Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 198 - 12. oktober 2007 KRABBAMEIN Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Á veggunum í hugnaligu stovuni í Fuglafirði hanga myndir og minnir frá einum ríkum lívi. 52 ára gamla Marjun Larsen hevur mann og tríggjar vaksnar synir, og megin partin av lívi sín­ um hevur hon verið ein virk­ in partur av arbeiðslívinum í Fuglafirði. Men nú hevur hon ikki orku til nógv annað enn at vera eygleiðari. Og sum hon situr við vind­ eygað og sær børn koma rennandi úr skúlanum niðan fyri húsini og fólk fara heim úr arbeiði, greiðir hon frá sínari sjúkrasøgu. Í februar 2002, beint eftir at mamma hennara var deyð eftir langa sjúkralegu, føldi hon fyrstu ferð ein knút í øðrum bróstinum. ­ Men eg sló meg til tols við, at tað nokk ikki var nak­ að. Eg og maðurin skuldu halda stórt silvurbrúdleyp, og so skuldu vit suður eftir, so eg hevði ikki tíð at taka mær av einum lítlum knúti, greiðir Marjun frá. ­ Tá vit komu aftur, vildi eg framvegis ikki fara til lækna, men tá eg so føldi ein knút í hinum bróstinum eisini, fór eg til lækna í august hetta árið. Hon varð beinanvegin send til mammografi skann­ ing og síðani beint víðari til serlækna í bróstkrabba. Kyknir vórðu tiknar úr knút­ inum og sendar niður, og 14 dagar seinni var hon boðin suður til samtalu. ­ Boðini vóru at báðir knyklarnir máttu takast, tí tað var illkynjað. Og eg skuldi bæði hava kemo­ og stráluviðgerð. Henda túrin til Havnar minnist Marjun væl. Mað­ urin og yngsti sonurin, sum tá var 16 ár, vóru við í Havn, men hon hevði ikki fortalt teimum, at hon møgu­ liga hevði krabbamein. Teir vóru bara við, tí teir skuldu ørindi har suðuri. ­ Onkur burdi nokk havt sagt mær, at eg skuldi hava onkran við mær, tí tað var ræðuliga hart at fara einsa­ møll út aftur við teimum tungu boðunum og sjálv finna ein máta at fortelja tað fyri manni og børnum, sigur Marjun hugsunarsom. Tá Marjun hevði fingið boðini, visti hon, at hon mátti siga manninum, hvussu støðan var. Men tungt var at seta orð á støð­ una, og hon vildi ikki at son­ urin skuldi fáa tað við bein­ anvegin, so inni í einum handli í Havn fortelur hon manninum, at knúturin er illkynjaður, og at hon hevur krabbamein. Biltúrurin norður aftur var langur og tungur. Mað­ urin græt stillisliga meðan hann koyrdi, og aftanfyri sat óvitandi sonurin. ­ Men hóast vit einki søgdu, so uppdagaði sonur­ in, at okkurt var galið. Stutt eftir, beint aftaná ein døg­ urða, spyr hann, hví babba græt í bilinum. Og so for­ taldi eg synunum, sum tá vóru 16, 22 og 28, at eg hevði krabbamein og skuldi hava kemo­ og stráluvið­ gerð. At práta um sjúkuna Verforeldrini høvdu gull­ brúdleyp um somu tíð, og Marjun rokaðist og gjørdi klárt til veitsluna. Hon for­ taldi ikki nøkrum øðrum, at hon hevði krabbamein, men nýtti fyrireikingina sum ein møguleika at flýggja undan sær sjálvum og sínum egnu stúranum. ­ Tað vóru so nógvir tank­ ar. Hvussu álvarsamt er hetta, fari eg at doyggja av hesum, og hvussu við synun­ um, greiðir Marjun frá. Og fyri at sleppa undan at drukna í egnum hugsanum, royndi hon alla tíðina at vera saman við øðrum fólk­ um og vera upptikin við okkurt heilt annað. Tá gullbrúdleypið var far­ ið fram við, fortaldi hon tað so fyri familju og vinum. Og hon hevur roynt at verið púrasta opin um tað síðani. Men tað er ikki altíð, at ein orkar at greiða frá, sigur hon. ­ Onkrar dagar orkaði eg ikki at taka telefonina, tí eg visti, at tað vóru fólk, sum vildu vita, hvussu eg hevði Eg havi bjóðað mær sjálvum av ­ Eg havi ikki leitað eftir avbjóðingum sum so, men tá eg havi fingið møguleikan at verða við í ymiskum, havi eg tikið av og bjóða mær sjálvum av. Tað segði Karl Martin Samuelsen við Rás 2 í gjár. Hann var gestur í sambandi við, at hann í dag fyllir 50 ár. ­ Eg havi glett meg til at blíva 50 ár, og eg trívist framvegis sera væl á pallinum. Tað er meira ein spurningur, um fólk framhaldandi fara at tíma at hoyra meg syngja, sigur hann. Karl Martin heldur føðingardagin í Bøgøtu 3 í Klaksvík frá kl. 19.00 til 23.00 fríggjakvøldið. Signar dámdi betur gamla navnið Tjóðveldisflokkurin gjørdist herfyri til Tjóðveldi, men ein av gomlu politikarunum í flokkinum er ikki so fegin um navnabroytingina. ­ Mær betur gamla navnið, og eg var góður við tað navnið. Tí havi eg eitt sindur ilt við at góðtaka nýggja navnið hjá flokkinum. Men navnið er komið, og so skal man royna at góðtaka tað, segði Signar á Brúnni við Rás 2 í gjár. Livir við lemjandi hjáá Hóast tað eru fimm ár síðani, at Marj­­ un Larsen í Fuglafirði varð viðgj­ørd fyri bróstkrabba, so stríðist hon framvegis við hj­áárin. Sj­álvhj­álpar­ bólkurin Bót til Bata hj­á Krabba­ meinsfelagnum hevur verið ein stór hj­álp, men Marj­un eftirlýsir betri kunning um, hvørj­ar avleiðingar og hj­áárin sj­úkan hevur