fríggjadagur 12. oktober 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 198 - 12. oktober 2007
Gott fótbóltsveður
til landsdystin
Tá fraklendingar seinastu vitjaðu her fyri trimum árum
síðani til landsdyst, var veðrið ikki teimum til vildar. Hesa
ferð verður kortini øðrvísi, tí veðrið verður nevniliga av tí
besta. Ongum nýtist tí at setast aftur til dystin, orsakað av
veðri. Morgindagurin byrjar við einum strúki av útsynningi
og ælingi, men tá tað fer at nærkast dystarbyrjan klokkan 16
slítur hann í. Óhugsandi er ikki, at onkrir sólarglottar verða
undir dystinum á Tórsvølli í morgin, sigur veðurmaðurin
Petur Skeel Jacobsen. Hitin verður millum 10 og 13 stig.
Einki
politiskt
comeback
frá Signari
- Eg eri farin burtur
úr politikki, og eg
ælti mær ikki upp
í aftur. Nú gangi eg
upp í skúlastjóra-
starvið í Klaksvík
við lív og sál, sigur
Signar á Brúnni
POLITIKKUR
Síðani í fjør hevur Signar
á Brúnni úr Fuglafirði ver
ið skúlastjóri í skúlanum á
Ziskatrøð í Klaksvík. Í
fyrstu syftu var ætlanin, at
Signar skuldi traðka til
eitt styttri tíðarskeið, men
nú er hann í føstum stjóra
starvi í skúlanum.
Eg fekk ein áheitan frá
Mentamálaráðnum um at
gerast skúlastjóri í Klaks
vík, meðan søkt var eftir
nýggjum stjóra, og eg tók
av tí. Eg kendi meg sera
vælkomnan í Klaksvík, og
tá søkt varð eftir nýggjum
stjóra, fekk eg fleiri áheit
anir um at søkja starvið, og
tað gjørdi eg, segði Signar
á Brúnni við Rás 2 í gjár.
Hóast Signar á Brúnni
er kendur sum politikari,
hevur skúlin í enn størri
mun verið partur av hans
ara yrkisleið.
Skúlin hevur verið mítt
lív. Eg hevði verið í banka
læru, men søkti so at verða
vikarur í Gøtu skúla í 1963.
Og eg kendi beinanvegin á
mær, at hetta var tað rætta
fyri meg. Eg tók síðani
útbúgving sum lærari og
havi virkað í skúlanum síð
ani, sigur Signar á Brúnni,
ið áður hevur verið løgtings
og landsstýrismaður.
Hann ætlar sær ikki at
gera comeback í politikki.
Eg eri farin burtur úr
politikki, og eg ælti mær
ikki upp í aftur. Nú gangi
eg upp í skúlastjórastarvið
við lív og sál, og tað ætli eg
mær framhaldandi at gera.
Mær dámar væl at royna
nakað nýtt innan skúlan, og
tað geri eg í Klaksvík, og eg
eri helst mettaður av polit
ikki, sigur Signar á Brúnni.
UmmæLI
konsert við Acoustica Trio &
Stanley
Ragnar Olsen, guittarleikari
Norðurlandahúsið var karm
ur um eina sera væleygnaða
konsert sunnudagin.
Nógv fólk var komið at
lurta eftir hesum trimum
harrunum
við
Stanley
Samuelsen á odda.
Steen Vidar Larsen – Øis
tein Rian og Stanley Samu
elsen í danna triona “Acou
stica” løgdu karmar um eina
sera viðkomandi konsert, við
teirra innlivandi guitarspæli
og vakra sangi var eingin ivi
um, at talan er um eina
professionella framførslu av
norskum – føroyskum – og
enskum løgum.
Teir tríggir harranar sup
pelera hvønannan sera væl.
Stanley sang tey føroysku
løgini vakurt og expressift.
Stanley var eisini lead
solo – guitarist men hinir
báðir fingu eisini høvi at
vísa teirra Guirarkynstur.
Konsertin var víttfevnandi
og við at skapa ein slíkan
bólk av norðurlenskum tón
leikarum gevur hetta ein sera
áhugaverdan
urdrátt
av
løgum og víttfevnandi reptu
ari. Sum indvilistar stóðu
Normennir seg eisini sera val
og serliga vakurt var at hoyra
teir hava hvørsítt boð upp á
sangir hjá The Eagels.
At hoyra hesar tíggjar
menninar syngja trístemt
harmoni kundi veruliga
minna ein á tíðina, tá
Crosby Stills & Nash og
The Eagels vóru í hæddini.
Vakurt og Poetiskt.
Ein heilstoypt konsert í
serklassa.
Tríggir harrar – tríggir guitarar
Seyðauppboðsøla í
Tinghúsgarðinum
Í morgin, leygardagin 13. oktober kl. 12:00, verður
almenn seyðauppboðssøla í Tinghúsgarðinum í Havn
millum Eik Banka og Tingúsið. Seld verða veðrar og
veðurlomb úr Toftahaga í Hósvík, og uppboðshaldarar
verða tíðindafróðu Sjúrður Skaale og Tórbjørn Jacobsen,
sum á sín skemtiliga hátt fara at selja fýrbeintu hósvíking
arnar til hægstbjóðandi. Fyriskipari er Róðrarfelagið
Knørrur í Havn, og innkomni peningurin fer allur til at
reka virksemið hjá felagnum.
Tórshavnar Býráð
samtykti hóskvøldið
eina stórfingna og
kostnaðarmikla
ætlan, sum skal føra
til, at Vestaravág í
framtíðini skal gerast
rein fyri olju og
skitnum spillvatni
UmHVØRVI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Ein stórur partur av býráðs
fundinum
í
Tórshavnar
Kommunu í gjárkvøldið
snúði seg um umhvørvið.
Sambært lóg er tað álagt
kommununum at kloakera
og reinsa alla útrenning á
sjógv í seinasta lagi í 2010,
og sum ein lið í hesi álegg
ing samtykti býráðið, at
gera kloakk frá Ellisheimin
um til Bryggjaríið hjá Res
torff. Hendan skal síðani
bindast í verandi kloakk
sum partur av reinsanini av
Rættará, sum so aftur er
leidd út á Vestaruvág.
Víst verður í tilmælinum
á, at av tí at talan er um
arbeiði í gomlum býarpørt
um, kann verða trupult at fáa
kostnaðarmetingina at halda,
og tí verður mælt til, at veg
og kloakkdeildin hjá komm
ununi skal gera arbeiðið.
Kostnaðarmetingin
fyri
arbeiðið er mett til umleið
eina millón krónur. Tá er
tikið við í metingina, at neyð
ugt verður at leggja nýggjar
gongubreytarkantar millum
J. C. Svabosgøtu og Fróð
skaparsetrið. Arbeiðið verður
mett at taka tveir mánaðir.
Málið varð so endaliga
samtykt
uttan
atkvøðu
greiðslu á býráðsfundi í
gjárkvøldið.
Kjølsvín
Men eitt er tað, ið verður
leitt út á sógv úr áum og klo
akkum. Eitt annað er tað, ið
stavar frá skipum og bátum,
ið liggja á vágni.
Tað eru bert fáar vikur síð
ani, at umfatandi oljudálking
var á Vestaruvág, sum mett
var til fleiri túsund litrar.
Stórt uppruddingar og reinsi
arbeiði stóðst av hesi dálking.
Men nakað annað er, at
havnirnar í kommununi hýsa
áleið 600 smábátum, og hesir
verða pumpaðir so at siga
hvønn dag.
Øll, sum hava við smá
bátar at gera, vita, at tað
altíð liggur nakað av olju í
kjølinum. Tað slepst ikki
undan. Men hendan oljan
fylgir við, tá bátarnir verða
pumpaðir,
og
tilsamans
gerst talan um kanska fleiri
túsund litrar av olju, sum á
henda hátt verða pumpaðir
út á vágirnar um árið, sigur
Heðin Mortensen, borgar
stjóri.
Men tað finst samstundis
ein góð og bílig loysn, sum
forðar fyri, at hendan oljan
endar á sjónum, nevniliga
hesi sonevndu kjølsvínini.
Hetta
eru
absorberandi
slangur, sum súgva oljuna í
seg, so bert reint vatn og
sjógvur verður pumpað úr
bátunum.
Her er talan um eina
góða, men samstundis eisini
eina bíliga loysn. Eitt slíkt
kjølsvín kostar áleið ein
hundrakrónuseðil,
og
so
kann hann antin leggjast
aftrat havnaleiguni, ella smá
bátaeigararnir sjálvir syrgja
fyri, at eitt slíkt er í bátinum,
sigur Heðin Mortensen.
Tórshavnar Kommuna er
fyrsta kommunan í landin
um, sum hevur sett slíkt
umhvørviskrav til smábáta
eigararnar.
Rein Vestaravág
Vestaravág skal gerast púra
rein. Alt útlát, tað verið seg
áir ella kloakkir, skulu hava
reinsiverk á veg út á sjógv, og
sum nakað spildurnýtt skulu
allir smábátar í framtíðini hava
eitt sonevnt kjølsvín liggjandi í
kjølinum
Mynd: Jens Kristian Vang