Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 198 - 12. oktober 2007 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Vit útflyta tað besta Hetta er eitt fantastiska løgið land vit búgva í. Vit útflyta fólk, sum ikki hóska inn í mentan okkara, einligar mammur og krúnuna av blómandi ungdómi okkara. Júst í hesum døgum letur til, at spennandi og tiltrongda ætlanin um at seta stovn eftirskúla í Hvalba, er um at fara í vaskið. Kommunurnar, sum hava stuðlað verkætlanini, hótta við at taka seg burturúr. Og fólkini handan ætlanina eru um at missa mótið og eru til reiðar at leggja kongin, um ikki politiski viljin vendir. Ein av stigtakarunum, Ólavur Rasmussen, hevur seinastu dagarnar meldað út, at tann hálva milliónin, sum samgongan ásett í fíggjarlógaruppskotinum til eftirskúlan er verri enn onki. Talið av føroyskum skúlaungdómum, sum leita sær til Danmarkar á eftirskúla, er eftir øllum at døma fleirfaldað síðstu árini. Nútímans foreldur og børn lata sær ikki lynda eitt toluligt tilboð í fólkaskúlanum. Men kortini noyðast tey at bíða, til børnini eru somikið tilkomin, at tey kunnu sendast av landinum til eitt dygdargott útbúgvingartilboð. Í dag er ikki tað ikki nøktandi at lúka eitthvørt fólkaskúlaprógv – børnini skulu eisini mennast og hava avbjóðingar, meðan tey ganga í fólkaskúlanum, so tey eru til reiðar at halda fram í miðnámsskúlunum og at fara undir hægri lesnað. Okkara meting er, at tilboðið til tey ungu í føroyska framhaldsdeildini er ikki nóg gott, serliga tá hugsað verður um tilboðið í tíggjunda flokki. Hetta ber stóra fráflytingin eisini boð um. Løgið, ta hugsað verður um, at komandi útflutningsvinna okkara skal vera vitan og gransking. Tá er tað ikki nøktandi at vit útflyta blómandi ungdómin, júst í teimum árum hann festir røtur. Vit vita, at tá tey fara undir hægri lesnað, fara tey flestu tíbetur av landinum. Men skulu tey kenna seg vælkomin heimaftur, skulu tey eisini kenna seg heima her – og so løgið tað ljóðar, so er tað júst í tannáringaárunum at ungdómar finna samleika sín í samfelagnum, sum verandi ein partur av einum fólki, landi, málið og einari søgu. Vit eru ikki so rík, at vit hava ráð til at útflyta tað dýrabarasta vit eiga, nevniliga komandi føroyingar. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Tað var sjokerandi at hoyra búskaparfrøðing í útvarp­ inum tosa um at kanna produktivitetin hjá Sand­ oyingum ­ áðrenn ein tók støðu til um hesin parturin av landinum skuldi fáa fast samband?? Forkvinnan í Demokratia var eisini siteraå fyri at siga, at íløgur í undirstøði­ kervið í landinum ­ var mannfólkapolitikkur??? Eg má siga sum er, at tað er væl líka nógv kvinnur­ nar, sum mannfólkini í hesum landinum, sum gera brúk og fáa gleði av undir­ sjóartunnlunum. Tey bleytu virðini ­ stór trívast ­ við einum útbygdum undir­ støðiskervi ­ fólk kunnu jú búgva og arbeiða í ymisk­ um partum av landinum. Hinvegin er tað kent, at tær kvinnurnar, sum hava verið í føroyskum politikki hava verið meira enn hálv­ kaldar yvir fyri undirsjóar­ tunlunum ­ og tað var m. a. ein kvinna ­ sum undirstrik­ aði, at vit bert skuldu byggja Norðoyatunnilin ­ um vit høvdu ráð??? ­ Eg fegnist hvønn dag um, at hon ikki fekk avger­ andi orðiå í hesum málinum! Eg haldi tað vera ein órættur móti kvinnum ­ tá sagt verður at tær ikki eru talsfólk fyri tunlar og útbygging av undirstøðu­ kervinum ­ tí í kjakinum um undirsjóartunnil til Sandoyar hava júst ein eyð­ sýnd kvinna staðiå á odda og víst á gongdar leiðir fyri framburði her á landi. Sandoyar­Suðuroyar­ tunnilin skal metast ájavnt við skúla­ og heilsuverk Skúlar og Heilsuverk standa í dag fyri størsta partinum av fíggjarlógini hjá løgtinginum, og veru­ leikin, er at fleiri peningur til hesi øki er ikki einstýð­ andi við at vit sum borg­ arar fáa betri tænastu ­ hóast tað eisini hevur alstóran týdning at hesi økið framhaldandi vera dagførd. Men ein tunnil til Sand­ oynna og víðari til Suður­ oynna er ein partur av tí menning, sum hetta oyggja­ felag støðugt eigur at vera í. Suðuroyingar hava eisini rætt til at vera partur av tí menning, sum restin av landinum hevur sæð ­ tað skylda vit okkum sjálvum. Uppgávan hjá politikar­ um er tó altið ein raðfest­ ing og sum eg kann lesa orðaskiftið í løtuni ­ so eru flestu politikarar fyri ein­ um tunnli til Sandoyar ­ spurningurin er bara nær! Tá løgtingið viðgjørdi verkætlanina til Vágatunn­ ilin avgjørdi Klaksvíkar Býráð ikki at trýsta polit­ iskt ein Norðoyatunnil ígjøgnum ­ júst tí ein metti tað hevði størri týdning av báðar verkætlnairnar fingu tað tíð tær skuldu hava fyri at blíva førdar út í lívið. Her kundi eg hugsað mær, at Sandoyar ting­ mennirnir vóru meira at sær komnir og ikki settu alt uppá eitt breytt. Eg ivist onga løtu í at politiska skipanin dugur at síggja tørvin á einum Sand­ oyartunnli ­ men í løtuni er umráðandi at fáa eina avtalu um nær og hvussu hann skal fremjast. Sandoyingar og suðuroyingar eiga eisini rættin til landið formaður í Norðoya Sambandsfelag JoHN WILLIAM JoENSEN POLITIKKUR Árni Joensen Fimm kvinnur og seks menn eru á valevnislistanum hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag til komandi løgtingsval. Í bókstavarøð eru valevnini: Annita á Fríðriksmørk, løgtingslimur Bergtóra Høgnadóttir Joensen, sosialráðgevari Bjørt Samuelsen, frílans Finnur Helmsdal, løgtingslimur Høgni Hoydal, løgtingslimur og fólkatingsmaður Ingeborg Godtfred, skrivari Mads Andrias Winther, fyrrverandi rektari Maud Wang Hansen, námsfrøðingur Petur í Gong, vinnurekandi Róaldur Jákupsson, vinnurrekandi Sjúrður Skaale, vinnurrekandi Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag sigur, at felagið fer beinan vegin at fyrireika valstríð, og saman við valevnunum, hinum økisfeløgunum og floksleiðsluni at brynja seg út til eitt avgerandi og spennandi valstríð. Listin hjá Tjóðveldinum í Suðurstreymoy klárur Eftir 2. og 3. uppstillingarfund er Tjóðveldi tilreiðar við listanum í Suðurstreymi til komandi løgtingsval