fríggjadagur 12. oktober 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 • 12. oktober 2007
Vikuskifti
14
Básurin hjá Piratförlaget, ið gevur út bøkurnar eftir Jan
Guillou, Lizu Marklund og aðrar kendar svenskar rithøvundar,
var tann básurin, ið sást nógv best á allari bókamessuni Bok
& bibliotek. Her tosar Jan Guillou um nýggjastu bók sína,
Fienden inom os.
Ársins útgáva av stóru árligu
bóka- og bókasavnsmessuni Bok
& bibliotek í Göteborg slerdi øll
met í mun til undanfarin ár í tali
av vitjandi og framsýnarum. Heili
108.468 fólk vitjaðu messuna dag-
arnar 27-30. september, og tað eru
fleiri enn í 2004, sum annars var
metár. Talið av framsýnarum var í
ár var 881, og tað eru 31 fleiri enn
í 2006, sum átti hetta met. Sostatt
er Bok & bibliotek nógv tann størsta
bókamessan í Norðurlondum.
Síðsta vikuskiftið greiddu vit frá
um nakað av tí, sum fór fram á
bókamessuni. Og sum lovað tá,
viðgera vit her meira av tí, sum fór
fram á Bok & bibliotek 2007.
Bókanýtt úr Göteborg
Ger tín egna lesiring, ella
skriva eina skaldsøgu sam
an við lesivinum tínum.
Møguleikarnir eru mangir,
tá ið lesivinir hittast á heima
síðuni hjá Bokcirklar.se
Í Svøríki hevur ein bólkur av
lesiglaðum fólkum sett á stovn
ein lesiring, Bokcirklar, sum
heldur til á alnetinum, og sum øll
við atgongd til alnetið ókeypis
kunnu vera við í. Har ber til at
stovna sín egna lesiring, fáa
lesivinir, gera sín egna lesikrók,
skriva lesidagbók og vera við til
at skriva eina skaldsøgu saman
við øðrum lesivinum.
Ein av stigtakarunum er
Nina Frid, sum dagliga starvast
sum bókavørður á einum fólka-
bókasavni í Nacka í Stokkhólmi.
Hon sigur, at Bokcirklar virkar stórt
sæð eins og ein vanligur lesiringur,
men ein lesiringur á alnetinum
gevur eisini møguleikar, sum ikki
eru í einum vanligum lesiringi.
- Lesarar kunnu her finna aðrar
lesarar við sama lesiáhuga sum
ein sjálvur, og ein kann eisini
øvugt fáa íblástur frá lesarum,
sum lesa heilt aðrar bøkur enn
ein sjálvur, sigur Nina Frid.
Á heimasíðuni www.bokcirklar.
se síggjast teir lesiringar, sum
higartil eru settir á stovn. Har
fæst at vita, at mánadagin 29.
oktober kl. 20-21.30 fara tey
í einum lesiringi at kjatta um
bókina ABC eftir donsku Idu
Jessen, og fríggjadagin 11.
november kl. 21-22.30 verður
kjattað um bókina Blonde eftir
Joyce Carol Oates, sum snýr seg
um Marilyn Monroe.
Spurd um Bokcirklar bara er
fyri svenskar lesarar, svarar
Nina Frid, at í grundini kunnu øll,
sum duga at lesa bøkur á einum
norðurlendskum máli vera við, og
hon leggur afturat, at tað hevði
verið einastandandi, um onkur
stovnaði ein norðurlendskan
lesiring á Bokcirklar.
Tá ið vit vitjaðu básin hjá
Bokcirklar á bókamessuni Bok
& bibliotek í Göteborg, høvdu
næstan 500 lesarar teknað seg
sum limir.
Lesivinir hittast á alnetinum
Omanfyri 100.000
fólk vitjaðu teir 880
framsýnararnar á
størstu norður
lendsku bókamess
uni, Bok og biblio
tek, í Göteborg
herfyri
Gongur tú ein kaitúr, fert tú út at
rógva, ella røktar tú seyð úti í hagan
um, ja so er tað ikki longur nøkur
forðing fyri at halda teg dagførdan
við nýggjastu krimisøgunum hjá Lizu
Marklund ella Jan Guillou. Einasta ið
krevst er, at tú minnist til at taka
fartelefon ella MP3avspælaran við,
tá ið tú fert heimanífrá
Í Svøríki eru ljóðbøkur nú so væl umtóktar,
at tað er vorðið næstan líka vanligt at spyrja
fólk, um tey hava hoyrt eina bók sum um
tey hava lisið hana. Hetta sæst eisini aftur í
útboðnum av ljóðbókum, sum bæði er breitt í
innihaldi og fjøltáttað í formi.
Á bókamessuni Bok & bibliotek varð
nýggjasta slagið av ljóðbókum sýnt fram,
og tað eru bøkur, lisnar inn á minniskort til
eitt nú fartelefonir. Bøkurnar fáast í ymsum
sløgum av minniskortum, alt eftir, um tín
fartelefon eitur Sony Eriksson, Nokia ella
okkurt annað.
Minniskortið rúmar 1GB, so ivasamt er,
um Ó-, søgur um djevulskap hevði rúmast á
einum korti, men tað er ongin trupulleiki, tí
tú kanst flyta ljóðbókina av kortinum yvir á
teldu tína, MP3-avspælaran ella telefonina,
og síðan fylla á aftur við nýggjum tilfari og
annars brúka minniskortið sum eitt heilt
vanligt minniskort.
Bøkur
Arnbjørn Ó.
Dalsgarð
arndal@flb.fo
Ljóðbøkur til hvønn ein tørv
Sjónligt
Piratförlag
Oskar Bjursten og Nina Frid eru tvey teirra, ið hava tikið stig til Bokcirklar.se,
har lesivini r hittast at kjatta um bøkur, tey hava lisið
Ljóðbøkur á minniskortum til fartelefonir er
nakað av tí nýggjasta nýggja, sum stóra svenska
forlagið Bonnier bjóðar lesarum sínum – ella
lurtarum sínum, átti ein heldur at sagt