Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 - 12. oktober 2007 5 Starv sum landmátari er tøkt innan matrikul- og útskiftingarøkið. Arbeiðið fatar serliga um málsviðgerð, uppmáting og marknaásetingar. Eisini fatar starvið um matrikulera ráðgeving og aðra lendisfyrisiting. Førleikar Umsøkjarin skal hava prógv sum landmátari, verkfrøðingur ella líknandi útbúgving frá hægri læristovni. Eisini er tað ein fyrimunur at hava royndir við matrikulerum arbeiði, útskifting og uppmáting við GPS, Totalstatión og Microstatión. Starvsmøguleikar Vit vænta at umsøkjari er ábyrgdarfullur, hevur góð samstarvsevni og hevur hug at menna tað matrikulera arbeiðið í Føroyum. Vit kunnu tryggja eitt spennandi starv í einum nýskipaðum stovni, nógv samstarv við starvsfelagar, møguleikar fyri persónligari menningar og sjálvstøðugum arbeiði. Setan Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Fyrispurningar Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til: Jákup Paula Joensen, stjóra, jakuppj@matrikul.fo og tlf +298 35 79 10, ella Bjarna Hansen, deildarleiðara, bjarni@matrikul.fo og tlf +298 35 79 19. Umsókn, saman við prógvum, CV o.l., skal verða Umhvørvisstovuni í hendi innan 29. oktobur 2007. Umsóknir skulu sendast til: Umhvørvisstovan Traðagøta 38 Postboks 2048 FO-165 Argir Ella teldupost: post@matrikul.fo sansir.fo Umhvørvisstovan er ein nýskipaður stovnur, sum fyrisitur lendismál, tinglýsing, fólkaskráir, náttúru- og umhvørvisvernd. Landmátari Starv sum løgfrøðingur innan umhvørvismál er leyst at søkja. Arbeiðið umfatar samlaða fyrisitingarøkið hjá stovninum og kemur serliga at snúgva seg um gerð av vælvirkandi fyrisitingarmannagongdir og ger av løgfrøðiligum lýsingum. Førleikar Umsøkjari skal hava prógv sum løgfrøðingur ella líknandi frá hægri læristovni. Eisini er tað ein fyrimunur at hava royndir innan fyrisitingarøkið hjá stovninum. Starvsmøguleikar Vit vænta at umsøkjari er ábyrgdarfullur, hevur góð samstarvsevni og hevur hug at menna tað fyrisitingarliga arbeiðið í Føroyum. Vit kunnu tryggja eitt spennandi starv í einum nýskipaðum stovni, nógv samstarv við starvsfelagar, góðar møguleikar fyri persónligari menningar og sjálvstøðugum arbeiði. Setan Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Fyrispurningar Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til: Jákup Paula Joensen, stjóra, jakuppj@matrikul.fo og tlf +298 35 79 10. Umsókn, saman við prógvum, CV o.l., skal verða Umhvørvisstovuni í hendi innan 29. oktobur 2007. Umsóknir skulu sendast til: Umhvørvisstovan Traðagøta 38 Postboks 2048 FO-165 Argir Ella teldupost: post@matrikul.fo sansir.fo Umhvørvisstovan er ein nýskipaður stovnur, sum fyrisitur lendismál, tinglýsing, fólkaskráir, náttúru- og umhvørvisvernd. Løgfrøðingur Lívið er í tínum hondum. Skapa tað, sum tú vilt. Hugsa um, at tú sum pensjónistur skalt hava tað líka gott sum nú – ella betri. Betri er eitt nýtt pensjónsfelag, sum bjóðar tær eina betri pensjón. Eina pensjón, sum tú hevur stóra ávirkan á og kanst snikka til, soleiðis sum tú vilt. Tú fært fult gjøgnumskygni. Um tú longu hevur eina pensjón, so er skjótt og lætt at skifta. – vit gera alt fyri teg. Vit eru Betri. Ring til okkara á tel 345 700. Ella far inn á www.betri.fo www.betri.fo Lívið blívur bara betri og betri lýsingar