Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 198 - 12. oktober 2007 Kundaráðgevi til Vinnulívsdeildina í Havn Arbeiðsuppgávurnar eru spennandi og fjølbroyttar og fevna um alt samskiftið við vinnulívskundar okkara. Umsóknin skal sendast til: Eik Att: Marjun Eystberg, starvsfólkaleiðari Yviri við Strond 2 FO-100 Tórshavn Les meira um starvið á www.eik.fo Tínar uppgávur verða - at ráðgeva, røkja og hava ábyrgd av vinnulívskundum - uppsøkjandi arbeiði úti hjá vinnufyritøkum - lánsviðgerð Fakligir førleikar Tú hevur førleikar í roknskapargreining og hevur viðkomandi útbúgving, eitt nú peningastovnsútbúgving ella aðra búskaparliga/handilsliga útbúgving. Persónligir eginleikar Vit leita eftir einum starvsfelaga, ið dámar væl at hava tætt samband við viðskiftafólk. Tú ert uppsøkjandi, hevur eyga fyri sølu, hevur góð samstarvsevni og dámar væl at arbeiða í einum skundmiklum og støðugt skiftandi umhvørvi. Áhugað kunnu seta seg í samband við Birgir Nielsen, telefon 348630, teldupost birgir.nielsen@eik.fo ella við Marjuna Eystberg, starvsfólkaleiðara, telefon 348510, teldupostur marjun.eystberg@eik.fo. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Lønin verður ásett sambært avtalu. Skrivligar umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 19. okt. 2007. Heiðavegur 26 . 600 Saltangará . Tel 417000 . Faks 417001 runavik@runavik.fo . www.runavik.fo Runavíkar havn er eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss. 3 fólk eru í føstum starvi. Árliga vitja uml. 1600 skip havnirnar í Runavíkar kommunu. Av tí, at 2 av havnaumsjónarmonnum okkara fara frá fyri aldur, søkir Runavíkar kommuna eftir 1 havnaumsjónarfólki at byrja 1. november 2007 1 havnaumsjónarfólki at byrja 1. februar 2008 Førleikakrøv o.a. Arbeiðið er burturav skipað í skiftandi vaktum undir leiðslu av havnarstjóranum og í tøttum samstarvi við onnur starvsfólk hjá kommununi. Av umsøkjarum vænta vit hesa førleikar • Viðkomandi útbúgving t.d. sum skipsførari • Góðar málsligur førleikar, bæði í skrift og talu, í føroyskum, norðurlendskum og enskum. • Teldukunnleiki Setanarviðurskifti Starvið verður sett eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið í lønarflokki 4, 1. – 7. stig. Harafturat verður veitt ein føst mánaðarlig viðbót fyri vaktir. Meiri fæst at vita við at venda sær til havnastjóran, Jón Rosenblad, tel 288880. Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgving og royndir og møguligum viðmælum skulu sendast til: Runavíkar kommunu Heiðavegur 26 FO 600 Saltangará - og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 26. oktober 2007, kl. 12.00 Runavíkar kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir ella onga at taka.  Runavíkar Kommuna søkir havnarumsjónarfólk