Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 198 - 12. oktober 2007 Men tað var ongin sum kundi vita, at hetta skuldi blíva skilið, sigur Inge­ borg Vinther, for­ kvinna í Føroya Arbeiðarafelag Príshækkingar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Høvdu vit vitað hetta, høvdu vit aldrin gingið við til hendan sáttmálan. Í dag viðgongur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, at hon angrar, at tey fyrr í ár gingu við til at skriva ein nýggjan trý ára sáttmála við arbeiðs- gevararnar, sum ikki kann sigast upp fyrrenn 30. apríl 2010. Tað gjørdu arbeiðarafel- øgini fyri at vísa samfelags- sinni og fyri at tryggja frið á arbeiðsmarknaðinum í heili trý ár. Men hetta er nú komið teimum so dyggiliga aftur um brekkur, tí hesa seinastu tíðina, hava príshækkingar- nar verið stórar í samfelag- num. Tað eru bæði vanligar matvørur, sum eru nógv dýrkaðar, men ikki minst eru útreiðslurnar at hava tak yvir høvdinum hækkað- ar nógv, serliga er rentan nógv uppfarin. Men tað er eisini blivið dýr- ari at byggja og røkja bústað- in og prísurin á olju gongur so at siga bara uppeftir. Borðið fangar Hetta seinasta árið eru prís- irnir hækkaðir 3,4 prosent í miðal. - Sostatt eru allar lønar- hækkingarnar við at verða etnar upp aftur og sum útlitini eru fyri framtíðina, eru enn fleiri hækkingar í væntu, sigur Ingeborg Vinther. - Sostatt er grundarlagið fullkomiliga máað undan sáttmálanum, sum varð gjørdur fyrr í ár. Hinvegin ásannar Inge- borg Vinther, at borðið fang- ar og sostatt er tað onki, sum arbeiðarafeløgini kunnu gera við støðuna. Starvsmannafelagið hev- ur fingið ein ventil í sáttmál- an, sum sigur, at broytist gongdin í samfelagnum munandi, skal tað bera til at samráðast um at broyta løn- ina. Eitt, sum tey hugsaðu um í hesum føri, var um um stórar prísbroytingar hendu í samfelagnum. Eina slíka áseting hava arbeiðarafeløgini ikki og tað iðrar Ingeborg Vinther seg nú um. - Tað er í øllum førum púra greitt, at tað skal ikki henda aftur, at vit gera ein sáttmála, har vit ikki hava eina áseting um, at tað skal bera til at samráðast um lønirnar í sáttmálaskeiðnum um so er at fortreytirnar í sam- felagnum broytast munandi. Ingeborg Vinther sigur, at arbeiðarafeløgini hava fleiri ferðir roynt at fáa eina slíka áseting í sáttmálan, men tað hava arbeiðsgevarar púra avgjørdir afturvíst. - Men nú hava teir givið Starvsmannafelagnum hendan ventilin og tað skapar fordømi, tí arbeiðs- gevarar kunnu ikki geva einum sáttmálaparti eina so týðandi áseting, men nokta øðrum somu treytir. Skomm og last í politikararnar Men eitt er, at prísirnir fara upp, eitt annað er, at Inge- borg Vinther átalar harðliga, at politikararnir ikki vilja taka stig til at verja brúkar- arnar betri. Hon átalar harðliga, at pol- itikarar eftir øllum at døma, hava slept ætlanini um at seta ein brúkaraumboðsmann, sum kann røkja áhugamálini hjá brúkaranum. Hon sóknast eisini eftir, at politikarar seta eitt rætti- ligt príseftirlit á stovn. - Sum støðan er nú, hava brúkarar onga verju og onga trygd fyri at handils- fólk ikki hækka prísirnar meiri enn tær øktu útreiðslur eiga at elva til. - Vit eru fullkomiliga giv- in upp til skutil og tí er tað átaluvert, at politikarnir ikki vilja taka stig til at verja okkum. Samstundis verða lønir- nar heldur ikki prístalsvið- gjørdar longur. Hon heldur, at ein prís- talsviðgerð hevði bøtt um støðuna. - Sostatt er øll verja tikin frá brúkarunum og tað skilji eg ikki, sigur Ingeborg Vinther. Hon heldur, at útlitini hjá vanligum fólki eru ikki góð, tú væntandi fara prísirnir enn longri upp. - Tað sær ikki gott út hjá vanligum verkafólki og tá ið árið er úti, vænti eg, at støð- an verður vánalig nógva- staðni, leggur hon afturat. - Tað, sum vit mangla í stórum stíli í Føroyum, er ein brúkaraumboðsstova, men tað hava politikararnir ikki megnað, sigur Ingeborg Vinther. - At seta eina slíka um- boðsstovu á stovn, skal vera okkara staðiliga áheitan á politisku skipanina, sigur forkvinnan í Føroya Arbeið- arafelag. Hetta skuldi eg aldrin havt gjørt - Útlitini hjá tí vanliga tímalønta fólkinum, eru ikki góð og tá ið árið er úti verður vanligi lønmóttakarin illa fyri sigur Ingeborg Vinther, sum eisini átalar politikararnar fyri, at teir ongi stig taka fyri at verja vanliga brúkaran ímóti órímiligum príshækkingum Handverkarar hava fingið nýggjan sáttmála, har bæði lønir, viðbøtur og eftirlønin hækkar sáttmála­ samráðingar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tey næstu trý árini skulu handverkarar kring landið hava góðar sjey krónur í lønarhækking. Tað er greitt, eftir at hand- verkarar og Føroya Hand- verksmeistarafelag skrivaðu undir nýggjan sáttmála seinnapartin mikudagin. Heimasíðan hjá Havnar Handverkararfelagið, www. handverk.fo, skrivar, at partarnir hava undirskrivað ein trý ára sáttmála, sum til- samans gevur teimum 7,05 krónur í lønarhækking. Sáttmálin er galdandi frá 1. oktober 2007 til 1. oktober 2010. Fyrsta oktobur í ár hækk- ar tímalønin 2,25 krónur um tíman, so hjá einum nýút- lærdum handverkara verður sáttmálalønin 115, 94 krón- ur um tíman. Fyrsta oktobur næsta ár hækkar tímalønin 2,35 krónur afturat og 1. oktobur 2009 hækkar lønin uppaftur 2,45 krónur. Men harafturat hækkar eftirlønin 1% um árið í sáttmálaskeiðnum. Karmar og viðbøtur Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag, sigur, at lønarhækkingin er í samsvari við teir karm- ar, sum aðir starvsbólkar hava fingið. Men umframt lønar- hækkingarnar, eru eisini ásetingar í nýggja sáttmál- anum um at summar við- bøtur hækka og harafturat eru vaktargjald nú við í sáttmálanum. Fastlønarsáttmálin er eisini dagførdur, eins og viðbót fyri starvsaldur er komin í sáttmálan, so at hjá handverkari við trý ára starvsaldri, fær 1,6% afturat sáttmálalønini. Tað eru tvey handverkara- feløg í Føroyum, Føroya Handverkarafelag og Lands- felag Handverkaranna, men bæði feløgini hava samráðst saman um nýggjan sátt- mála. Annars ásannar Eli Brimsvík, at nógv teir flestu handverkarar hava eina løn, sum liggur langt omanfyri sáttmálalønina. - Sáttmálin er avgjørt at meta sum ein minstaløn, tí í miðal liggur lønin hjá ein- um handverkara í miðstað- arøkinum um einar 130- 135 krónur um tíman, met- ir hann. Kortini heldur hann, at nógva staðni úti um landið, har arbeiðið ikki er so nógv, verður arbeitt eftir sáttmálalønini, ella eitt sindur yvir tað. Men hann ásannar eisini, at versna tíðirnar aftur, er tað neyðugt at hava eina minstuløn at halda seg til, so at lønirnar ikki verða dumpaðar. Eli Brimsvík sigur, at nú eru eisini samráðingar við Fíggjarmálaráðið um teir handverkarar, sum arbeiða hjálandinum, tað eru húsa- vørðar o.s.fr. Handverkarar í kommun- alari tænastu hava verið løntir eftir sáttmálanum við fíggjarmálaráðið, men nú er eisini ætlanin at gera sáttmála við arbeiðsgevara- felagið hjá kommununum um teir handverkarar, sum arbeiða hjá kommununum. Fáa sjey krónur meiri um tíman Eli Brimsvík er formaður í Havnar Handverkarafelag og hann sigur, at lønarhækk- ingin, sum handverkarar nú hava fingið er á sama støðið, sum aðrir starvsbólkar hava fingið, men harafturat hava handverkarar fingið ymsar aðrar ábøtur Auto fer aftur undir flogrutu Um talan er um afturhvarv ella ikki meldar søgan einki um. Men bilstøðin Auto í Havn fer nú aftur undir flogrutuna, sum varð niðurløgd fyri eini 25 árum síðani. Tað verður á sama hátt sum fyrr, at fólk í Havn verða heintað heima við hús, og verða koyrd á flogvøllin, sum fyrr, tá koyrt varð til Vestmanna. Av flogvøllinum verða fólk eisini koyrd til hús í Havn. Niels Pauli Hjaltalin og Gunnleif Danielsen, sum eru bilførarar hjá Auto siga, at kostnaðurin verður 180 kr, og at ætlanin er at hava trý fólk í hvørjum bili, tí tað skal vera gott pláss. Fólk skulu siga frá kvøldið fyri – og tey skulu eisini boða frá, hvussu nógv viðføri tey hava, so til ber at leggja tað til rættis soleiðis, at tey við nógvum viðføri fáa størstu bilarnar. - Nú bussarnir í Havn koyra ókeypis, og kappingin annars harðnar, verða vit noydd at finna aðrar inntøkumøguleikar, siga teir báðir bilførararnir.