Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 • 12. oktober 2007 Vikuskifti 11 rgh og víðari til Wien er føroyingur, tá hann fekk starv hjá OMV. Hetta væntar hann tó ikki. Men tað er eingin loyna, at oljufeløg í ávísan mun seta lokal fólk í starv, har tey hava virksemi. OMV hevur nógv virk­ semi í Norðsjónum og økinum vestan fyri Hetland, og luttekur eisini í oljuleiting inni á føroyska landgrunninum saman við feløg­ um sum Chevron og Statoil. ­ At brúka lokala arbeiðskraft hevur helst týdning fyri eitt olju­ felag, men eg veit ikki, hvussu nógv tað vigar. Eg veit heldur ikki, hvørjum økjum eg komi at arbeiða við, so tað er ilt at meta um, um tað hevði nakran týdning, at eg eri føroyingur. Men tað var kanska øðrvísi við fótbóltinum...? ­ Ja, leiðarin fyri starvssetanina og eg fingu okkum ein bíligan látur um ta ferðina, tá Føroyar vunnu á Eysturríki í Landskrona, heldur Halgir fyri. Sig so tað, at sjálvt um 17 ár eru liðin, síðani hetta hendi, so situr tað framvegis frammalaga í huganum hjá mongum. Lat okkum bert vóna, at tað hendir aftur...og helst skjótt. Halgir Winter Arge Aldur: 28 Ættaður: Úr Havn Útbúgving: Oljuverkfrøðingur Frítíðarítriv: Tónleikur Fakta Halgi Winther Arge starvast hjá eysturríkska oljufelagnum, OMV