fríggjadagur 12. oktober 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 198 - 12. oktober 2007
R E P R O Z
UPPGÁVUR TÍNAR VERA MILLUM AÐRAR AT:
Standa á odda fyri debitorstýringini
Hava um hendi edv-skipanina, ið stýrir kundaviðurskiftum okkara
Skipa fyri, at uppgerðir og rokningar verða sendar kundunum
Samskipa kundatænastuna viðvíkjandi fyrispurningum og
fíggjarmálum
TÍNIR FØRLEIKAR:
Vit rokna við, at tú hevur hóskandi útbúgving og royndir í bókhaldi
og debitorstýring, og at tú hevur góðan kunnleika til bókhaldsforrit.
SEV nýtir serliga debitorskipan, sum fl eiri donsk elfeløg nýta, og tú fært
neyðuga upplæring í hesum forriti. Vit vænta eisini, at tú hevur góð
samstarvsevni og dugir at samskipa arbeiðið við kundatænastuni innan
debitorstýring. Kundatænastan verður í dag veitt á øllum skrivstovum
okkara, t.e. í Klaksvík, Vestmanna, Tórshavn og í Vági.
LØN OG SETANARTREYTIR:
Umsøkjarar við viðkomandi útbúgving og royndum verða løntir
eftir 8. lønarfl okki í sáttmála millum SEV og Starvsmannafelagið.
Starvið hevur tilvísing til deildarstjóran fyri Fyrisitingardeildina.
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í
samband við John P. Danielsen, deildarstjóra, á 34 68 00 ella
á jpd@sev.fo.
UMSÓKNARFREISTIN ER MIKUDAGIN, 31. OKTOBER 2007.
Send umsókn tína til: Elfelagið SEV
Landavegur 92, Postsmoga 319, FO-110 Tórshavn
LEIÐARI TIL DEBITORBÓKHALDIÐ
Elfelagið SEV sóknast eftir fólki at leiða debitorbókhald felagsins.
Eftir føroyskum viðurskiftum er talan um stórt bókhald við 23.000 kundum,
og søla okkara í fjør var um 238 mió. kr. umframt mvg.