Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mai 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 93 - 17. mai 2001 Nr. 93 - 17. mai 2001 13 gult12 cyan12 magenta12 svart12 gult13 cyan13 magenta13 svart13 Orsakað av verkfall- inum vórðu siloirnar, sum skulu setast upp í Runavík í sambandi við komandi oljubor- ing, lagdar upp í Havn. Hetta er annars fyrsta veruliga “olju- lastin”, sum Skipa- felagið stendur fyri, nú avgjørt er at lata Skipafelagið og At- lantic Supply Base standa fyri útgerðar- virkseminum. FYRIREIKING TIL OLJUBORING Jan Müller -Havnin verður kortini oljuútgerðarhavn, og Tórs- havnar Skipasmiðja kemur at standa fyri henni ljóðaði á Eystaru bryggju í Havn týsdagin, tá danska farma- skipið Dantrader legði upp stóru siloirnar, sum skulu brúkast til komandi olju- boring. Siloirnar vórðu heysaðar í land við tveim- um av kranunum hjá Tórs- havnar Skipasmiðju. Veruliga søgan er ein onnur. Siloirnar skuldu nevniliga til Runavíkar, men verkfallið forðaði hes- um. Tí eru tær lagdar upp í Havn og verða so seinni fluttar víðari til Runavíkar. Talan er um einar 10-15 stórar siloir, sum skulu set- ast upp á bryggjuni í Runa- vík. Har er longu gjørt klárt til at seta tær upp. Tær skulu so framleiða og goyma ymiskt tilfar, sum oljufeløgini skulu brúka, tá tey fara at bora í næstum. Árni Joensen, stjóri á Skipafelagnum Føroyar sigur, at siloirnar og onnur útgerð í sambandi við bor- ingarnar koma úr Hálandi og Bretlandi. Dantrader er longu farið avstað aftur. Skipið skal til Florø í Nor- egi eftir borirørum, sum Statoil skal brúka til sína fyrstu boring í juni. Árni Joensen metir hetta vera eina spennandi tíð fyri føroyskan sjóvegis farma- flutning. Tað er nevniliga partur av framtíðar arbeiðs- økinum hjá Skipafelagnum at kunna flyta útgerð, sum hevur tilknýti til oljuleit- ingin úr øðrum londum og til Føroya. Fyri at kunna liva upp til hesa avbjóðing hevur Skipafelagið gjørt av frá hálvum juni at fara inn í skotska havn eina ferð um vikuna eftir møguligari oljuútgerð og øðrum farmi. Tað er Sea Lion, sum skipa- felagið longu hevur leigað at sigla við farmi úr Svøríki og Danmark, sum á leiðini til Føroya skal leggja inn í Skotlandi. Henda royndin verður gjørd til út á heystið, tá boringarnar eru lidnar. Stjórin á Skipafelagnum heldur tað er týdningarmik- ið at vit komandi mánaðir- nar hava fast samband við skotska havn. Árni Joensen váttar ann- ars, at avtalan millum At- lantic Supply Base og Faroe Ship øðrumegin og Statoil og hini oljufeløgini hinu- megin var undirskrivað fyri stuttum. Uppá fyrispurning um boð teirra var nóg høgt til at dekka allar útreiðslur, sigur hann, at tað roknar hann avgjørt við. Hann roknar ikki við nøkrum undirskoti og leggur annars aftrat, at hetta er ein nýggj tíð í føroyskari vinnu, sum vit mugu fyrihalda okkum til og royna at fóta okkum sum frægast. Nú ætlanin hjá einum av oljufeløgunum BP er at brúka eitt boriskip heldur enn ein boripall spurdu vit Árna Joensen, um hetta ikki fer at minka munandi um tørvin á sjóvegis flutn- ingi! Til tað sigur hann, at halda tey hjá BP, at upp- gáva teirra verður best røkt við at brúka eitt boriskip, so er tað sjálvandi upp til teirra. Tað fer helst at minka um flutningstørvin, men tað er so nakað man má læra seg at liva við. Siloir til oljuboring lagdar upp í Havn Dantrader komin á Havnina við stórari last av siloum til fyrstu oljuboringina. Myndir Jan Müller Ein av risastóru silounum løgd upp á Eystaru Bryggju. Fyri at ganga vónandi stóra eftirspurninginum eftir sjóvegis flutningi í sambandi við komandi oljuleiting hevur Skipafelagið gjørt av, at Sea Lion frá hálvum juni skal leggja inn í skotska havn eina ferð um vikuna á veg til Føroya. Um vikuskiftið savn- aðust Lions Club limir úr øllum Føroy- um til Leyvuting í Klaksvík. Hetta var samstundis endin á Lionsárinum, og uppmøtingin var stak góð frá øllum feløg- unum kring landið Seinasta leygardag høvdu tey fimm Lions Club feløgini í Føroyum árliga leyvutingið í Klaksvík. Leyvutingið verður hildið fyri at markera, at Lions- árið er av. Á middegi leygardagin hittust Lionslimirnir úr øllum Føroyum í býráðs- húsinum í Klaksvík, har borgarstjórin bjóðaði væl- komin og greiddi frá um ymiskar ætlanir í Klaksvík. Aftaná vitjaðu Lionslim- irnir í Kappróðrarneyst- inum í Klaksvík, har hugt varð eftir nýggju kapp- róðrarbátunum hjá felag- num. Lions Club, Klaksvík hevur latið pengar til ein teirra — Fípuna Føgru. Gestarøðari Síðani varð sjálvt leyvu- tingið sett í Skálanum. Tosað varð um farna ár hjá hvørjum einstøkum felag. Eisini var ein gestarøðari, Olga Biskopstø, og røddi hon um økismenning. Lionslimirnir og makar- nir vóru í Klaksvík. Meðan lionslimirnir hvødu leyvu- ting á loftinum í Skálanum, vóru kvinnurnar og vitjaðu á vevskúlanum, á Forn- minnissavninum og í Christianskirkjuni. Klokkan 17.00 møttust limirnir og lionessurnar í Atlantis. Har var ymiskt undirhald, har millum annað Vísumenn, limir úr Klaksvíkar Hornorkestur og bólkurin Chane spældu. Leyuvtingið endaði við veitslu í Skálanum. ek Havnanevndin hjá Klaksvíkar býráð ætlar at kanna møgu- leikan fyri at gera frystitunlar í sam- bandi við góðshavn- ina í Ánunum ÚTBYGGING Eyðun Klakstein Klaksvík: Útbyggingini av nýggju góðshavnini í Ánunum heldur fram, og nú ætlar havnanevndin hjá Klaksvíkar býráð at kanna, um tað er gjørligt at gera frystitunlar í sambandi við góðshavnina. – Um frystitunlar vórðu gjørdir í Ánunum hevði tað skapt nýggjar møguleikar fyri hetta økið, og tað kann eisini hugsast, at eitt ar- beiðið at gera tunlar og fylla út kann samantvinn- ast, sigur Torleif Sigurðs- son, sum er formaður í havnanevndini hjá Klaks- víkar býráð. Hann heldur, at tað er umráðandi, at ferð verður sett á útbyggingina í Ánun- um, tí plásstrot er á havna- økinum inni á vágni. Klaksvíkar býráð hevur eisini samtykt at halda fram við útbyggingini í Ánun- um, og í næstum skulu 5000 fermetrar afturat fyllast út. Kanska partafelag Ætlanin er, at økið skal verða einar 20.000 fer- metrar, tá tað verður liðugt, og ætlanin er eisini at byggja bygningar á økin- um. Íløgan fer at kosta einar 30 milliónir krónur, og hesa íløgu er trupult at finna pláss fyri í íløgujáttanini hjá Klaksvíkar kommunu. Tí hevur Klaksvíkar kommuna hugsað um møguleikan at gera eitt partafelag, sum skal taka sær av útbyggingini. Hetta partafelag skal gerast í samastarvi millum komm- ununa og vinnuna. – Virksemið í Klaksvík er økt nógv seinnu árini, men vit mugu fylgja við og syrgja fyri, at vit ikki missa virksemi, tí vit ikki klára at byggja býin út, sigur Torleif Sigurðsson. Støðan á kaiøkinum í Klaksvík verður betri í heyst, tá Skipa- felagið Føroyar fær stáplara til Klaksvíkar PLÁSSTROT Eyðun Klakstein Klaksvík: Í gjár hýsti miðbýurin í Klaksvík aftur bingjum, sum pláss ikki er fyri á vestara kaiøki. Hetta er aðru ferð, at bingjur eru settar í miðbýnum. Støðan á kaiøkinum verður helst betri í heyst, tá Skipafelagið Føroyar fær stáplara til Klaksvíkar. Talan er um stóran trukk, sum kann lyfta 45 tons. Trukkurin kann seta fýra 40 fót bingjur omaná hvørja aðra. Við Norðlýsið fríggja- dagin segði Heini á Marknagili, deildarleiðari hjá Skipafelagnum í Klaks- vík, at hann ivast í, um kaiøki við goymslubygn- ingin hjá teimum heldur til so stóra vekt, sum nýggi trukkurin fer at útseta hana fyri. Hann heldur tó, at nýggi trukkurin fer at bøta munandi um arbeiðs- umstøðurnar á vestara kaiøkinum, har tað í løtuni er sera trongligt. Skipafelagið fær stáplara Kanna møguleikan fyri frystitunnlum Lionsárið endaði í Klaksvík Frá leyvutinginum hjá Lions Club í Klaksvík farna vikuskiftið. Frá vinstru: Hákun Dam, formaður í Lions Club Klaksvík, Høgni Mikkelsen, økisformaður fyri Føroyar, Sven Due Mikkelsen, økisformaður, og Pelle Ømark, økisformaður Týsdagin varð nýggj vatnleiðing løgd tvørtur um vágna í Klaksvík. Leiðingin skal tryggja, at nóg mikið av vatni er til virkini á vestaru síðu VATN Eyðun Klakstein Klaksvík: Týsdagin varð enn eitt stig tikið í út- byggingini av vatnveiting- ini í Klaksvík. Nýggj leiðing varð løgd tvørtur um vágna, og nú eru tvær leiðingar um vágna. Nýggja leiðingin skal tryggja, at virkini á vestaru síðu hava nóg mikið av vatni. Fleiri stórir brúkarar av vatni eru á vestaru síðu, og nýtt krivjivirki er á veg. Tí er neyðugt við nýggjari leiðing. Tvær stórar vatngoymsl- ur eru í Klaksvíkar, í Ánagjógv og Niðan Horn. Reinsiverk er í Ánunum, meðan nýtt reinsiverk er í gerð Niðan Horn. Nýggj vatnleiðing um vágna Nýggja vatnleiðingin um vágna í Klaksvík skal tryggja, at virkini á vestaru síðu fáa nóg mikið av vatni C M Y K 12