Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-11, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. oktober 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 197 - 11. oktober 2007 31 tíðindi Okkara maður í Sisimiut, Kári við Stein, hevur aftur sent okkum tey seinastu fiskiskapstíðindini úr Grønlandi. Hann greiðir frá dag fyri dag um skip, sum koma og fara 24. september Í dag er stilli, hvítt í bakka og -5 stig. Sisimiut kom inn higar at landa svartkalva í morgun. Teir hava gott og væl 450 tons inni. Markus er inni í Nuuk. Hann landar og skiftir fólk. 26. september Í dag eru – 4,8 stig og stilli. Natarnaq kom inn at landa í morgun. Teir hava gott 450 tons eftir veiðu í átta dagar. Teir flestu royna norður ímóti 72 stigum. Fiskaríið hevur veri óført hjá bátunum, og slagið hevur verið gott. Har er nógv merkt 70/90, rækjurnar eru stórar eins og í gomlum døgum. Akamalik er inni í Nuuk og landar. Søgur siga, at teir hava gjørt ein óføran túr har norðuri um 72 stig. Sisi- miut fór nýggjan túr í gjárkvøldi. 27. september Tað bleiv eitt sindur illfýsið í gjár- kvøldi við kavaælingi, men sum dagur leið, bleiv betri veður. Tað kom blot í kavan, sum er komin niður. Natarnaq fór nýggjan túr í kvøld. Lómur kom inn til Illulisat at landa í morgun. Teir hava havt keðiligt veður, so teir hava ikki kunnað roynt, sum teir plaga. Teir hava um 90 tons inni hendan túrin. Tilsamans hevur Lómur fiskað gott 500 tons í 14 dagar. 28. september Í dag er stilli og -2 stig. Polar Natarnaq kom inn at landa í morgun. Teir hava knappa fulla last inni. 30. september Í dag er – 2,3 stig og stilli. Reg- ina C er á veg til Manitsoq at landa. Teir skula vera har til land- ingartíð í morgin árla og skifta fólk. Teir hava knappa fulla last. Í hesar tveir mánaðir hava teir fiskað gott 2000 tons av rækjum. 1. oktober Í dag er stilli og -1,4 stig. Polar Princess kom inn at landa svart- kalva. Teir hava gott og væl 300 tons inni. Teir hava ligið saman við hinum grønlendsku svartkalva- bátunum uppi á um 72 stigum og roynt. Louisa L er inni í Manitsoq og landar jákupskel í dag. 2. oktober Í dag er nógvur vindur av suðri við vátakava og regni, 0 stig. Polar Princessan loysti nýggjan túr í morgum kl 05.00. Qaqatsiaq kom inn í morgun at landa. Teir hava knapt 500 tons inni. Lómur landar í Illulisat í dag. Teir hava gott 120 tons inni eftir veiðu í trý samdøgur. 4. oktober Í dag er stilli og -1,8 stig. Nanoq Trawl kom inn í morgun at landa og skifta fólk. Teir hava um 400 tons inni. Teir hava eisini verið uppí á 72 stig og roynt. Søgur siga, at tað er minkað av rækjum har uppi. Qaqqatsiaq er inni í Nuuk og landar í dag. Fyrrver- andi Tasilaq, nú Acadienne Gale II úr Kanada, sum fiskar svart- kalva, kom inn seinnapartin eftir pakningi og øðrum tilfari. 5.oktober Manu var í Maniitsoq í dag og lossaði 195 tons av svartkalva. Teir vóru úti í 19 fiskidagar og loystu aftur leygarkvøldið, klokkan 22.00. Teir eru nú í norðarlaga í Grønlandi. Veðrið hevur verið vánaligt. 8. oktober Í dag er stilli –4 stig. Ocean Tiger kom inn higar at landa í morgun. Har var alt fult, sum fyllast kundi, knapt 450 tons. Teir hava eisini verið har norðuri um 72 stig. 9. oktober Í dag er stilli og – 3 stig. Ocen Tiger var liðugur á landa í morgun tíðliga. Ein lítil kanadiskur svartkalvabátur kom inn at landa. Teir hava um 170 tons inni. Hesa vikuna koma fleiri kanadiskir garnabátar inni higar at landa. Teir royna beint hinumegin markið til Canada, og stytsta leið til landing er her í Sisimiut. Aftur í ár havi eg fingi uppí hendur at passa fýra hestar. Tað er so lagaligt, at eg standi á altanuni og fóðri við grønmeti og breyð. Hetta er fjórða ári, at hestarnir hava gingið niðanfyri húsini hjá mær. Sjálvur haldi eg, at hestur er eitt vakurt dýr at hyggja at. Men mær hevði dámt nógv betri, um tað var seyður, sum eg hevði við at gera. Seyður hevur verið ein stórur saknur hjá mær øll hesi ár, eg havi verið í Grønlandi. Stuttligt er at geva rossunum. Tað hevði tó verið enn stuttligari, um tað var seyður Grønlands­tíðindi