fríggjadagur 12. oktober 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 • 12. oktober 2007
Vikuskifti
4
– Á Nørreport station klokkan
13 og so finna vit út av tí, av
talaðu vit. Ein deiliga leys og
ikki lítið føroysk avtala. Men tað
er eingin trupulleiki, tí í øllum
hurlivasanum uttanfyri Nørreport
station finna vit føroyingar hvønn
annan, taka lógvatak og byrja
samrøðuna meðan vit leita eftir
onkrum stað at seta okkum.
Hetta, at hitta føroyingar, ger
tað nógvar ferðir lættari at fella
til í danska høvuðsstaðnum, held
ur Atli Danielsen, sum lesur og
spælir fótbólt í Keypmannahavn.
Hann kom niður í oktober í fjør.
Atli ynskti at royna okkurt nýtt,
at standa á egnum beinum, at
fáa eina útbúgving og royna síni
fótbóltsevni aðrastaðni enn í
heimbýnum.
– Tá tú sum 1819 ára gamal
longu ert fastur maður á besta
liðnum og hevur fingið fótin fyri
teg, so hevur tú brúk fyri at koma
burtur og royna okkurt nýtt. So
leiðis kendi eg tað í hvussu so er.
– Tí tók eg eisini av tilboðnum,
um at royna meg í Sogndal fyri
tveimum árum síðani. Tað gekk
ikki sum ætlað og eg kom aftur
til Føroya. Men eg havi lært fleiri
ting frá tíðini har. Millum annað,
at ein fortreyt fyri at standa seg
væl á vøllinum, er, at tú trívist
uttan fyri vøllin. Tað geri eg her í
Keypmannahavn, staðfestir Atli
Danielsen.
Hóast hann í dag kann siga so
leiðis, so gekk tað ikki heilt sum
ætlað, tá Atli fyri aðru ferð royndi
at fáa fótin fyri seg í útlendskum
felag.
– Eg royndi meg hjá Fremad
Amager, men tað gekk ikki sum
eg vildi, sigur Atli, sum eisini
skilti á leiðsluni, at hann nokk ikki
var aktuellur fyri teir.
– Satt at siga var eg næstan
mótleysur í eina tíð. Men eg
gjørdi av at royna meg í Frem í
nakrar vikur. Tað gekk væl. Eg
skilti eisini á venjaranum, at hann
var áhugaður í at knýta meg at
hópinum, fortelur Atli Danielsen.
So skuldi tað verið so líka til,
men tað vísti seg, at leiðslan
ikki var heilt so løtt at dansa
við, sum Atli og venjarin høvdu
ætlað. Tað endaði við, at Atli fór
heimaftur til Føroya at arbeiða
í desembermánaði, har hann
samstundis vónaði at hoyra frá
Frem.
– Men satt at siga hoyrdi eg
ikki frá teimum hendan mánaðin.
Tí ivaðist eg eisini í, um eg
yvirhøvur skuldi fara niður aftur,
sigur Atli.
Kundi spælt við
Lyngby?
Men Atli fór niður aftur og
tá bragdaði. Umvegis gamla
venjaran hjá KÍ, Ove Flintbjerg,
setti Lyngby seg í samband við
Atla og bjóðaði honum at venja
hjá teimum komandi týsdag.
Hetta var ein sunnudag.
– Men eg skuldi venja við Frem
mánadagin ímillum. Tað gjørdi
eg eisini og gekk tað sera væl.
Eg greiddi síðani Frem frá, at
teir máttu handla skjótt, um teir
ynsktu at knýta meg at hópinum,
tí eg eisini hevði eina avtalu við
Lyngby, og so gekk tað skjótt
fyri seg, sigur klaksvíkingurin og
smílist.
Lyngby lá tá á odda í næst
bestu donsku deildini. Í dag
spæla teir í SASliguni har
mótstøðuleikararnir millum
annað eru Jesper Grønkjær
og Peter Madsen. Tað fær tó
á ongan hátt Atla at iðra seg
um, at hann ikki valdi at taka av
venjingartilboðnum frá Lyngby.
– Ítróttarliga hevði avbjóðingin
heilt víst verið nógv størri í
Lyngby, men útbúgvingin vigaði
tyngri tá. Í dag eri eg sera glaður
fyri Frem, og at tað endaði sum
tað gjørdi, sigur Atli avgjørdur.
Fótbóltur ella Netto
Atli dylur ikki yvir, at fyri hansara
viðkomandi er tað útbúgvingin,
sum verður raðfest hægst. Fót
bólturin kemur aftaná.
– Eg eri sáttmálabundin fram
til summar, og so fáa vit at síggja
hvussu tað verður. Eg hugsi tó
fyrst og fremst um útbúgvingina.
Fótbólturin er arbeiði, eg havi við
síðuna av lesnaðinum. Eitt slag
av »studiojob« kanst tú kalla tað,
flennir Atli og leggur aftrat:
– Tað er ikki altíð, at SU røkkur
til og so er neyðugt við arbeiði
aftrat lesnaðinum. Hjá mær er
tað so fótbólturin, og tað eri
eg ótrúliga fegin um, so eg ikki
standi í Netto onkrastaðni í
staðin.
Stórt álit og góðar
sømdir
Nú Atli er byrjaður at lesa til
finansøkonom, er málið sjálvsagt
at blíva liðugur skjótast gjørligt.
Reint fótbóltsliga var málið at fáa
so nógva spælitíð sum gjørligt.
Tað má sigast at vera hepnast
sera væl higartil.
– Eg kom beinleiðis inn á liðið,
har eg spæli mitt á miðvøllinum.
Tað hevur gingið væl, metir Atli
Danielsen. Onkran dystin hevur
hann eisini roynt seg í miðverjuni,
men aldrin úti í borðinum, sum
annars er plássið, hann røkir á
Fótbóltur er eitt
23 ára gamal, útbúgvin skrivstovumaður og lið
formaður hjá KÍ. Atli Danielsen ynskti at royna
okkurt nýtt. Nú lesur til finansøkonom og vinnur
sær pening við at spæla fótbólt í næstbestu
donsku deildini
Samrøða
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Atli um Føroyar – Frankaríki
– Frakland er sjálvsagt stórfavorittur, men um føroyska liðið stendur
væl á vøllinum og allir spæla upp til teirra besta, so kann alt henda.
Vænti og vóni at tað verður ein tættur og spennandi dystur.
… um politikk
– Tað hevur ikki mín stóra áhuga. Eg fylgi als ikki við.
Hvørki í útvarpi ella bløðunum. Eg havi heldur ikki
sett meg nakað serligt inn í tað. Kortini fari eg á val
og tá er tað fólkaflokkurin, sum fær mína atkvøðu.