fríggjadagur 12. oktober 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 • 12. oktober 2007
Vikuskifti
9
skemt
Innan tvær vikur hava vit havt tveir
“franskar” visittir. Fyrst var tað
William Jefferson “Bill” Clinton, ið
kom til lands. Kom oman á Vaglið,
stuðlaði handilsvinnuni í Miðbýnum,
og segði so nøkur góð og væl vald
orð í Norðurlandahúsinum. Og sigast
má, at Bill legði okkum “Flag” á.
Flestu okkara hava valt, ikki at hava
flagtak fyri at sleppa undan øllum
kyktum, ið koma í kjalarvørrinum
av einum flagtaki. Men flagtøkini
var tað fyrsta og besta, sum tann
gløggi Clinton tók til sín á stuttu
Føroya-ferðini. So nú sita vit øll,
uttan kanska bara Óli B. og vóna, at
Hillary vinnur forsetavalið komandi
ár. Tí so verður flagtak lagt oman yvir
Hvítu Húsini. Men um flagtakið fer at
røkka, sum rakett-skjøldur hjá Hvítu
Húsunum man verða meira ivasamt.
Men Bill Clinton fæst óiva at skriva
undir uppá, at flagtøk verður ein góð
útflutningsvøra hjá Føroyum. Clinton
hevur so skrivað undir, og skrivað
uppá alt møguligt annað, her á stuttu
Føroya-vitjanini. Í hesum døgum hava
vit fingið ein annan franskan visitt,
nevnliga franska fótbóltslandsliðið.
Hesir eru kortini so frægir, at teir
liggja nátt í Føroyum. Hartil hevur
Atlantic Airways ikki verið undir tr‡sti
at taka fleiri setur úr flogfarinum. Og
so kostar tað ikki 5.000 kr. at síggja
hesar bóltsnillingarnar, men “bara”
300 kr. Thierry Henry er við. Uttan at
siga nakað ónt um Henry kunnu vit
róligt staðfesta, at hann rennur minst
líka skjótt sum Marion Jones! Henry
hevur kanska skift felag, men hann
hevur so ikki skift gear. Líka síðani
vit tóku fyrsta stigið út í tað stóru
fótbóltsverðina í 1990, hevur knípt við
at koma upp í gear! Og ikki so sjáldan
hava vit spolað í brekkuni, og hava
fingið nakrar ordans yvirhálingar. Men
altíð hava vit kunna givið landsliðs-
bilinum ein góðan brekkustart, og
so hava vit herja á brekkkuna aftur.
Og tíðum eru vit komin á, og tað eru
tær løturnar – tíbetur – sum standa
fastast í minninum! Meðan Henry
jaktar metið hjá UEFA-forsetanum
Michel Platini, sum eisini hevur
verið ein franskan visitt í Føroyum,
so jaktar Rógvi Jacobsen mál nr. 10.
Rógvi torir ikki at lova okkum, um tað
kemur hesuferð, um eitt ár, tvey ár,
ella nakrantíð. Men tá tað einaferð
kemur – vónandi skjótt – er hann mest
skorandi føroyingur í heimssøguni, við
10 málum. Men tað er kalt í botninum!
Vit hava tr‡ mál frá Rógva í hesari
kappingini, men enn er kalt; 0 stig. Vit
hava tríggjar dystir eftir, ímóti trimum
av teimum 8 liðunum, ið vóru í HM-
fjórðingsfinaluni. Og kortini spyrja vit:
“Fáa vit fyrsta stigið í 2007”. Ella mugu
vit liva við einari null-loysn? Tá er
kanska betur við einari franskari visitt
frá Bill Clinton. Bill er frá Littlerock,
so kanska hann viðger føroyska grótið
næstu ferð? Tí tá vinna vit øll, Bill fær
so eisini sítt. Kanska Demokratia fær
lokkað Hillary til Føroya í næstum,
hvør veit?
Sigast má, at SEV-stýrið hevur verið eitt fyri-BYRGINGAR-ráð.
Nú fer Klæmint at brúka sína VATNorku uppá okkurt annað.
Nú nýtast aðrir streymveitarar ikki at hava WEIHE-loyvi!
Ivasamt er hvussu nógv vatnorka fæst úr Stórutjørn?
Clinton skrivaði á fleiri setur, mundi hann fáa tíð at skriva á Fróðskaparsetrið.
Flogfarið hjá Atlantic er farin til reinsingar tí Clinton hevur skrivað á øll setrini!
Næstu ferð Clinton kemur til Føroya, fer hann at skipa fyri einum SETURsskúla.
Leyst og fast um
stórt og smátt
Tóku fyrsta stigið í 1990,
fáa vit fyrsta stigið í 2007?
Oscar í pakkhúsinum
Oscar-heiðurslønin er nakað av tí
størsta, sum fólk innan filmsídnaðin
kunnu uppliva, men Oscar-standmyndin
– sjálv ímyndin av stór showinum – er
ikki altíð at finna á tí reyða løparanum.
Á myndini sæst listakvinnan Dena
D’Angelo í holt við at mála stóra Oscar-
standmyndir til komandi Oscar showið,
sum veðrur hildið fyrst í komandi ár.
Arbeiðið hjá D’Angelo fer fram í einum
pakkhúsi í Sagus í California – so hesir
Oscar’nir eru ikki blivnir við forkelaðir
við glitri og gleimi enn.
Pávin á vøllin
Kanska verður pávin Benedict XVI tann næsti, sum fer at lata
seg í einar gular gaggur og fer at renna á vøllin á Olympiska
leikvøllinum í Rom. I øllum førum hevur hann fingið eina nýggja
fótbóltstroyggju, sum Giovanni Langella úr Ancona lat honum
nú um dagarnar. Á rygginum hevur pávin fingið nummar 16.
Troyggin var latin pávanum í sambandi við ein vælgerandi
fótbóltsdyst. Kanska hevði tað verið líka gott, um pávin – um
hann nú ætlar sær á vøllin – kemur í onkrum av teimum
hátíðarligu klæðunum, sum hann annars plagar at ganga í.