fríggjadagur 12. oktober 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 198 - 12. oktober 2007
Jan aftur í luftina eftir 30 ár
Hósdagin var Jan Müller, ábyrgdarstjóri á Sosialinum, aftur vertur í
útvarpssending. Fyri 30 árum síðani var hann í praktikk í Útvarpinum,
sum tá sendi frá Bryggjubakk í Havn, og síðani hevur hann bara verið
sum gestur í útvarpi. Hósdagin sendi Jan tveir tímar beinleiðis útvarp
úr Pegasus í Klaksvík, og millum gestirnar í sendingini vóru Signar á
Brúnni, Karl Martin Samuelsen og Finnur Sivertsen. Fríggjamorgunin
varð Jan vertur í sending, sum var send úr Miðlahúsinum í Vágsbotni,
og tað er í sama grannalagi sum Bryggjubakki.
Gud uttan fyri politikk
Mikudagin var Kristine Stricker Hestbech, nýggjur prestur í
Havn, gestur á Rás 2. Í sendingini varð millum annað tosað um
átrúnað í gerandisdegnum, og lurtarar sendu eisini spurningar til
prestin. Ein av spurningunum frá lurtarunum var, hvat prestur
heldur um, at átrúnaður og politikkur onkuntíð verða blandað
saman í løgtingsarbeiðnum. Danski presturin hevði eina avgjørda
hugsan um hetta. - Átrúnaður og politikkur skulu ikki blandast
saman. Tað er einki galið við at hava trúgvandi politikarar í
løgtinginum, men tað er skeivt at spenna Gud fyri tann politiska
vognin, segði Kristine Stricker Hestbech við Rás 2.
rinum frá bróstkrabba
tað, og eg orkaði ikki at
snakka um sjúkuna.
Men hóast henni ikki
dámdi, tá fólk beinleiðis
spurdu um sjúkuna, so
gleddi tað hana, tá fólk
komu og søgdu, at tey hugs-
aðu um hana ella bóðu fyri
henni.
- Tað føldist virkuliga
gott, tá fólk vístu, at tey
høvdu umsorgan, men tað
kendist sjálvandi líka sárt,
tá tey fluttu seg av vegnum,
tí tey ikki høvdu mót at
møta mær, sigur Marjun
erliga.
Krabbameinsfelagið
og
sjálvhjálparbólkurin Bót til
Bata hava havt serligan
týdning, tí har hevur Marjun
kunnað tosað við kvinnur,
sum veruliga skilja, hvat
hon hevur verið ígjøgnum.
- Jansy Gaardlykke frá
krabbameinsfelagnum kom
til mín, tá eg lá á hvíldar-
heiminum eftir skurðvið-
gerð. Hon var sera góð í
ráðum og gav mær eisini
ein persón úr Bót til Bata at
tosa við, og henda kvinnan
hevur hjálpt mær ótrúliga
nógv, greiðir Marjun frá.
Betri kunning
Kemo- og stráluviðgerðirnar
gingu væl, og Marjun letur
væl at onkulogisku deild á
Landssjúkrahúsinum
og
krabbameinsdeildini í Ål-
borg, har hon var í viðgerð.
Men hon kennir eitt sindur,
at hon var slept upp á fjáll,
tá viðgerðin var liðug.
- Krabbameinsfelagið og
kvinnurnar í Bót til Bata
hava verið ótrúliga góðar,
men eg sakni, at krabba-
meinssjúklingar fáa meira
kunning. Eg hevði viljað, at
onkur hevði sagt mær, at tú
tekur hetta medisini, og tí
fært tú hesi hjáárinini, sigur
Marjun.
Í staðin hevur hon ofta
upplivað læknavitjanir sum
hugnalig prát, sum ikki
hava givið henni tað, sum
henni tørvar.
- Kanska áttu kommunu-
læknar at verið betri skúlað-
ir í krabbameinstrupuleik-
um, tí tað eru teir, sum
skulu lofta øllum sjúkling-
unum, tá viðgerðin er liðug,
staðfestir
Marjun.
Hon
greiðir frá, at hon kendi seg
í tryggum hondum á Lands-
sjúkrahúsinum, men tá við-
gerðin var við at vera liðug,
merkti hon, at tey royndu at
inndraga kommunulæknan.
- Tá eg skuldi hava sjúkra-
váttan, bóðu tey meg fara
til kommunulæknan, og eg
fekk tað fatan, at nú var tað
kommunulæknin, sum eg
skuldi venda meg til.
Hon hevur havt stórar
trupulleikar við pínu í liðun-
um, serliga í arminum. Men
hon fekk onga ávísing til
fysioterapeut.
Á
einum
fundi hjá Bót til Bata fekk
hon tilvildarliga at vita, at
hon kundi ringja beinleiðis
til onkologisku deild og fáa
ávísing. Hetta gjørdi hon,
og so slapp hon endiliga til
fysieoterapeut.
- Eg havi eisini havt trup-
ulleikar við hondini og tuml-
inum og havi fingið skurð-
viðgerð. Men ikki fyrr enn
eg var til hálvárligu kann-
ingina í mei í ár, fekk eg at
vita, at hetta hevði beinleiðis
samband við tað medisin
eg taki.
Óarbeiðsfør
Umframt pínuna í liðunum
hevur Marjun eisini mangl-
að styrki og orku. Hóast
hon ikki longur er sjúk, er
hon heldur ikki nóg frísk til
at arbeiða.
- Læknin heldur, at eg burdi
orkað at arbeitt, men eg sleppi
ikki burtur úr møðini. Og tað
merkir sjálvandi dagligdagin,
sigur hon álvarsom.
Stutt fyri at hon gjørdist
sjúk, hevði hon fingið nýtt
starv í einum barnagarði.
Og tey vóru sera beinasom,
tá hon gjørdist sjúk, greiðir
Marjun frá. Tey longdu
hennara starv í eitt hálvt ár,
hóast hon ikki var til
arbeiðis.
- Eisini tá eg fekk eitt
vart starv á eldrasambýli-
num, merkti eg vælvild
bæði frá stovninum og teim-
um á almannastovuni. Men
eg havi virkuliga ikki orku
at arbeiða, sigur Marjun
tungliga.
Tað endaði við, at hon
segði varda starvið frá sær
fyri nøkrum mánaðum síð-
ani.
- Tað er tungt ikki at orka
nakað, og tað hevur eisini
verið hart at venja seg við,
at eg ikki longur klári meg
sjálva. Eg fái lægstu fyri-
tíðarpensión á 4.600 krónur,
men tað røkkur sjálvandi
ikki langt.
Familjan og netverkið
hava stóran týdning fyri
Marjuna. Hon sigur, at hon
als ikki hevði verið før fyri
at komið ígjøgnum sjúkuna
uttan tann stuðul, sum hon
fekk frá manninum.
- Hann er farin ígjøgnum
alt saman við mær, og tað
hevur hjálpt mær ótrúliga
væl. Og kenslan av, at eg
havi eina familju og vinir,
sum standa aftanfyri meg,
gevur mær eisini styrki, sig-
ur Marjun avgjørd og hygg-
ur út gjøgnum vindeygað.
- Tað føldist virkuliga gott, tá fólk vístu, at tey høvdu umsorgan,
men tað kendist sjálvandi líka sárt, tá tey fluttu seg av vegnum,
tí tey ikki høvdu mót at møta mær, sigur Marjun Larsen
Mynd: Høgni Thomsen
”
Læknin heldur,
at eg burdi orkað
at arbeitt, men eg
sleppi ikki burtur
úr møðini. Og tað
ávirkar sjálvandi
gerðandisdagin
- Krabbameinsfelagið
og kvinnurnar í Bót til
Bata hava verið ótrúliga
góðar, men eg sakni, at
krabbameinssjúklingar fáa
meira kunning. Kanska
áttu kommunulæknar
at verið betri skúlaðir í
krabbameinstrupulleikum,
tí tað eru teir, sum skulu
lofta øllum sjúklingunum,
tá viðgerðin er liðug, heldur
Marjun Larsen úr Fuglafirði
Mynd: Høgni Thomsen