Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 - 12. oktober 2007 11 tíðindi amtíðina Saltaði skinn sum 12 ára gamal Hóast Eyðfinn nú er setstur í stjórastólin á Stangavegi 3, er hann als ikki ókendur við arbeiðið hjá – og í! – heilsøluni. - Ja, eg byrjaði faktiskt her, tá eg var eini 12-13 ára gamal, greiðir hann frá. Hetta arbeiðið var í fyrstu syftu at salta seyðaskinn, og seinni var Eyðfinn eisini í starvsvenjing í heilsøluni, tá hann gekk í framhaldsdeildini í Klaksvík. Tað var kanska heldur ikki av tilvild, at Eyðfinn eftir lokna skúlagongd fór í læru á skrivstovuni í heilsøluni: Stjóri í fyritøkuni – Jákup Mikkelsen - var ein av lærarum hansara, og sum longu í ungum aldri hevði lagt merki til sjáldsomu evnini hjá unga dronginum. Seinastu tvey árini hevur Eyðfinn arbeitt hjá grannskoðarafyritøkuni SPEKT í Havn. Hesa tíðina hevur hann ikki havt nakað við heilsøluna at gera. - So eg havi eitt sindur at innheinta nú, sigur hann. Nógv fremmand skúlabørn Á Akranesi í Íslandi eru seytjan skúlabørn, sum hava útlendsk foreldur, og tað er meiri enn tvær ferðir so nógv sum fyri bara einum ári síðani. Tá vóru tey fremmandu børnini sjey í tali. Børnini ery komin til Íslands saman við foreldrunum, sum eru komin hagar at arbeiða. Nógv tey flestu eru úr Póllandi. Býráðið á Akranesi sigur, at skúlarnir hava havt ávísar trupulleikar av, at tey fremmandu børnini eru vorðin so mong í tali, og at tað ávirkar frálæruna. Tyrla misti brennievni Ein tyrla hjá grønlendska felagnum Air Greenland misti fyrradagin ein tanga við 700 litrum av brennievni í havið í Sermitsiaqfjørðinum nærhendis Nuuk. Tangin hekk uppi undir tyrluni, men loysnaði av einari ella aðrari orsøk og datt í havið. Sløkkiliðið í Nuuk tók tangan upp, men tá var alt brennievnið runnið úr honum. Myndugleikarnir siga, at tað loysir seg ikki at taka evnið upp, tí tað dampar av sær sjálvum eftir stuttari tíð, siga teir. - Fáa vit ikki manna línuskipini optimalt, kunnu menn ikki ganga vanligu vaktirnar. Sjólívið verður strævnari, og færri línur fara í sjógvin. Fiskiskapurin minkar. Uppi á landi fáa virkini minni fisk. Útboðið minkar, og fiskurin verður dýrari. Tað verður verri hjá virkjunum at fáa fólk, tí arbeiðstímarnir verða ov fáir. Fiskurin verður savnaður á færri virkjum – og onnur standa tóm, sigur Jóhannes Olsen, reiðari Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Jóhannes Olsen, sum eisini er formaður í felagnum Línuskipum, sigur, at oman fyri nevnda dømi er ein ónd ringrás, ið kann koma okk­ um sum fiskivinnusamfelag aftur um brekkur. ­ At sjólívið gerst strævn­ ari og gevur minni, fer ikki at gera tað lættari hjá okk­ um at manna skipini. At minni fiskaarbeiði verður á okkara fiskavirkjum, ger heldur ikki, at lættari verður at fáa fólk. Trupulleikarnir verða bara størri, sigur reið­ arin. Aftur útsett Jóhannes Olsen er sjálvur reiðari á fýra línuskipum. Tað hevur gingið rímiliga væl at manna tey trý, Mas­ cot, Sigmund og Morgun­ stjørnuna. ­ Verri hevur gingist at manna Eysturoying. Nú eru so tríggir póllendingar við Eysturoyingi. Tveir komu fyrst og so tann triði, sum ikki fekk komið í sama flog­ fari sum hinir báðir. Hesir hava verið umborð á Eystur­ oyingi í heyst. Ætlanin hjá reiðaranum var at fáa nakrar fleiri pól­ lendingar heim til Føroya at sigla, men higartil eru teir so bara tríggir. ­ Vit hava hoyrt landsstýr­ ismannin, Jacob Vester­ gaard, sum aftur hevur útsett ætlaðu broytingarnar á hesum øki, so tað verður lættari at fáa útlendska ar­ beiðsmegi heim til Føroya. Jóhannes sigur, at so­ leiðis, sum gongdin hevur verið á hesum øki, tekur tað fleiri mánaðir at fáa fólk heim higar at sigla. ­ Tað er spell, at hetta hev­ ur drigið út. Fyritøkan Ocean Wide í Føroyum hevur verið okkum ein góð hjálp, men verandi skipan er alt ov stirvin, leggur hann aftrat. Liggja og bíða Javnan hoyrist, at skip liggja, tí tey ikki fáa fulla manning. Vit spurdu tí for­ mannin í Línuskipum, sum krevja nógv fólk til síni skip, um hetta veruliga er so. ­ Jú, tað er rætt, at nøkur skip ikki altíð sleppa útaftur beinanvegin, tí tey ikki fáa nóg mikið av fólki. Tey kunnu soleiðis bíða upp í dagar, til menn eru tøkir. Onkur maður er kanska ikki tøkur beinanvegin, og tá eingin annar útvegur er, noyðast skipini at bíða. Jóhannes sigur, at støðan avgjørt ikki er haldgóð. ­ Hetta gongur út yvir teir, sum annars eru við hes­ um skipum. Línuskipini í okkara bólki eru 27 í tali, og vanliga manningartalið er 14. Teir kunnu vera 13 og ganga vanligu vaktirnar. Men fer manningartalið nið­ ur á 12, ber ikki til at ganga 6 og 6 tímar, og tá gerst sjólívið munandi strævnari, samstundis sum minni lína fer í sjógvin. Stabil manning Jóhannes sigur, at føroysku línumenninir eru rættiliga stabilir og dugnaligir, men teir eru ov fáir. Skipini krevja nógv fólk, og til­ gongdin er ov lítil, nú tilboð­ ini eru so mong. Reiðarin heldur tó ikki, at tað er verri at manna línu­ skipini í økjum, har nógv línuskip eru. ­ Har línuskip hava verið og eru ein partur av tradi­ tiónini gjøgnum fleiri ár, kann tú í flestu førum finna onkran, sum hevur hug at fara onkran túr, tá tøvur er á fólki. Jóhannes Olsen ásannar tó, at nú trot er á arbeiðsmegi á fleiri økjum í samfelag­ num, er verri at finna fólk, enn tað hevur verið. ­ Tí er avgjørt neyðugt at loysa upp fyri møguleikan­ um at útvega sær sjófólk úr øðrum londum, sum sam­ stundis gera tað lættari hjá føroyskum fiskimonnum at liva og virka umborð, sigur reiðarin. Skip bíða eftir fólki - Tað er avgjørt neyðugt at loysa upp fyri møguleikanum at útvega sær sjófólk úr øðrum londum, sum samstundis gera tað lættari hjá føroyskum fiskimonnum at liva og virka umborð, sigur reiðarin, Jóhannes Olsen