Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 198 - 12. oktober 2007 - At okkara heilsøla stendur seg í kapp- ingini við tær stór, kemur fyrst og fremst av, at vit hava góðar vørur – og ikki minst góð starvsfólk, sigur klaksvíkingurin Eyðfinn Olsen. Hóast hann bert er 24 ára gamal, tók hann við starvinum sum stjóri í Kjølbro Heilsøluni í Klaksvík 1. oktober Stjóri Orð & myndir: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: Tað vóru kanska mong sum undraðust á, at Eyðfinn Olsen skuldi verða nýggjur stjóri á heilsøluni í Klaksvík. Mundi ein so ungur mað­ ur, sum nóg illa var fyltur 25, kunna leiða eina slíka søguríka og stóra fyritøku inn í avbjóðingarnar í fram­ tíðini? Eyðfinn hevur helst eisini hoyrt somu spurningarnar. Men svar hansara er greitt: ­ Jú, tað kann vera at eg eri ungur. Men eg føli meg ikki ov ungan at verða stjóri her, slær hann fast yvirfyri Sosialinum. ­ Tað hjálpir mær sera væl, at eg kenni fyritøkuna frammanundan. Tí dugi eg ikki at síggja, at aldurin skal vera nøkur forðing! Lyfta í felag Á samkomu í heilsøluni fríggjadagin í farnu viku varð fyrrverandi stjórin, Jákup Mikkelsen alment loystur av sum slíkur. Fyri tann nýggja stjóran er greitt, at ein so stór fyri­ tøka sum hansara, altíð stendur yvirfyri avbjóðing­ um í framtíðini. ­ Eg eri væl yngri enn Jákup, men eg havi arbeitt her áður. Hjá mær verður uppgávan at halda fram við tí arbeiðinum, sum longu er gjørt ­ og at lyfta tað enn hægri upp. ­ Tað er ein stór avbjóðing, tað veit eg. Men við góðu starvsfólkunum fara vit eisini at røkka hesum máli, slær hann fast. Hann fer tí undir spenn­ andi uppgávuna við góðum móti. Tí, sum hann sigur: ­ Her eru onnur fólk, sum hava verið leingi í fyritøk­ uni. Tað er altíð gott at hava nýggj og roynd fólk saman í eini fyritøku. Góð menning Eftir at hann fekk bjóðað starvið og síðani tók við stjórastarvinum, verður ein av uppgávum hansara at seta seg inn í alt tað, sum er hent hesa seinastu tíðina. ­ Eg kann longu nú stað­ festa, at felagið hevur verið í eini góðari menning. Og hesa gongdina ynski eg at halda fram við, sigur nýggi stjórin. Sjálvur hevur hann bæði visjónir og ambisjónir fyri heilsøluna í framtíðini. ­ Vit ynskja alla tíðina at veita ta bestu tænastuna til viðskiftafólkini. Hetta ar­ beiðið fara vit framvegis at leggja dent á. ­ Men í kappingini við aðrar heilsølur er somuleiðis neyðugt at koma við nýggj­ um produktum, og eisini víðka um úrvalið av vørum, sigur hann bjartskygdur. Væl umtókt J. F. Kjølbro Heilsølan hev­ ur virkað kring landið í meiri enn 45 ár. Og sum skilst ætlar nýggi stjórin at gera sítt til, at fyritøkan eisini fer at standa seg í framtíðini. Slíkt kemur ikki av ong­ um, men sum Eyðfinn tekur til: ­ Vit umboða nógvar góð­ ar vørur og sum vit vita eru væl umtóktar av viðskifta­ fólkunum. Og so haldi eg eisini, at vit veita teimum eina sera góða tænastu. ­ Hesi bæði tilsamans gera sítt til, at vit selja so væl, slær hann fast. Við ungum stjóra inn í fra Kjølbro Heilsølan Hevur heimstað í Klaksvík, og telist millum tær stóru heilsølurnar í landinum. Heilsølan selur serliga nógvar matvørur, eisini til proviantering av skipum, góðgæti og nógv annað. Selt verður fyri ein stóran part í Klaksvík, men viðskiftafólk finnast haraftrat kring alt landið. Á heilsøluni arbeiða umleið 20 fólk. Longu á ungum aldri legði fyrrverandi stjórin, Jákup Mikkelsen merki til nýggja stjóran. – Hann er ein ótrúliga góður maður, sigur Jákup Vøruúrvalið er stórt – og eisini væl umtókt millum viðskiftafólkini. Her er Rói Jacobsen, goymslumaður ” Tað kann vera at eg eri ungur. Men eg føli meg ikki ov ungan at verða stjóri her Vindur darvaði St. Ola Tann nógvi vindurin í gjár darvaði suðuroyarsiglingini eitt sindur. Í nógva vindinum hevði St Ola ilt við at leggja at á Krambatanga, skrivar Suðuroyarportalurin. Skipið tók eina vend inn móti innara parti av fjørðinum, men fór so útum at bíða eina løtu. Tá var vindurin var upp móti 20 m/s, men hann minkaði spakuliga. Klokkan 15 royndi St. Ola aftur, og hesa ferð bar til. St. Ola røkir suðuroyarsiglingina fyri Smyril, sum er í dokk í Landskrona.