fríggjadagur 12. oktober 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 • 12. oktober 2007
Vikuskifti
7
embætinum, til hann andaðist í
1944.
Jákup Reinert Hansen vísir á,
at deyðsboðini av Dahl prósti
var tað einasta, sum Fuglsang-
Damgaard, bispur, frætti úr
Føroyum undir krígnum. Eitt
stutt fjarrit varð sent úr Føroya
amti, sum tað varð kallað yvir
Stokkhólm: »Fader døde 5. juni.
Sverri Dahl«.
Vegna danska kirkjumálaráðið
setti amtmaðurin tann
elsta prestin í Føroyum í
próstaembætið, Gulak Jacobsen
í Hvalba. Hann var tá 73 ára
gamal.
Seinni í 1944 varð Jákup
Joensen settur sóknarprestur í
Suðurstreymoyar prestagjaldi, og
Blicher-Winther, sum longu hevði
5 kirkjur at røkja á Sandoynni,
fekk ábyrgdina av vestaru síðu av
Norðstreymoy.
Henda skipan riggaði helst
bara tí, at fólk frammanundan
vóru von við deknaguðstænastur
flestu sunnudagar í árinum.
Barnadópar og vígslur máttu bíða,
til prestur einaferð kom. Fólk vóru
von sjálv at jarða tey deyðu, men
mold varð ikki kastað á, fyrr enn
prestur kom.
At støðan ikki hevur verið
nøktandi, sæst m.a. í hesum
brotinum, E.M. Thulesen, prestur,
skrivaði um Føroyar undir
krígnum:
»Vi Præster har jo paa en
Maade været overladt til os selv.
Hver enkelt har stort set haft
autonom Myndighed indenfor sit
særlige Præstegæld, da vi jo på
Grund af Provst Dahls alvorlige
Sygdom allerde fra Foraaret 1941
faktisk har været uden Provst.(...)
Der har været for få Præster
paa Færøerne i disse Aar.
Og da Rejseforholdene er
saa besværlige(...) har det
nødvendigvis medført, at paa
den ene Side enkelte Præster
har haft uforholdsmæssig meget
at gøre, og paa den anden
Side, at Betjeningen ikke i alle
Forhold har kunnet blive saa
fyldestgørende som ellers.«
Bretar tóku
missiónshús
Bretska hersetingarvaldið
gjørdi ikki stór inntriv í privatu
viðurskiftini hjá vanliga
føroyinginum. Prestarnir sluppu
at tosa frítt uttan sensur, um
teir ikki nevndu nakað, ið hevði
við stratetegisk áhugamál at
gera. Tað kom sjáldan fyri,
at kríggið beinleiðis ávirkaði
teirra arbeiði. Tó tveitti eitt
týskt flogfar í 1941 bumbur eftir
vitanum í Mykineshólmi, meðan
vitaansarin, familja hansara og
presturin hildu barnadóp.
Sama ár varð eitt líkfylgi
órógvað í Klaksvík, tá flogfør
tveittu bumbur eftir skipum, sum
lógu við bryggju.
Í Vágum búleikaðust eini
6000 av teimum tilsamans 8000
hermonnunum í Føroyum. Teir
flestu búðu í barakkum, men
vællýddi obertsloytnanturin,
Adamsson, tók sær bústað
í prestagarðinum í Miðvági.
Fleiri missiónshús vóru tikin av
bretunum, og helst hava tey eisini
verið brúkt til meira »verðslig«
endamál. Kirkjurnar fingu tó frið.
Sigldu vandasjógv
So ber til at spyrja, hvussu stóð
til hjá fólkinum, sum prestarnir
skuldu tæna. Sum fiskivinnutjóð
høvdu fingu føroyingar úr at gera.
Klippfiskurin gav kvinnunum nógv
arbeiði, og av tí at íslendingar
ikki vildu sigla fisk til Bretlands,
um bretski herurin ikki vardi
fiskiflotan, tóku føroyingar sær
av hesum. Trolararnir fiskaðu,
meðan tær gomlu sluppirnar
og skonnartirnar vórðu brúktar
sum flutningsskip. Tilsamans
útvegaðu føroyingar meira enn
ein fimtapart av tí fiski, sum kom
á land í Bretlandi krísárini.
Hesir menn vunnu nógvan
pening, men av tí at fáir mans
vóru umborð á hvørjum skipi, var
eisini arbeiðsloysi. Tí fóru nógv
fólk til Íslands at arbeiða.
Av tí føroyingar nú útvegaðu
bretum fisk, vóru teir av
týskarunum roknaðir sum
fíggindar, hóast talan var um
siviliar fiskimenn, hvørs skip
➘