fríggjadagur 12. oktober 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 - 12. oktober 2007
15
nøvn
Eg má skriva tað eg kenni, tað er eitt
kall. Eg føli meg so ríka, at kunna
siga alt tað, sum Bjarni hevur givið
mær ígjøgnum lívið, og serstakliga
hesa síðstu tíðina.
Eg veit hann var tryggur í trúnni, og
hann var ikki bangin fyri at fara hað
ani; tað kommunikeraðu vit ofta um.
Eg var so heppin at verða hjá hon
um, tá ið hann roykti tað seinastu
sigarettina, hann orkaði bara eina
hálva. Eg gav honum ta seinastu mál
tíðina og eg var hjá honum til hansara
seinasta andadrátt.
Eg vil citera nakað sum eg læs ta
náttina, hann andaðist: “Det er et
stort privilegium og en hellig gern
ing, som vidne og ledsager, at være
til stede ved et menneskes død“.
Eg havi flutt meg yvir øll mørk hesa
síðstu tíðina, og tað var vilji Bjarna´sar.
Hann vildi altíð tað besta fyri okkum
øll, og gloymdi ofta seg sjálvan.
Ærað verið minni hansara!
Við stórari virðing fyri mínum
elskaða beiggja, Bjarna.
Systur tín, Ann Mari
Til minnis um mín elskaða
beiggja Bjarna Berg
Dagurin
13. oktober. Angelus. Fleiri halgimenni bera hetta navn. Tað er latínskt og merkir eingil, tað er sendiboð.
14. oktober. Kalixtus, deyður umleið ár 222. Trælur, sum gjørdist diakonur hjá pávanum og fekk um hendur at
standa fyri jarðarferðum. Summar av katakombunum bera navn hansara.
15. oktober. Heiðveig, deyð í 1243. Hon var greivadóttir úr Bayern og giftist hertoganum Heinriki 1 í Slesiu. Hon
bygdi fleiri sjúkrahús og kleystur. Gav seg sjálv í nunnnukleystur, har hon doyði. Varð skírd halgikvinna í 1267.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum vístu
okkum samkenslu í stóru sorg okkara, tá elskaði
maður mín og góði pápi, verpápi og abbi okkara
Absalon Matras Absalonsen
Viðareiði
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum á Norðoya Røktarheimi, sum vóru
um Absalon, tíðina hann lá har.
Tøkk til Elsu Funding, prest, fyri troystarrík orð
í kapellinum og í kirkjuni. Tøkk til sangarar,
berarar, kirkjutænarar, gravarar og til tykkum, ið
hjálptu til og fyriskipaðu ervið. Tøkk fyri lán av
Missiónshúsinum til ervið.
Tøkk fyri vitjanir, heilsanir, uppringingar, bakstur,
blómur, kransar og peningagávur til Missiónshúsið.
Hjartaliga tøkk til øll tykkum, sum fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Ani
Andrass, Niels Jákup, Atli og Anna
Saknurin er stórur.
Takk fyri kærleika, umsorgan og ógloymandi minnir.
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum, sum sýndu samkenslu,
tá okkara kæra kona, mamma, vermóðir, gumma,
omma og langomma
Nicolina Thomsen
andaðist og varð jarðað.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur
til Sandavágs Kirkju.
Tøkk til John Myllhamar og David Johannesen,
prest, og tykkum mongu, sum fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Joen Jacob, Dánjal, Sigrid og Ása
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæra dóttir, systir og unnusta okkara
Maiken Arge
andaðist á Odense Sjúkrahús mikudagin
10. oktober, 33 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Hårby Kirkju týsdagin
16. oktober kl.13.00.
Familjunnar vegna
Ruth, Lennart, Crista og Carstin
Íbúð í Kollafirði
uml. 180 m2 innrættað soleiðis:
Stova, køkur, 2 baðirúm, durur, 2 gongir og 4
kømur + stórt óinnrættað loft umframt hjallur,
vaskirúm og kjallararúm at deila við leigara í
kjallaraíbúð
Húsaleiguuppskot: Kr. 8.000 pr. mðr + ljós og
hita. 2 mðr. depositum
Kjallaraíbúð í Kollafirði
uml. 80 m2 innrættað soleiðis:
Stova, stórur køkur, kamar, gongd, durur og WC
við brúsu, umframt hjallur, vaskirúm og kjallararúm
at deila við leigara í íbúð í erva.
Húsaleiguuppskot: kr. 5.000 pr. mðr + ljós og
hita. 2 mðr. depositum
Bilhús í Kollafirði
uml. 55 m2 við loftið
Húsaleiguuppskot: kr. 3.000 pr. mðr + ljós.
Ongin hiti er í garaguni. 2 mðr. depositum
Øll ognin kann eisini leigast í einum leigumáli fyri
kr. 14.500 pr. mðr. umframt ljós og hita. 2 mðr.
depositum.
Tlf. 74 99 77 (eftir kl. 16)
jandan@post.olivant.fo
Tórshavnar kommuna
Tórshavnar kommuna arbeiðir við nýggjum mannagongdum
í samband við umsóknir, býti og útlutan av fastari ogn til
egnan privatan bústað. Evnið fevnir um grundstykkir, rað-
og randarhús eins og íbuðir.
Partur av nýggju mannagongdunum er, at umsóknarlistin
verður almannakunngjørdur á heimasíðuni torshavn.fo í
næstum.
Umsøkjarar, sum ikki ynskja at standa á almannakunn-
gjørda listanum, verða strikaðir. Tey, ið ynskja at verða
strikað av listanum, verða biðin um at boða Snarskivuni
hjá Tórshavnar kommunu, Postboks 32 110 Tórshavn
Tel. 30 20 10, frá í seinasta lagi tann 26. oktober 2007.
Hevur Tórshavnar kommuna onga fráboðan fingið innan
nevndu dagfesting, verður roknað við, at umsøkjarin fram-
vegis ynskir at standa á listanum.
Kunngerð