fríggjadagur 12. oktober 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 198 - 12. oktober 2007
Stutt Sagt
Lama vitjar
Bush
Týsdagin í næstu viku
støkkur andaligi leiðarin í
Tibet, Dalai Lama, inn á
gólvið í Hvítu Húsunum í
Washington at vitja George
W. Bush, forseta. Dagin
eftir
skal
Lama
vitja
amerikonsku Kongressina,
sum hevur gjørt av at
heiðra hann við einum ser
ligum heiðursmerki. Hetta
hevur vakt ans í Kina, har
Dalai Lama ikki er serliga
væl
umtóktur.
Ein
kinesiskur talsmaður sig
ur, at amerikanska avgerð
in at heiðra Dalai Lama er
uppílegging
í
innan
ríkisviðurskifti í Kina. Tað
sama segði Kina, tá týski
kanslarin, Angela Merkel,
hitti Dalao Lama herfyri.
Tíma ikki KT
Hóast danskar KTfyritøk
ur leggja seg á knæ fyri at
fáa tey ungu at útbúgva
seg og at arbeiða innan
kunningartøkni, er áhugin
fyri hesari vinnugreinini
minkandi
millum
tey
ungu. Politiken skrivar, at
tað er als ikki óvanligt, at
fyritøkur bjóða teimum
ungu einar 30.000 krónur
um mánaðin í byrjunarløn,
men kortini standa meiri
enn 6.000 størv í KT
vinnuni ósett, og umleið
100 koma afturat hvønn
einasta dag. Samstundis
verður roknað við, at
danska KTvinnan hevur
flutt
umleið
20.000
arbeiðspláss av landinum,
tí eingin arbeiðsmegi er at
fáa í Danmark.
Upprunafólk
viðurkennast
Í Avstralia sigur John
Howard, forsætisráðharri,
at verður hann afturvaldur,
fer hann at skriva út fólka
atkvøðu, sum skal stað
festa, at aboriginararnir
skulu fáa støðu sum upp
runafólkið í Avstralia, og
at tað skal setast í sjálva
grundlógina. Av teimum
20
milliónunum,
sum
búgva í Avstralia, eru ein
lítil hálv millión aborig
inar.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Heldur hetta fram, fara heimshøvini at fløða
meiri enn 60 sentimetrar í hesari øldini
(Abbas Khan, granskari)
útlond
Nýggjar danskar
mátingar vísa, at
innlandsísurin í
Grønlandi bráðnar
nógv skjótari, enn
vísindin hevur hildið
higartil
Í dag minkar innlandsísurin
fýra ferðir skjótari enn fyri
bara seks árum síðani, og
tað fer at ávirka haimshøv
ini, sigur Abbas Khan, sum
er granskingarleiðari á Dan
marks Rumcenter, ið hevur
staðið fyri kanningunum í
Grønlandi.
Til 2004 fóru millum 50
og 100 rúmkilometrar burtur
av ísinum í Suðurgrønlandi
um árið. Men síðani 2004 er
ísurin
bráðnaður
nógv
skjótari, soleiðis at nú fara
umleið 300 rúmkilometrar
burturav um árið. Vøksturin
er sostatt 400 prosent, og tað
er ørkymlandi, sigur Khan
við Ritzautíðindastovuna.
Tey nýggju kanningarúr
slitini hjá Danmarks Rum
center vórðu almannakunn
gjørd í granskingartíðarrit
inum Geophysical Research
Letters í gjár. Mátingarnar
hevur
danski
stovnurin
gjørt saman við lærda Col
oradoháskúlanum í USA.
Heldur hetta fram, at fer
vatnið frá tí bráðnaða inn
landsísinum í Grønlandi at
fáa heimshøvini at fløða
meiri enn 60 sentimetrar í
hesari øldini, sigur Abbas
Khan. ST hevur fyrr mett, at
heimshøvini fara at fløða
millum 20 og 60 sentimetrar
tey næstu hundrað árini.
Abbas Khan sigur við Rit
zau, at tey nýggju úrslitini
vísa, at flóðin helst verður í tí
ovara endanum á metingini
hjá ST og kanska omanfyri.
Danski granskarin sigur, at
veksandi avfall hevur gjørt,
at umleið ein hálvur metur
av nýggjum ísi er komin
oman á miðdepilin á grøn
lendska innlandsísinum um
árið tey seinastu árini. Men
hetta mótsvarar á ongan hátt
tí,
sum
fer
burtur
av
innlandsísinum, sigur hann.
Granskingarleiðarin hjá
Danmarks Rumcenter vil
ikki siga, aum broytingin í
innlandsísinum í Grønlandi
stendst er av dálking ella
øðrum viðurskiftum.
Drongurin hevði
savnað sær eina
riflu, heimagjørdar
granatir, luftvápn
og onnur vápn til
hópdrápið
Í gjárkvøldið tók løgreglan
í amerikanska býnum Ply
mouth tann 14 ára gamla
drongin, og heima hjá hon
um funnu løgreglumenninir
tað, ið minti mest um eina
vápnagoymslu. Har vóru
millum annað ein nútímans
rifla,
sjey
heimagjørdar
hondgranatir, umleið 80
luftvápn og fleiri knívar.
Undir
avhoyringum
greiddi tann 14 ára gamli
frá, at hann hevði lagt ætlan
ir um at søkja at einum
mungdómsskúla í Plymouth,
sum er í statinum Penn
sylvania. Hansara fyrimynd
var Colombineatsóknin í
1999, tá tveir skúladreingir
skutu 13 fólk.
Fyri bara tveimum døgum
síðani særdi ein 14 ára
gamal drongur seks fólk í
einum skúla í statinum
Idaho.
14 ára gamal
ætlaði hópdráp
í skúlanum
Grønlandsísurin bráðnar
nógv skjótari enn hildið
Hendan myndin, sum er tikin við tyrlu, vísir týðiliga, hvussu vatnið frá tí bráðnaða ísinum rennur í stórum áum eftir
innlandsísinum