fríggjadagur 12. oktober 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 • 12. oktober 2007
Vikuskifti
16
Vágs Kommuna helt 4. oktober sín
100 ára dag og tiltøk vóru alla vikuna,
frá sunnudegi 30. september til og við
sunnudag 7. oktober
Tað var av sonnum ein stórfingin skrá, ið varð borin í hvørt hús í Vági,
har Vágs Kommuna boðaði frá í snotiligum faldara, at 100 ára haldið
hjá Vágs Kommunu fór at fara fram eina heila viku, og alskyns tiltøk
vóru á skránni.
So nógv tiltøk vóru, at tað er rúgvusmikið at greiða frá. Fleiri tiltøk
vóru hvønn dagin og nóg mikið var at fara til. Sigast kann í stuttum,
meðan vit lata myndirnar tala fyri seg, at vikan gekk ómetaliga væl,
og tyktist skapa trivna og gleði, og ikki minst sást, at felagsandin enn
livir manna millum, og at fólk fegin taka eina hond í, har á stendur, tá
umræður at skapa trivna og hugna.
Tríva vit leysliga í ymiskt úr skránni, so kunnu nevnast
framsýningar av ymsum slag, bæði listarligar og siðsøguligar, sang-
og fyrilestrakvøld, morgunsvimjing í heitum hyli hvønn morgun,
kirkjukonsert, handan av føðingardagsgávu til borgararnar, ið var eitt
spælipláss, sjónleikur við børnum, fyrilestrur um vinnumøguleikar,
tónleikacafé, spurnarkapping um Vágs søgu, alment morgunmatarborð
við alskyns undirhaldi, so sum Bakkens Pjerrot, kappróður millum bátar
úr Vági og av Tvøroyri, kvøldseta, dansur og mangt, mangt annað.
Tiltøkini, ið øll vóru ókeypis, eydnaðust sera væl, tykjast flest øll
samd um, og øll tiltøk vórðu væl vitjað. At fólk úr øllum Føroyum
vitjaðu og tóku lut, eydnaðist eisini væl. Eitt nú vitjaðu stór føroysk
tónleikanøvn á kirkjukonsertini, vinnulívsfólk norðaneftir greiddu frá,
og “bikarar” (motorsúkklur, blðm.) úr Havn vitjaðu og settu dám á og
hugnaðu sær við eittnú grill- og sangløtu undir Stóra Pakkhúsi.
Ein vika, sum seint fer í gloymibókina, kom at enda í Vági, og Vágs
Kommuna og botgararnir kunnu fegnast um 100 ára haldið, ið stóð í
átta dagar, júst sum brúdleypini í ævintýrunum.
… og føðingardagur
100 ár
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Myndir: Finn Johannessen, D. Olsen o.o