Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-11, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. oktober 2007síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 197 - 11. oktober 2007 39 Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Hanne var var føddur tann 4/2-1876. Hann giftist fyrst við Honnu Katrinu Fre- drikku Poulsen, f. 21/3- 1879 í Miðvági, men hon doyði bert 25 ára gomul í 1905. Yngra systurin, omma mín, Jovina Poulsen, fødd 18/11-1886, kom so til Havnar at halda hús hjá abba og teimum trimum børnunum, og tann 23/12- 1907 giftust tey bæði. Um abba skrivar Páll Nolsøe um »brøðurnar á Lava«, sum er brot úr Havnar skipasøgu, at Hanne longu í 1892 sum 16 ára gamal var í Kirkwall eftir langbummaranum »Wol- win« sum Godtfred Heine- sen, keypmaður og reiðari í Miðvági, hevði keypt ella leigað. Jógvan Garðshorn, úr Oyndafirði var skipari á hesum túrinum, og komu teir á Havnina 11/7-1892 við vøru til reiðaran Godt- fred Heinesen og aðrar. Árið eftir í 1893 var hann saman við øðrum havnar- monnum til lands í Íslandi. Annars fiskaði Hanne ár um ár við Jóannesi í Funn- ingsstovu, ið var mammu- beiggi hansara. Hann førdi »Streymoynna«, sum A/S Oyggjafelagið átti. Har umborð lærdi hann góðan sjómannskap. Jóannes í Funningsstovu var av tí gamla skúlanum, ið kravdi »disciplin«, og førdi tað við sær, at tað gekst honum, sum øðrum skiparum av sama slagi, illa at fáa fólk, hóast teir fiskaðu væl. Hanne tók skiparaprógv hjá Jens Mohr og var próv- tøkan umborð á verju- skipinum »Heimdali«. Í 1898 var Hanne besti- maður við »Streymoynni« og helst aftur árið eftir í 1899. Tann 19/3-1900 kom hann á Havnina við slupp- ini »General Wolseley« sum Poli í Dali hevði keypt úr Grimsby. Hon fekk navn- ið »Tre søskende« TN 25. Hon var bygd í Grimsby í 1882. Hanne førdi hana so vár- túrarnar hetta sama árið. Summarið 1900 var hann við »Oliviu«, sum Poli í Dali eisini átti, og vóru teir um heystið í Wlardingen í Hollandi við fiskinum. Saltfiskaprísirnir vóru hesi árini so vánaligir bæði í Bretlandi og Danmark, at brøðurnir Jens og Poli í Dali sendu skip síni til Hollands við fiskinum, har prísurin var betur. Fiskurin skuldi tó hagreiðast á ein annan hátt enn vanligt. Tá ið fiskurin var landaður, skuldi manningin vaska hann og lakasalta hann í tunnur. Henda sølan vardi bert í eini tvey ár. Hanne á Lava førdi so Oliviu í 1901 til og við 1905. Árini 1906, 1907 og 1908 førdi hann »Tre søskende« hjá Napoleon í Dali. Árini 1909 til og við 1912 førdi hann »Saltaire« hjá Müller í Havn, besta- menn hjá honum vóru millum aðrar Jústinus Ejd- esgaard úr Oyndafirði. Ætlanin var, at Hanne Hanne á Lava skuldi føra »Oliviu« aftur í 1912, men tá vóru fiskaprísirnir so vánaligir. Reiðaríðið bar seg ikki so væl fíggjarliga. Tí vildi Poli í Dali sjálvur føra skipið henda fyrsta túrin, men vildi tað so illa til, at skipið gekk burtur við allari manningini. Síðani førdi Hanne »Del- phinen« hjá Müller í 1913. Hann førdi »C.& M. Slater« hjá systkinabarninum Hans Hansen, eldra, í Funnings- stovu, várið í 1915. Sama summar var hann við »S/S Grana«, sum Christian Evensen í Havn átti, og sum hann hevði keypt frá Mortensens monnunum á Tvøroyri. Anthon Jacobsen, nevndur Gøtu Anthon, var skipari. Heystið 1922 var hann bestimaður til Leith við »King Arthur« sum Chris- tian í Hvannasundi í Havn átti og førdi. Eini tvey ár var hann flaggskipari við svenskum trolara á silda- veiðu undir Íslandi. Søktu skjól undan týskum kúlum Tá ið hann var lagstur upp, var hann ofta at síggja uppi á træðunum við tøðleypi og einum hoysekki heim- aftur við. Ella var hann úti á bryggjuni, har hann lossaði saman við øðrum eldri havnamonnum. Onk- untíð var hann flekjari við bretskum trolarum. Tey seinastu nógvu árini róði Hanne út saman við yngsta beiggja sínum Jens á Lava, ið eisini var skip- aralærdur. Teir vóru tiltik- nir miðamenn og fiskaðu nógv. Teir róðu út øll kríggs- árini, og einar tvær ferðir vóru teir álopnir av týskum flogførum, sum skutu eftir teimum. Tíbetur hendi onki, hóast merkir av kúlunum kundi síggjast á bátinum. So skjótt teir hoyrdu ella sóðu ein flúgvara, royndu teir at sleppa sær so nær onkrum bergi ella landi, so flúgvarnir ikki kundi síggja teir ella skjóta eftir teimum. Onkuntíð hendi tað, at teir fóru út í Nólsoyarfjørð at dreggja eftir øðum, sum teir nýttu til agn. Tá teir sum oftast snimma á morgni fóru, slapp eg onk- ran tílíkan túr saman við teimum, men til útróðrar slapp eg ongantíð, tí eg var ov ungur. Eg minnast eisini abba, at tá ið hann kom aftur av útróðri hevði hann altíð eina teggju av fiski til eina ávísa konu, sum var einsa- møll við fleiri børnum og sum ikki altíð hevði so nógv at liva av. Hanne á Lava bygdi sær hús undir Glasheyggi sum vit róptu tað. Hanne átti tvær traðir. Onnur var »Lítlu trøð« við vakurt lagaðum grótgarði, har eisini brøður hansara Óli og Dia á Lava høvdu sínar træðir. »Lítla trøð« var í 1948 seld urtagarðs- manninum Sejer Hansen. Hin var Hellutrøðin har foreldur míni í 1934 bygdu, og har sum kona mín Marjun og eg í 1959 eisini bygdu okkum hús. Abbi kom oftani niðan á trøðna til okkara, tá hann hevði kúgv standandi her uppi um summarið. Eg kann serliga minnast um heystarnar, tá ið vit høvdu flett seyð, at honum dámdi so væl at fáa blóðpylsu til døgurða. Nakað framman undan jólum kom abbi altíð niðan til okkara at lurta eftir jóla- heilsum úr Danmark. Yngsti sonur hansara Herluf, sum var staddur niðri undir kríg- num, var vanur at senda jólaheilsu. Tað var ikki var so nógv óljóð á útvarpstóli okkara í mun til hansara niðri undir Glasheyggi. Tey seinastu árini var Hanne sjúkligur og doyði hann tann 31/3-1946, með- an omma doyði 11/11-1937. Sum áður nevnt átti Hanne í fyrru giftu við Honnu trý børn og við seinnu konuni Jovinu, sum var systur Honnu, fekk hann sjey børn. Tað kann ikki annað sigast, enn at øll kendu seg sum heilsystkin, og eg havi ongantíð hoyrt navnið hálvsystkin vera nevnt í nøkrum føri. he n d u r ið sl ep t u Hanne á Lava kundi eins væl verið gingin burtur við oliviu í 1912 Hesa ferð umrøða vit Johan Fredrik Olsen á Lava, nevndur Hanne á Lava. Keldan til hesa frásøgn er abbasonurin Johan Restorff Jacobsen, sum dyggiliga hevur dugnað hesum tátti hjá okkum. Johan skrivar millum annað um abban: Næsti partur Komandi frásøgnin verður um Christian í Ólastovu, abbi Christian Djurhuus, løgmann. Millum annað verður greitt frá, tá ið hann varð burturfluttur til Bretlands. Umframt nøvnini á teimum báðum stendur: FINDER I GUD, DA FINDER I ALT, HVAD HJERTET KAN EVIGT BEGÆRE, DA REJSER SIG STRAKS HVERT HAAB, SOM FALDT, OG BLEGNER SAA ALDRIG MERE. BØRNENE Hanni á Lava, fyrra kona hansara Hanna, og seinna kona hansara Jovina Børnini hjá Hanna á Lava. Aftara rað frá vinstru: Jákup, Mia, Olaf, Elsupa, Hanni. Fremra rað Herluf, móðir Gudrun, Olivia, Hanna og Alith Jovina og Hanni, omma og mammubeiggi Johan Restorff Jacobsen, hoyggja á Lítlutrøð tíðindi