fríggjadagur 12. oktober 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
8
Nr. 198 • 12. oktober 2007
høvdu Merkið málað á síðuna. Tí
var ikki tespiligt at sigla millum
minur og kavbátar, og tilsamans
doyðu 132 føroyskir sjómenn hesi
árini.
Kríggið ávirkaði
prædikurnar
Hesar umstøður ávirkaðu
sum vera man boðanina hjá
prestunum, staðfestir Jákup
Reinert Hansen í síni gransking.
Færøsk Kirketidende var komið
út síðan 1890 og varð mestsum
roknað sum málgagn hjá kirkjuni.
Kristiligt Ungmannablað kom
út fyrstu ferð í 1934, og hevði
ein meira ungdómsligan stíl.
Upplagið vaks, og sambært
lesarabrævum var ein av
orsøkunum, at fólk saknaðu donsk
bløð sum t.d. Indre Missions
Tidende og Familie Journalen.
Jákup Dahl hevði ritsjórnað
Kirkjutíðindum síðan 1925, og
linjan hjá blaðnum var rættiliga
føst. Í næstan hvørjum blaði stóð
ein føroysk prædika, sum Jákup
Dahl sjálvur hevði skrivað, og í
einstøkum førum átti Gudmund
Bruun, sum í nógv ár hevði
hildið føroyskar guðstænastur í
Keypmannahavn, prædikurnar.
Hesar prædikur vóru
tíðarleysar, og tað ber neyvan
heldur til at rokna við at finna
tilsipingar til kríggið í hesum
mánaðarligu prædikum, staðfestir
Jákup Reinert Hansen. Men av
tí at blaðið hevði eina serstøðu,
ber til at hugsa sær, at onkrar
av prentaðu prædikunum vóru
ætlaðar til onnur enn tey, tær
upprunaliga vórðu hildnar fyri.
Í mars 1941 prentaði
Kirkjutíðindi eina prædiku, sum
Bruun hevði hildið í Slotskirkjuni
á Kristiansborg 2. jóladag árið
fyri, og sum varð útvarpað í
Danmarks Radio.
Jákup Reinert Hansen
metir hesa prædiku vera
týdningarmikla, av tí
at hon umrøður ein av
høvuðstrupulleikunum við
krígnum: skilnaðin millum Føroyar
og Danmark og útlegdina hjá
nógvum føroyingum. Hesar
føroysku guðstænastur høvdu
stóran fólksligan týdning fyri
føroyingar í Keypmannahavn,
staðfestir høvundurin. Eisini varð
ein heilsan borin frá biskuppinum
í Keypmannahavn.
Mintust sjólátin
Nýggjársdag í 1942 tók Jákup
Joensen stig til eina árliga
afturvendandi guðstænastu í
Havnar kirkju til minnis um tey
sjólátnu. Jákup Reinert Hansen
metir, at Jákup Joensen kann
hava fingið íblástur frá beiggja
sínum, Robert Joensen, sum í
einum minningarorði í Kristiligum
Ungmannablaði rør framundir,
at tað sum áður kundi elva til
landasorg, høvdu fólk nóg illa
tíð at syrgja um, av tí at so nógv
annað fylti sinnini í krígsárunum.
Jákup Reinert Hansen
endurgevur eisini eitt drúgt brot
úr eini kenslubornari prædiku hjá
Jákup Joensen 1. januar 1943.
Eftir prædikuna vóru nøvnini á 60
av teimum sjómonnunum, sum
vóru farnir á sjónum farna árið,
lisin upp!
Prædikur, pengar
og politikkur
Tvær ferðir um árið skiftust
prestarnir at prædika í Havnar
kirkju. Hetta var á ólavsøku, og
tá Løgtingið kom saman fyrsta
týsdag í september í árunum
1936 til 1944.
Prædikurnar, sum Jákup
Joensen helt, tá Løgtingið
kom saman í 1941 og á
ólavsøku í 1942, høvdu ikki
sama syrgiliga dám, sum tær
til minnisguðstænasturnar á
nýggjárinum.
Her verður meira nomið
við tann stóra verðsliga
– peningaliga - vinningin, sum
er vunnin til landið tað seinasta
árið. Men eisini umrøður
hann, hvat hetta hevur kostað
í mannalívum, skipum og
moralskum forfalli. Í 1942 ávarar
hann serliga ímóti , hvat ov nógvir
pengar og ognir, matur og drekka
kunnu føra til.
Tá Løgtingið kom saman í
1943 prædikaði Mejdahl, prestur,
Hann var pápi Christian Mejdahl,
sum nú er formaður í danska
fólkatinginum.
Her snýr tað seg serliga um
danskan politikk. Mejdahl rósar
dønum fyri at hava slitið samstarv
við týska hersetingarvaldið stutt
áðrenn. Hann tosar eisini um
altjóða politikk og væntar, at
tað ræðuliga og harða kríggið
bert kann vinnast við enn og
harðari kríggi. Nýggjar áskoðanir
sum t.d. fascisma, nazisma og
kommunisma koma allar at lúta,
spáar Mejdahl. Síðani vendir
hann sær til løgtingsmenninar og
vil vera við, at politikkur er ikki
skitin, men at tað skitna kemur
frá menniskjunum sjálvum.
Í september 1944, prædikar
sandoyarprestur, Blicher-Winther.
Hann er bjartskygdur og væntar,
at kríggið verður liðugt áðrenn
Tingið er komið saman árið eftir.
Í prædikuni verða líðingarnar hjá
norrmonnum og dønum undir
týskum hervaldi nevnd. Men
eisini tað fámenta føroyska fólkið
hevur síni deyðu at minnast,
minnir hann á – og lutfalsliga
hava føroyingar helst fleiri deyð
at minnast enn nøkur onnur tjóð.
Friður eftir kríggj
og útlegd
Sum heild metir Jákup Reinert
Hansen, at viðurskiftini undir
seinna heimsbardaga settu stór
krøv til fámentu prestarnar í
Føroyum, men at teir røktu sína
skyldu, sum teir áttu.
Tað kann tykjast, sum
broytingarnar hava verið stórar
og eru komnar skjótt í føroyska
samfelagnum í krígsárunum. Fólk
fingu vunnu fitt av peningi og
nýtslan vaks hareftir. Men so við
og við settu teir menniskjaligu
missirnir síni spor.
15. apríl 1945, stutt fyri at
týskararnir góvu skarvin yvir,
komu tey góðu viðurskiftini við
bretska hersetingarvaldið til
sjóndar, tá ein felags føroysk,
donsk og ensk guðstænasta
varð hildin í Havnar kirkju fyri
Roosevelt, forseta í USA. Og
tá kríggið er av, takkar Blicher-
Winther í Sands kirkju Bretlandi,
USA og Russlandi fyri avrikið.
Friðurin kendist sum ein lætti,
og í prædiku síni tann 19. august
1945 ynskir Jákup Joensen
øllum teimum mongu útisetunum
vælafturkomnum, sum hava verið
í útlegd.
Friðurin mundi eisini kennast
sum ein lætti hjá teimum
donsku prestunum, sum ikki
vóru slopnir at vitja heimlandið
hesi árini. Tað gekk heldur ikki
long tíð, fyrr enn flestu teirra
høvdu fingið sær prestaembæti
í Danmark, og ungir føroyskir
guðfrøðingar høvdu tikið sæti í
teirra embætum ella í nýggjum
embætum, sum komu eftir
kríggið.
Jákup Reinert Hansen, sóknarprestur, ið
júst hevur latið úr hondum ein part av síni
gransking um føroyska kirkjusøgu undir seinna
heimsbardaga.
Greinin »Færingerne og folkekirken 1940-1945«
stendur í bókini »Kirken mellem magterne«,
sum er eitt heiðursrit, ið er ognað Jens Holger
Schjørring, ið er professari á universitetinum í
Århus.
Jákup Reinert Hansen sigur við Sosialin, at fyri
honum er tað ein heiður at verða boðin at skriva
til ein slíka bók, sum kemur út millum nógv fólk
og á stór bókasøvn.
- Fleiri av teimum føroysku prestunum, sum
hava lisið í Århus, hava gingið til undirvísing
hjá Schjørring og skrivað uppgávu hjá honum.
Hann var vegleiðari hjá mær ta seinastu tíðina,
eg skrivaði mína Ph.D. Evnið Fólkakirkjan og
krígsárini í Føroyum er áhugavert, og lítið og einki
er skrivað um tað.
- Tað er sera gevandi fyri meg sjálvan, serliga
at hitta fólk, sum minnast hesa tíðina aftur. Tey
lurta við stórum áhuga og hava altíð okkurt at
leggja aftrat, sum ger, at eg fari ríkari heimaftur,
enn eg kom, sigur Jákup Reinert Hansen.
»Kirken mellem magterne« er útgivin á
forlagnum ANIS og fæst til keyps í Gamla
Kirkjan undir krígnum
Jákup Reinert Hansen, sóknarprestur