Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mai 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult15 cyan15 magenta15 svart15 Nr. 93 • hósdagur • 17. mai 2001 • 75. árgangur Nógv er hent innan upprætting og lakkering av bilum, síðan Frits Jensen byrjaði í Rættará stutt eftir kríggið. Krøvini um at billakkið skal verða umhvørvis- vinarligt eru nú vorðin sera strong BILAR Magnus Gunnarsson Fyrstu árini eftir kríggið og fram til síðst í 60-árunum, vóru bilar lakkeraðir við celluloselakki. Tá í tíðini varð ikki hugsað so nógv um umhvørvið, hvørki um lufteitran ella tað sum bleiv anda niður í lunguni. Inni á bilverkstøðunum blivu buglur rættaðar út, spartlað, pussað og sproyta, alt í sama rúmið, mitt í øllum støvrokinum. Eftir at ein bilur varð liðugt sproytaður við celluloselakkinum, var hann heilt mattur, og mátti tí slípast við slípimassa til hann fekk fullan glans. Krøvini herd Seinni kom syntetiska lakkið sum bleiv sproyta við glansi, men uttan herdara, og hevði tískil leingi um at torna. Kvali- teturin bleiv ongantíð heilt góður, fyrr enn akryllakkið við herdara kom. Eisini kom 2 lags-lakkið, har klárlakk verður sproyta uttaná metallic-forlakkið. Við tíðini eru krøvini til umhvørvið herd munandi, og nógvar royndir hava verið gjørdar á lakkverk- smiðjunum fyri at fáa lakkið umhvørvisvinarligt. Hetta hevur ikki verið uttan trupulleikar, og á fleiri bil- merkjum hevur fabriks- lakkið ikki vart bilin nóg væl ímóti rusti. Men nú sær tað út til at fabrikslakkið er blivið meira umhvørvis- vinarligt og kvaliteturin er í ordan. Í dag læra fólk til plátusmiðir og bilmálarar. Fyrsta sproytukabinan Fyrsta spoytukabinan í landinum varð sett upp fyrst í sjeytiárunum, á upp- rættingar og lakkerings- verkstaðnum hjá Carlo Petersen í Torfinnsagøtu. Carlo Petersen var tann fyrsti at umboðað týska Spies Hecker lakkið, ið verður umboðað av donsku fyritøkuni, Baden Jensen. Eisini var hann ein av teimum fyrstu at fáa sær anlegg til at blanda lakkið eftir fyriskrivaðum resept- um. Annars sendi Baden Jensen sínar vørur bein- leiðis til kundarnar í Føroy- um, fram til 1992, tá P/F Poul Hansen Heilsøla fekk umboðið fyri Spies Hecker framleiðsluna. P/F Poul Hansen Ein grund til at P/F Poul Hansen fekk umboðið, var at teir ikki vóru kapping- arneytar hjá bilverkstøð- unum sum vóru kundarnir hjá Baden Jensen í Dan- mark. Teir leverað nú alla Spies Hecker framleiðsluna til upprætting og lakkering, bæði í smá og heilsølu. Spies Hecker eru longu klárir við High Solid og Very High Solid tøkni- frøðini, sum lúka øll tey strongu krøvini sum koma í gildi í 2007. Tá skulu upp- loysningarevnini í lakkin- um verða skerd við 60 pro- sentum. Upploysingarevnini í lakkinum til bilar skerjast við 60% At Carlo Petersen var tann fyrsti í Føroyum sum fekk sær sproytukabinu fyrst í sjeytiárunum, stóð millum annað at lesa í informatiónsblaðnum "Spies Hecker Journal" nr.1/99. Carlo hevði ein tann best útgjørda plátu og lakkeringsverkstaðin tá í tíðini Í november 1996 vóru fleiri føroyingar á praktiskum og teoretiskum skeiði á tekniska skúlanum í Silkeborg innan lakk hjá Spies Hecker. Mennirnir eru frá vinstru: Karl Sofus í Heimistovu Klaksvík, Uni Svabo Joensen Miðvágur, Sámal Olsen Toftir, Erling Davidsen Leynar, Niels Nattestad Miðvágur, Henrik Vegeberg Tórshavn, nú Ålborg, Martin Venned Klaksvík, Ólavur Hansen Klaksvík, Marni Weihe Søldarfjørður, Jan Joensen Klaksvík, Gerheard Wiechert lakktøknifrøðingur, og Jørgen Ploughgaard sølumaður hjá Baden Jensen, sum hevur vitja javnan í Føroyum seinastu 16 árini. Sámal Olsen av Toftum hevur lakkgoymsluna hjá P/F Poul Hansen um hendur Mynd: Jens K. Vang 14 Nr. 93 - 17. mai 2001 gult14 cyan14 magenta14 svart14 Í stórfingnum um- hvørvi og góðum veðri hátíðarhildu stór sum smá í Kirkjubøar sókn í farnu viku, at 10 ár eru liðin, síðani barnagarðurin varð tikin í nýtslu FØÐINGARDAGUR Veðrið kundi ikki verið betri hósdagin í farnu viku, tá ið barnagarðurin á Velba- stað hátíðarhelt 10 ára føð- ingardag sín. Bláur himm- al, lýtt og eitt lítið lot. Alt, ið bendi á, at børnini, og tey, ið komu í føðingardag, fóru at fáa ein rimmar dag. Og so var. Stór lagkøka, bollar, pylsubreyð og annað gott varð borðreitt úti og inni, meðan fólk nutu løtuna. Listaframsýning Nógvar dagar undan hátíð- ardegnum høvdu børn í Nýggjustovu fyrireikað dagin saman við starvsfólk- unum har. Børnini høvdu fingið boð um ikki at siga nakað heima, um hvat var á skránni. Nógv hevur staðið á teimum, skilst, tí spent hava tey verið. Og ovfarin vóru tí øll, tá ið tey sóu, hvat børnini høvdu gjørt og evnað. Tveir veggir á trem- ur við tekningum og máln- ingum, umframt lutir, sum børnini hava evnað burtur úr ymiskum, tey hava funn- ið. Og hvar finna børnini í sóknini íblástur til síni listaverk? Uttanfyri sjálv- sagt. Í stórfingnu náttúruni, sum umgirðir barnagarðin. Har og í fjørðuni hava tey funnið alskyns lutir. Tað onnur hava vrakað, hava børnini sæð listina í. Nógv broytt Hesi 10 árini síðani barna- garðurin lat upp, er nógv vatn runnið í ánni. Eingin hevði fyri 10 árum síðani roknað við, at stovnurin fór at verða fullsettur í dag. Í hesi barnaríku sóknini ganga ikki færri enn 40 børn í vøggustovu og barnagarði. Og í løtuni standa nøkur børn á bíði- lista. Eingin kemur tó at bíða líka leingi, sum tey bíða hinumegin fjallið - í Tórshavnar kommunu. . . Fyrst í árinum tók barna- garðurin eina nýggja stovu, Nýggjastova kallað, í nýtslu. Her halda tey størstu børnini til, og tað dámar teimum sera væl. Skúlastjórin og skúla- leiðarin hava í felag tikið avgerð um, at skúlin á Trøðni skal lata aftur, tí skúlin verður ikki vaskaður. Nógv viðbrekin børn eru á skúlanum, og av heilsuávum ber als ikki til at hava tey á skúlanum VERKFALL Stefan í Skorini Mikudagin var eingin skúlagongd á sernámsdepl- inum ella skúlanum á Trøðni, sum hann eisini verður nevndur. Orsøkin er, at vaskikonurnar hava lagt arbeiðið frá sær. – Tað eru viðbrekin børn vit hava við at gera, og av trygdarorsøkum halda vit tað vera best, at skúlin letur aftur, sigur Hans Eli Dahl, skúlastjóri, ið leggur dent á, at fleiri av børnunum eru veik, og lítið skal til, áðrenn tey gerast sjúk. Smittuvandi er sostatt or- søkin til, at skúlin á Trøðni ikki hevur nakra skúla- gongd. Hans Eli Dahl væntar ikki, at skúlin letur uppaftur, fyrr enn vaski- konurnar fara aftur til arbeiðis. Kemur illa við Tað kemur ógvuliga illa við hjá fleiri foreldrum at børn- um, ið dagliga ganga á skúlanum á Trøðni, at hann nú er latin aftur. Hans Eli Dahl sigur, at hetta er ein dyggur smeitur hjá skúlanum og foreldr- unum at næmingunum. – Í okkara føri er tað ikki sum á einum vanligum skúla. Børnini koma ymsa- staðni frá úr landinum, og tey hava ikki eina beina leið til hús. Harumframt eru fleiri teirra óhjálpin. Foreldrini mugu so finna eina loysn heima við hús, hvussu tey skulu leggja alt til rættis undir broyttum umstøðum. Av tí at fleiri av børn- unum á skúlanum eru ógv- uliga óhjálpin, ber heldur ikki til at fáa ein og hvønn tilvildarligan persón at taka sær av teimum. SÁTTMÁLA- SAMRÁÐINGAR Stefan í Skorini Mánakvøldið skrivaðu Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara og Fíggjar- málastýriðundir semju. Sáttmálin hevur gildi til 1. oktober 2003, og tað er 2 ár og 7 mánaðir. Lønarhækkingin er í miðal 12% í sáttmála- skeiðnum, og harumframt eru gjørdar smærri tillag- ingar í sáttmálanum. Landsstýrismaðurin í fíggj- armálum, Karsten Hansen, er væl nøgdur við semjuna. Arbeiðstíðin skal skipast í rúmari karmum fyri at skapa møguleikar fyri menning og fjølbroyttum undirvísingarligum virk- semi. Farið verður eisini undir at fyrireika eina ársverks- skipan og miðað verður eft- ir at seta hana í verk 1. au- gust 2002. Avtala er gjørd um at styrkja førleikamenning, eldrapolitikk, familjupoli- tikk og javnstøðu. Ein errin Niels Mortensen, stjóri, avmyndaður í fruktdeildini í teimum nýggju hølunum á Óðinshædd, har Bónus framyvir fer at halda til. Nú er betri pláss í handlinum og til parkering, sum kundarnir fara at merkja Mynd: Jens Kr. Vang Eingin skúlagongd á Trøðni Eingin skúlagongd var á skúlanum á Trøðni mikudagin, tí eingin vaskar skúlan. Tað er ein dyggur smeitur, metir skúlastjórin Barnagarðurin á Velbastað 10 ár Á dett hurlumhey í dag, halda Lea, Ninna og Guðrið Bara hugflogið setir markið. Her hava børnini í Nýggjustovu evna burtur úr ymiskum, tey hava funnið úti í náttúruni Yrkisfelagið skrivað undir Bónus hevur latið hurðarnar upp C M Y K 14