hósdagur 17. mai 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 93 - 17. mai 2001
Nr. 93 - 17. mai 2001
11
gult10 cyan10 magenta10 svart10
gult11 cyan11 magenta11 svart11
Á Pizza 67 í Havn
fært tú ikki bara
pizza. Tey hava ein
sera fjølbroyttan
matarseðil. Tænastan
kundi tó verið betri
MATSTOVA
Óluva Ellingsgaard
Gongur tú niðan eftir Ting-
húsvegnum og lítur til
høgru, sært tú ein av størstu
bygningum í miðbýnum í
Havn. Har inni er mangt og
hvat, millum annað mat-
stovan Pizza 67. Sunnu-
kvøldið fóru tvær vinkonur
og eg ein túr inn á gólvið.
Har var eitt sindur av fólki.
Musikkurin ljómaði út úr
hátalarunum, meðan MTV
koyrdi í bakgrundini á
skíggjanum høgt uppi móti
loftinum, stearinljós vóru á
øllum borðunum og ljósið
var dempað. Fólk sótu og
hugnaðu sær.
Starvsfólkið
visti
av
okkum, men eg helt, tað
vardi í so leingi áðrenn
nakar kom at bjóða okkum
eitt borð, at eg fór og gjørdi
vart við, at vit vóru komnar
og spurdi, um vit kundu fáa
eitt borð. Tað var sjálvandi
gaman í.
Matarseðilin
er
sera
fjølbroyttur, serstakliga tá
hugsa verður um, hvat
navnið á matstovuni fær teg
at hugsa um. Eitt sum ikki
er so vanligt at síggja á
matarseðlum í Føroyum er
burittos. Eg vil kalla tað
eina grønmetispannukøku
av mexikanskum uppruna,
við onkrun kjøti, til dømis
kyllingi, og har afturat fært
tú eisini bønir, tomatpurré,
nachos, sum eru chips
gjørd úr meisi, og dressing.
Og lat tað beinanvegin
verða sagt, at tað duga tey
sera væl at gera. Nú havi eg
ikki verið í Mexico og
smakkað
eina
veruliga
burritos,
men
hendan
smakkaði í øllum førum
sera væl.
Vit vóru sitandi eina
góða løtu. Nógv fólk komu
og fóru, og kundi tað til
tíðir virka eitt sindur roka-
ligt. Nøkur óruddulig borð
vóru at síggja og eitt sindur
av larmi var, men tey hava
úr at gera, eisini tá ið
hugsað verður um streyk-
una. Fólk koma inn av gøt-
uni at hugna sær, og eisini
er møguleiki at bíleggja
mat heim, har Pizza 67
átekur sær útkoyringina av
matinum.
Tað, sum kanska kann
fílast á, er tænastan, og
hetta vísir seg at verða ein
afturvendandi trupulleiki á
matstovum í Føroyum. Sum
sagt, so máttu vit sjálvar
gera vart við okkum, tá vit
komu inn, og tað burdi ikki
verði neyðugt. Eg veit, at
tey hava nógv at gera, men
so er neyðugt at hava fleiri
fólk til arbeiðis. Tænastan
hevur so ómetaliga nógv at
siga. Eg veit eisini um fleiri
dømi, tá bílagt hevur verið
heim; kanska serstakliga tá
nógv verður bílagt. Tá
hevur til dømis øll bí-
leggingin ikki verið við, og
tað er rættuliga óheppi. Og
veit eg, at tá hava tey
nemliga brúkt orðingina -
men vit hava so nógv at
gera!
Samanumtikið er Pizza
67 eitt hugnaligt stað, ið
liggur sera væl fyri mitt í
Hvar fært tú bestu pizza í Havn?
Við Sosialinum
Í BÝIN
Komandi hósdag
vitja vit
Nantong
Og tú sleppur at
fylgja við hvussu
hetta spælir av
Les í býin
næsta hósdag !
Les í býin
næsta hósdag !
Her sita tríggir svangir gestir,
ið høvdu til til burgara
Mynd av hugnaligu matstovuni Pizza 67
C
M
Y
K
10
Í Býin
Í Býin
Sosialurin
Lýsingar
Bi ar
Veðrið
merkingar
alur n
Lýsingar
ilar