varpskíggjan
og
hyggja
leygardagin.
Men tað verða tó ikki
bert føroyingar og fraklend-
ingar, sum fáa møguleika at
hyggja eftir dystinum. Stóra
ítróttarrásin,
Eurosport,
hevur nevniliga eisini valt
at
vísa
dystin
millum
Føroyar og Frakland bein-
leiðis. Tí kunnu fólk kring
alt Evropa fylgja við Súna
Olsen, Christian Høgna
Jacobsen, Jákup Mikkelsen
og hinum føroysku spæl-
arunum, tá teir fara á vøllin
ímóti stórum stjørnum sum
Henry, Vieira, Malouda,
Thuram o.ø.
Føroyar beinleiðis á Eurosport
Stóra ítróttarrásin, Eurosport, fer at vísa landsdystin á Tórsvølli leygardagin, tá føroysku
spælararnir skulu møta stórum stjørnum sum Henry, Vieira, Thuram og Malouda
U19 tapti fyrsta dystin
Føroyska U-19 landsliðið í fótbólti er í hesum døgum við í
EM-undankapping í Bulgaria. Liðini í bólkinum eru Bul-
garia, Turkaland, Danmark og Føroyar, og í gjár spældi før-
oyska liðið fyrsta dystin. Hesin var ímóti Turkalandi, og tíð-
liga í dystinum megnaði Rógvi Holm úr AB at leggja Før-
oyar á odda, tá hann var hægstur eftir hornaspark. Turkaland
kom tó skjótt av við skelkin, tí fyri steðgin høvdu teir skorað
tvær ferðir, so hálvleiksstøðan var 2-1. Turkaland fekk enn
eitt mál eftir steðgin, so Føroyar mátti taka til takkar við
einum 3-1 tapi í fyrsta dystinum.
Ben Arfa í staðin fyri Saha
Í gjár kom fram, at Louis Saha kortini ikki kemur við fran-
ska landsliðnum til Føroya. Louis Saha hevur fingið ein
knæskaða at dragast við, og hetta hevur givið pláss til ein
nýggjan mann í hópinum. Franski landsliðsvenjarin kunn-
gjørdi í dag, at valið er fallið á Hatem Ben Arfa. Bert 20 ára
gamli Ben Arfa spælir til dagliga við fronsku meistarunum
úr Lyon, og verður mettur at vera ein kvikur vongleikari.
Ben Arfa, sum áður hevur verið í sambandi við Manchester
United, hevur við nógvum málum á yngru fronsku lands-
liðunum víst, at hann er ein málfarligur harri.