Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 • 12. oktober 2007 Vikuskifti 6 Nógv er skrivað um Føroyar undir krígnum. M.a. hava fleiri lesandi skrivað serrit um hetta tíðarskeiðið, har tey hava viðgjørt búskap og politikk, og eitt meginverk um Føroyar undir seinna heimsbardaga munnu vera tey seks bindini um »Stríðsárini« eftir Niels Juel Arge. Í allarri hesari søguskriving er tó lítið nevnt um ta føroysku fólkakirkjuna undir krígnum. Men nú er kortini okkurt komið undan kavi um hetta evnið. Í seinastu viku kom út nýggj bók, sum er eitt heiðursrit, ið kallast »Kirken mellem magterne«. Millum tey, sum skriva, eru Jákup Reinert Hansen, sóknarprestur. Hinar greinirnar í bókini eiga m.o. Hans Gammeltoft-Hansen, Fólkatingsins umboðsmaður. Jákup Reinert Hansen vísir í sínum kapitli á, at hetta at skriva um føroysku kirkjuna undir krígnum hevur verið eitt slag av pionerarbeiði. Jákup Reinert Hansen skrivar, at formliga hevði fólkakirkjan í Føroyum verið próstadømi undir stiftinum á Sælandi og seinni Keypmannahavnar stifti í eini 300 ár. Haðani vórðu prestar settir, og haðani komu lógir og kunngerðir. Og seinni varð tað eisini haðani, at loyvi varð givið at brúka føroyskt mál í guðstænastuni. Í veruleikanum var siðvenja, at próstur tók sær av av meginpartinum av teimum umsitingarligu uppgávunum. Ovbyrjaðir prestar Síðani 1918 hevði Jákup Dahl verið Føroya próstur. Longu tann 11. apríl 1940 (dagin fyri at fyrstu ensku hermenninir komu á land í Føroyum) hevði Jákup Dahl gjørt vart við, at lønarviðurskiftini hjá prestunum vóru blivin ótrygg. Tí varð avgjørt, at tað sokallaða Færøernes Oppebørselskontor skuldi gjalda prestunum lønina sum forskot. Prestarnir vóru ikki væl mannaðir. T.d. var tann kendi presturin í Kvívík, Grøn, júst farin frá, og eingin teologiskur kandidatur var í landinum at yvirtaka embætið. Buhl-Nielsen á Nesi, sum hevði ábyrgdina av sjey kirkjum, fekk tí fimm kirkjur afturat í eystara parti av Norðstreymoy at røkja. Av tí at kona hansara var heilsuveik, og prestagarðurin lá sera ábært - bert fáar hundrað metrar frá kanónunum við munnan á Skálafjørðinum - gjørdu tey av at flyta til Norðskála. Tann ungi kappellánurin í Havn, Jákup Joensen, fekk álagt at røkja tær tríggjar kirkjurnar í vestara parti av Norðstreymoy umframt tær fimm, sum vóru í Suðurstreymoy. Hann bleiv annars í 1963 okkara fyrsti varabispur. Heilsan hjá Jákupi Dahl, prósti, var farin at bila, og tí var hann eftir februar 1941 hvørki førur fyri at halda guðstænastur ella at ferðast kring landið sum próstur. Hann varð tó verandi í Kirkjan undir krígnum Undir seinna heimsbardaga varð alt samband millum Føroyar og Danmark kvett. Hetta ávirkaði eisini kirkjulívið í Føroyum. Prestarnir vóru ikki væl mannaðir, og bæði materiell vælferð og mist mannalív komu at ávirka prædikurnar og huglagið í Føroyum hesi árini. Jákup Reinert Hansen hevur granskað kirkjuna undir krígnum Søga Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Úr myndasavninum hjá Buhl-Nielsen, ið var prestur í Nes prestagjaldi undir krígnum og harumframt røkti eystara part av Norðurstreymoy. Myndin sýnir serbygda bátin, Randi, ið prestur nýtti, tá hann sigldi millum tær nógvu kirkjurnar, hann skuldi røkja 12. apríl 1940 hersettu bretar Føroyar. Formliga mótmælti Løgtingið, men helst var tað ein lætti, at onnur ikki hersettu Føroyar.Alt samband við Danmark varð kvett, og tí var tørvur á nýggjum mannagongdum fyri lóggávu og umsiting. 14. apríl 1940 kunngjørdi amtmaðurin, at »Det er en selvfølge, at Øernes statslige og kommunale Administration fortsættes som hidtil«. Tann 9. mai 1940 eru boðin tó hesi: »Lovforskrifter, der vedrører Færøerne, vedtages af lagtinget – efter forslag fra lagtinget eller amtet – og stadfæstes og kundgøres af amtmanden«. Fakta