Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 5 Nr. 198 • 12. oktober 2007 gott »studiejob« landsliðnum. – Men tá eg byrjaði í bestu føroysku fótbóltsdeildini, var tað faktiskt sum høgri bakkur, fortelur Atli og vísir soleiðis á, at plássið kortini ikki er honum heilt fremmant. Heldur ikki er føroyskur fót­ bóltur honum fremmandur, hóast hann nú hevur adressu í Keyp­ mannahavn. – Eg fylgi væl við og lurti altíð eftir fótbóltinum í útvarpinum, sigur klaksvíkingurin, sum hóast lívið sum lesandi fótbóltsleikari á flatlondum framvegis hevur ein dreym í føroyskum fótbólti: at gerast føroyameistari. Hetta sleppur hann tó at droyma um í eina tíð aftrat, men Atli hevur aðrar stórar og minniligar upplivingar í fótbólti. – Dystirnir í Skotlandi og Írlandi frammanfyri hálvthundraðtúsund áskoðarum vóru nakað heilt serligt. Serliga orsaka av teirra áskoðarum, sum eru nakað fyri seg. Eisini var tað ótrúligt at møta Frankaríki og Italia. Giftist í summar Á privata frontinum hevur Atli eisini roynt nakað heilt serligt í summar. Í augustmánað giftust hann og unnustan Súsanna. Og fyrireikingar til brúdleyp í Føroyum og fótbóltsdystir í Danmark, vóru eitt sindur av eini kabal at fáa at ganga upp. – Eg var heima fyrst í juli. Fór niður 11. og heima aftur í Føroyum tann 22 juli. 1. august var eg aftur niðri og spældi dyst, áðrenn eg fór heim 6. Tann 11. august giftust vit, og 15. august vóru vit aftur í Danmark, so har hendi eitt sindur av hvørj­ um flennir Atli, hvørt næsta avbjóðing verður í Ukraina. Hann er leikbannaður til dystin móti Fraklandi, men verður partur av ferðalagnum, sum skal dystast í Ukraina mikudagin. Navn: Atli Danielsen Føðingardagur: 15. august 1983 Heimbýður: Klaksvík Foreldur: Finngerð og Ámund Danielsen Systkin: Karstin, Joan og Thorvald. Giftur Súsannu Danielsen Útbúgvin skrivstovumaður Fakta … um útvísingar – Eg havi ikki fingið nógvar tilsamans gjøgnum ár og dag, men nú komu nakrar innanfyri eitt heilt stutt tíðarskeið. Fyrsta útvísingin, eg nakrantíð fekk, var í einum dysti við U16 har eg bjargaði við hondini, og fyrsta útvísingin hjá mær í føroyskum fótbólti yvirhøvur, var ímóti AB í summar. Síðani varð eg útvístur í dystinum móti Kolding herfyri, og omaná tað havi eg karantenu nú á landsliðnum, eftir ov nógv gul kort. Eitt óheppið tíðarskeið, tí eg fái ikki nógv kort vanliga. … um Norðoyatunnilin – Norðoyatunnilin eri eg glaður fyri. Tað er heilt fantastiskt bara at kunna koyra til og frá Klaksvík. Vit spara eina rúgvu av tíð, so tað er lekkurt við honum. – Ein fortreyt fyri at standa seg væl á vøllinum er, at tú trívist uttan fyri vøllin. Tað geri eg her í Keypmannahavn, sigur Atli Danielsen Myndir: Símun Jóannesarson