fríggjadagur 12. oktober 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 198 - 12. oktober 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Týsdagin 16. oktober er
stórur dagur í Hirtshals, tá
drottningin á Malta fyllir
75 ár.
Jógvan
Isaksen,
sum
tíverri ikki er okkara millum
longur, var góður veitslu
røðari, hann plagdi at taka
til nakað í skemti, men við
farra av álvara, at: “Tann
sum fekk sær konu úr Eyst
uroynni, var væl fyri”.
Er nakar sum gevur
honum rætt, er tað Levi.
Nú Gretha fer um tey 75
árini, fari eg at geva hesi
dygdarkvinnu nøkur fá orð
á vegnum.
Hon er fødd í Fuglafirði
16. oktober 1932, dóttir
Janu og Poul Nolsøe Olsen.
Tey
vóru
átta
systkin.
Umframt Grethu, eru Kristi
an, Fía, Dinna, Marjun,
Jytte, Ólavur og AnnMaria.
14 ára gomul kom Gretha
inn til Klaksvíkar at tæna.
Fyrsta
húsplássið
hon
hevði, var í barnaheiminum
hjá okkum. Foreldur míni
fingu tokka til hesa ungu,
stillføru og arbeiðssomu
gentu og tóku ofta til henn
ara dygdir.
Tað gekk bara heilt stutt
tíð, so bar saman millum
Levi og hana, blaðung sum
tey vóru. Tey giftust 20. nov
ember 1954 og búsettust
hjá Armgaard, sum tá hevði
sitið einkja eftir kenda skip
aran Dáva úr Gerðum í trý
ár. Gretha og Levi eiga 5
børn, Jóhan Páll, Maluna,
Jónu, Rógva og Mirjam, 16
barnabørn og 7 langommu
og langabbabørn.
Arbeiðsdagurin hjá Levi
kom at verða á sjónum í
mong ár, og longu sum 22
ára gamal varð hann skipari
á Skálanes, tá Óli beiggi
hansara gjørdist sjúkur í
Grønlandi.
Tað hevði við sær, sum
hjá so mongum hjúnum í
Føroyum, at Gretha mátti
taka sær av húsi og ikki
minst av uppalingini av
børnunum.
Levi
nevndi
ofta, at tað var so trygt at
kunna verða burturi, og vit
at heimið lá í bestu hond
um.
Verkið á Malta
Tá ið hesi bæði, Gretha og
Levi, samfelt settu sær fyri,
at fara út í fulltíðartænastu
fyri Harran, vita vit, hvussu
stóran týdning tað hevur, at
tey ikki bara eru samd um
hetta, men at tey heilt og
fult geva seg yvir til tæn
astuna.
Longu i 1982 fyri stívliga
25 árum síðani fór Levi til
Hirtshals at kanna møgu
leikarnar fyri at gera anda
ligt arbeiði millum før
oyskar sjómenn. Hann sá
stóra tørvin og tók upp
gávuna í álvara.
Heimafturkomin legið
hann hetta fyri samkomur
nar. Árið eftir vóru eini hús,
sum lógu væl fyri í býnum
á Vinkelvej, keypt.
Í 1984 fluttu Gretha og
Levi til Hirtshals og inn
hagar, ein samkoma var
stovnsett, sum eisini kom at
virka sum ein sjómans
stova.
Hyggja vit aftur á hesi 25
árini, hevði hetta arbeiðið
avgjørt ikki kunnað verið
gjørt til fulnar, uttan Grethu.
Vit sum kenna Levi og hava
fylgt við, hvussu fyritaks
samur hann altíð hevur ver
ið, hevði hann ikki kunna
fingið tað frá hondum, hann
hevur, uttan at Gretha var
trygga baklandið, sum bara
var har, og sum hann altíð
kundi rokna við undir øllum
viðurskiftum.
Stillfør og eyðmjúk sum
hon er, hevur hon av og á
kenst sum mamma fyri
fleiri av sjómonnum, hetta
siga teir sjálvir, og har hava
øll kent seg vælkomin.
Avmarkað er, hvat pláss
er fyri í eini føðingardags
heilsan, men eg kom at
hugsa um brot úr endur
minningum hjá prestafrúnni
Eline Boisen, sum fimm
oldurommudøtrar góðu út,
har m.a. Birgitte Haarder,
(kona
Bertel
Haarder,
danksa kenslumálaráðharr
an) var ein teirra “Men
størst er kærligheden”.
Eline Boisen vitsti, hvat
ta var at fáa krevjandi vitjan
ir av sterkum persónsmensk
um: Grundtvig, piskuppi
Mynster, Kierkegaard o.ø.l.
Har
verður
m.a.
sagt:
“Eline Boisen skrev ikke
med udgivelse for øje; som
de fleste kvinder i sin tid
kunne det ikke falde hende
ind at forsøge at komme i
offentlighedens søgelys, et
område som var forbeholdt
mændene”.
Góða Gretha, við hesum
fáu orðum fari eg at ynskja
tær hjartaliga tillukku við
75 ára føðingardegnum og
mong góð ár. Tøkk fyri tað
megnarverk í Harrans trú
boðanarvirki tú saman við
Levi hevur útinnt, sum bert
ævinleikin til fulnar kann
festa ljós á.
Harrin veri við tær og øll
um tínum. Vit ynskja tær
ein góðan dag.
Bestu heilsanir
Betty og Jógvan við
Keldu
Gretha Joensen (hjá Levi)
75 ár
15. september fingu Dora og Niels Pauli
Nónstein Keypmannahavn, eina dóttur. Hon
var 51 cm. long og vigaði 3510 gr.
29. sept. fekk Isabella eina lítlasystur i
føðingardagsgávu, hon var 53 cm long
og vigaði 3430 gr. Hon eitur Nicoline.
Foreldrini eru Súsanna og Michael Nolsøe
Bjæverskov.
30. september fingu Anja og Jan Haldansen,
Vágur, ein son. Hann var 53 cm. langur og
vigaði 3890 gr.
2. oktober fingu Elaina og Eljón Poulsen,
Kaldbak, ein son. Hann var 59 cm. langur
og vigaði 4400 gr.
3. oktober fingu Anna og David Poulsen,
Klaksvík, eina dóttur. Hon var 50 cm. long
og vigaði 3900 gr.
3. oktober fingu Anja og Elvin Olsen,
Klaksvík, ein son. Hann var 54 cm. langur
og vigaði 3900 gr.
5. oktober 2007 fingu Gunnleyg Berg og
Thor Reeckmann Petersen, Århus, eina
dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 4140
gr.
6. oktober fingu Annfríð og Jan Herman
Hansen, Rituvík, eina dóttur. Hon var 55 cm.
long og vigaði 4400 gr.
6. oktober fingu Durita Poulsen og Jákup
Svarthamar, Skælingur, ein son. Hann var 54
cm. langur og vigaði 4250 gr.
6. oktober fingu Guðrun Joensen og Finnur
Hansson, Miðvágur, eina dóttur. Hon var 55
cm. long og vigaði 4075 gr.
9. oktober fingu Beinta Andresen og Leon
Smith, Havn, eina dóttur. Hon var 51 cm.
long og vigaði 3450 gr.
10. oktober fingu Jeanne og Mikkjal Holm,
Nólsoy, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og
vigaði 2950 gr.
11. oktober fingu Jóna Durhuus og Lars
Hansen, Argir, ein son. Hann var 55 cm.
langur og vigaði 3800 gr.
Føðingardagar
Tann 13. oktober fyllir Ása Klakkstein
Danielsen 65 ár, og 27. mai fylti Richard
Danielsen 70 ár. Opið hús verður í Siloa í
Fuglafirði 13. oktober frá kl. 16. Øll eru
vælkomin.
75 ár
13. oktober verður Marjun Olsen,
Fuglafjørður, 75 ár. Hon er burturstødd.
80 ár
Mánadagin verður Arni Højgaard Toftir 80
ár. Hann er burturstaddur føðingardagin.
90 ára føðingardagur
Sunnudagin 14. oktober verður Jens Pauli
Joensen vanliga nevndur Boy 90 ár. Dagurin
verður hildin saman við børnunum.
Prógv
29. August 2007 hevur Gunnleyg Berg tikið
prógv á Árhus Handilshøjskole sum Cand.
merc. í strategi og leiðslu.
Brúdleyp
Leygardagin 13. okt. kl. 15.00 giftast í Vágs
kirkju, Poula Nielsen og Birgir Jørgensen.
Veitslan verður í VB-húsinum kl. 19.00
Hey eg eiti Christina Joensen, eg varð fødd
4. oktober og var 50 cm. long og vigaði 2950
gr. Foreldur míni eita Gladys Heinesen og
Kristian Joensen. Vit búgva í Klaksvík
Heyhey Vit skulu giftast :)
Vit skulu giftast 13. oktobur 2007, vígslan
verður í
Bilahøllini
hjá P/F
Auto
Service
kl. 14.00,
og frá
kl. 15.00
- 17.00
verður ein
móttøka
í Auto Service, har øll eru hjartaliga
vælkomin. Veitslan verður fyri innbodnum á
Hotel Føroyum kl. 19.00.
Annika Østerø og Heðin Weihe
10. oktober fekk Petur eina lítla systur
sum var 51 cm. long og vigaði 2950 gr.
Foreldrini eru Jeanne og Mikkjal Holm í
Nólsoy.
28. august fingu Dittekarina Lethes og
Gunnar H. Thomsen, eina dóttur á Glostrup
sjúkrahúsi. Hon var 51 cm. long og vigaði
3475 gr.
28. september fingu Katja og Finn Venned,
Miðvágur, hesa fittu gentu. Hon var 54 cm.
long og vigaði 3950 gr.