fríggjadagur 12. oktober 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 • 12. oktober 2007
Vikuskifti
10
Ein dreymur
er gingin út!
Soleiðis kennist tað hjá havnar
manninum Halgir Arge, nú hann
hevur fingið fótin inn um hjá
einum stórum altjóða oljufelagi.
Ikki tí, starvið fekk hann longu
áðrenn hann varð liðugur at lesa
til oljuverkfrøðing á HeriotWatt
Universitetinum í Edinburgh.
Tilsøgnina um starvið fekk hann
í juli, hann gjørdist liðugur í
september, og longu um eina
góða viku verður kósin sett móti
eysturríkska høvuðsstaðnum
Wien. Fyribils starvssáttmálin er
galdandi í tvey ár, sum er at rokna
sum royndartíð.
– Fyrsta árið kemur at ganga
við upplæring í Wien, har eg
millum annað skal hyggja eftir
dátum úr brunnum, testa tey og
so framvegis. Starvsheitið at
byrja við er ”Junior Reservoir
Engineer”. Sum tíðin gongur
vænti eg at fáa uppgávur í yms
um londum, tó at eg komi at hava
mín grundvøll í Wien, greiðir
Halgir Arge frá.
OMV hevur virksemi í 21 lond
um og er eisini virkið í oljuleiting
í føroyskum øki. Saman við
Chevron, Statoil og Dong er OMV
partur av Rosebank fundinum
skamt eystan fyri føroyska mark
ið, og somu oljufeløg byrjaðu
í summar at gera seismiskar
kanningar vestan fyri Rosebank
inni á føroyska landgrunninum.
Fundamentið lagt á
Fróðskaparsetrinum
Halgir W. Arge laðaði funda
mentið fyri síni yrkisleið á
Fróðskaparsetrinum, har hann tók
bachelorprógv í kolvetnisverkfrøði
í 2004. Hann var ein av teimum
fyrstu sum tóku prógv í hesi
útbúgving, eftir at hon varð sett á
stovn á Náttúruvísindadeildini hjá
Fróðskaparsetrinum.
– Útbúgvingin á Náttúruvísinda
deildini var eitt gott fundament
at byggja víðari á. Støðið er
høgt, og tað ber til at fáa nógv
burturúr, um ein annars er væl
disciplineraður. Serliga er ein væl
fyri matematiskt og alisfrøðiliga,
heldur Halgir Arge.
Eftir at vera blivin bachelor
starvaðist hann í tvey ár hjá
Smyril Line og fór síðani í 2006
til Edinburgh at lesa víðari.
Eitt gott ár seinni kann hann
rópa seg Master of Science
innan kolvetnisjarðfrøði. Nógvir
føroyingar lesa í Danmark,
har tað tekur tvey ár at fáa
kandidatstig eftir bachelor, men
í Bretlandi eru útbúgvingarnar
øðrvísi skipaðar.
– Ein master tekur eitt ár eftir
bachelor, og hetta kemst millum
annað av, at undirvísingin er sera
miðsavnað. Eg havi heldur ikki
havt nakra summarferiu í ár, sigur
Halgir Arge.
Heriot Watt universitetið í
Edinburgh hevur gott orð á sær,
men har er væl dýrari at lesa
enn vanligt aðrastaðni. Sostatt
mátti Halgir útvega sær næstan
190.000 krónur (17.000 bretsk
pund) til sína master. Av hesum
rindaði ÚSUN tær 120.000
krónurnar, meðan hann sjálvur
mátti fíggja írestandi umleið
70.000 krónurnar við millum
annað lántøku.
Øðrvísi
upptøkuroynd
Halgir dylur ikki fyri, at hann
er sera fegin um at hava fingið
starv hjá einum altjóða olju
felag. Hetta hevur hann sæð
fram til, líka síðani hann gekk
á Fróðskaparsetrinum. Hann
er sjálvur annar av tveimum úr
flokkinum á Heriot Watt universi
tetinum, sum hevur fingið starv
hjá OMV. Men hini í flokkinum
hava heldur ikki verið við skerdan
lut.
– Flestu í flokkinum høvdu
longu fingið arbeiði, áðrenn
lestrartíðin var liðug. Hetta
komst millum annað av, at fleiri
oljufeløg løgdu leiðina framvið
á universitetinum og eggjaðu
teimum lesandi til at søkja starv
hjá sær, greiðir Halgir Arge frá.
Upptøkuroyndin til starvið hjá
OMV var heldur óvanlig í mun til
tað, vit kenna til í Føroyum.
– Átta kandidatar úr ymisk
um londum vórðu bodnir inn til
upptøkuroynd. Henda upptøku
royndin var ein samanseting
av samrøðu og nógvum øðrum
aktivitetum, sum vórðu skipaðir
yvir ein heilan dag. Til dømis
blivu vit sett upp ímóti einum
leiklistarmanni, vit skuldu arbeiða
saman í bólki og fingu ymiskar
margháttligar uppgávur at loysa.
Alt hetta varð nokk fyriskipað fyri
at vita, hvussu vit reageraðu upp
á óvæntaðar hendingar, greiðir
Halgir frá.
Í sambandi við upptøkuroyndina
var Halgir í Eysturríki í 2 dagar,
men hevur annars ongantíð verið
í hesum vakra alpulandinum
fyrr. Landið er millum annað
kent fyri síni mongu áhugaverdu
skíðferiumál, men heldur ikki
hetta hevur havt stórvegis áhuga
hjá Halgiri, sum bert hevur
staðið á skíð einaferð í lívinum.
Hann letur tó møguleikan standa
opnan, at hetta kann broytast.
Hinvegin hevur hann fingist
nógv við tónleik, hevur verið
trummuspælari í bólkum sum
Tangz og Páll Finnur Páll, so hann
útilokar ikki, at hann fer at gera
okkurt við tónleikin í frítíðini.
Okkurt fer hann helst at finna upp
á, tí hann flytir einsamallur niður
í fyrstu syftu, eftirsum at daman
verður eftir og ger seg lidna við
sína pedagogútbúgving.
Kanska týdning at
vera føroyingur
Halgir dugir ikki at siga, um tað
hevði nakran týdning, at hann
Frá Setrinum til Edinbu
Í 1990 vunnu Føroyar sín fyrsta UEFA dyst í fótbólti
ímóti Eysturríki, og hetta fór ikki púra aftur við
borðinum, tá Halgir W. Arge fekk sítt dreymastarv
hjá eysturríkska oljufelagnum OMV. Hann er júst
liðugur við sína útbúgving sum oljuverkfrøðingur
og skal byrja hjá OMV um eina viku
Starv í oljuvinnuni
Hilmar Simonsen
Vist tú:
• Halgir er trummuspælari og hevur spælt við
Tangz og seinastu tvey árini við Páll Finnur
Páll.
• Halgir byrjaði sína starvsligu karrieru
á Fróðskaparsetrinum, har hann tók
bachelorprógv í kolvetnisverkfrøði