Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Nr. 198 • 12. oktober 2007 Vikuskifti Maðurin er veikara kynið í Norðurlondum í dag, og kvinnurnar eru supersterk­ ar. Tað er niðurstøðan av evnistinginum “Kvinnan í Norðurlondum”, sum varð hildið á bókamessuni Bok & bibliotek leygardagin. Kvinnumyndin í norðurlendskum bókmentum var høvuðsevni, tá ið rithøvundarnir Auður Jónsdóttir úr Íslandi, Astrid Saalbach úr Danmark og Anne B. Ragde úr Norra, ið allar nýliga hava givið út skaldsøgur um nýtíðar kvinnur í Norðurlondum, skiftu orð um júst hetta. Svenski rithøvundurin Ulrika Knutson var orðstýrari og luttók eisini í kjakinum. Hóast sjónarmiðini hjá teimum fýra vóru bæði mong og ymisk, so vóru tær kortini samdar um, at kvinnan í norðurlendskum bókmentum í dag er so sterk, at menn eru vorðnir hitt veikara kynið. Serliga fanst danska Astrid Saalbach at ráðandi kvinnu­ myndini í norðurlendsku bók­ mentunum í dag: – Kvinnurnar tykjast at halda, at javnstøða bert kann vinnast gjøgnum lóggávu, segði Astrid Saalbach. ­ Vit uppfinna lógir, sum kunnu jarðleggja ein mann fyri lítið og onki. Vit hava gloymt, at vit eru lívfrøðiligir skapningar, sum mugu taka ábyrgd fyri okkum sjálvum, uttan at lóggáva skal til hvørja ferð, segði hon og legði afturat, at okkurt má vera gingið fullkomiliga galið kynjanna millum, tá ið so er. Skaldsøga hennara “Fingeren i flammen” frá 2005 snýr seg júst um, hvussu álvarsligar avleið­ ingar ein ákæra um kynsliga for fylging kann fáa. Menn veikara kynið Sviar eru størri rasistar enn danir. Teir vilja bara ikki við­ ganga tað fyri opnari mikrofon. Men tá ið fjalt upptøkutól verður nýtt kemur tað fram, at sviar hava nógv størri illvilja móti innflytarum enn danir, sum annars eru viðgitnir fyri sínar hvøssu meiningar og tálmandi innflytaralóggóvu. Tað segði kendi svenski tíð­ indamaðurin Janne Josefsson á bókastevnuni Bok & bibliotek, tá ið leikluturin hjá miðlunum sum dómari og bøðil varð viðgjørdur. Eitt av evnunum, tosað varð um, var, um journalistar skulu kunna brúka fjald upptøkutól í sínum arbeiði. Janne Josefsson er tann einasti svenski journalisturin, sum tvær ferðir hevur fingið Stora journalistpriset. Hann er kendur fyri at brúka umstríddar arbeiðshættir, og hann hevur gjørt sendingar fyri SVT, har hann hevur fingið fram sjónarmið, sum høvdu ikki komið fram, hevði hann ikki brúkt fjalt upptøkutól. Sviar størri rasistar enn danir Tað var so ymiskt sum forløg og aðrir framsýnarar valdu at gera burturúr sínum básum. Liza Marklund, rithøvundur og journalistur, í samrøðu við Janne Josefsson, um leiklutin hjá miðlunum sum dómari og bøðil Frá vinstru: Auður Jónsdóttir, Astrid Saalbach, Anne B. Ragde og Ulrika Knutson, orðstýrari. Norðurlendskar barna­ og ungdómsbøkur viðgera í dag í størri mun sosialar og samfelagsligar spurningar, enn tær hava gjørt í mong ár. Ein av orsøkunum er, at tey ungu hava ilt við at finna sín leiklut í alheims­ gjørda gerandisdegnum, og tí leita tey allastaðni eftir politiskum hugsjónum, tey kunnu taka til sín, eisini í bókmentunum. Á tveimum evnistingum á bókamessuni Bok & biblio­ tek settu nakrir av mest lisnu norðurlendsku barnabókarit­ høvundunum stevnu at skifta orð um barna­ og ungdómsbókmentir í Norðurlondum í dag. Skal ein stutt taka samanum er niðurstøðan tann, at íslendskum børnum dámar best skemtiligar bøkur, donskum børnum dámar best fantasy, og svenskum og finskum børnum dámar best realistiskar bøkur. Yvirhøvur sæst tó um øll Norð­ urlond eitt rák innan bæði barna­ og ungdómsbøkur, har sosialir trupulleikar og samfelagsligir spurningar sum heild fáa størri rúmd enn teir hava fingið leingi. ­ Í Íslandi hevur einasta krav til barnabøkur leingi verið, at tær skulu vera stuttligar. Hetta krav er ikki so einaráðandi longur. Nú verða bøkur, sum viðgera samfelagsligar spurningar, betri móttiknar, segði íslendski rithøvundurin Kristin Steinsdóttir, sum skrivaði virðisløntu bókina “Eingil í vesturbýnum”, ið eisini er komin út í føroyskari týðing. Í Svøríki sæst hetta rák ser­ stakliga aftur í ungdómsskald­ søgunum, sum verða útgivnar fyri tíðina. Sambært teimum báðu svensku rithøvundunum Per Nilsson og Åsa Anderberg Strollo, ið júst hava givið út ungdómsskaldsøgur við ávikavist politiskum og sosialrealistiskum innihaldi, er hetta eitt úrslit av teimum stóru samfelagsligu broytingunum, sum farnar eru fram í Svøríki seinnu árini, einamest orsakað av niður­ skurðum á økjum, sum serliga hava rakt svenskar tannáringar. ­ Tey ungu kenna í dag ein stóran tørv á at kunna skilmarka seg og leiklut sín í heiminum í dag. Hesin tørvur er munandi vaksin við samskiftismiðlum sum alnetinum og fartelefonunum, segði Per Nilsson og legði afturat, at hetta ger, at tey ungu leita allastaðni eftir politiskum hugsjónum, tey kunnu taka til sín, ikki minst í bókmentunum. Men onnur rák síggjast eisini í einstøku londunum. Eitt nú sæst ein vaksandi áhugi hjá íslendskum børnum fyri norrønu gudalæruni og íslendingasøgunum. Ein teirra, ið hevur útgivið slíkar bøkur, er Brynhildur Þórarinsdóttir, sum í ár fekk Barnabókavirðisløn Norður­ landa fyri sínar endursøgnir av Njáls søgu, Egils søgu Skalla­ Grímssonar og Laksdøla søgu. Politiskar barnabøkur vælumtóktar Íslendskum børnum dámar best skemtiligar bøkur, donskum børnum dámar best fantasy, og svenskum og finskum børnum dámar best realistiskar bøkur. Um øll Norðurlond fáa tó politiskir spurningar yvirhøvur størri rúmd í barna- og ungdómsbókmentum, enn teir hava fingið leingi