fríggjadagur 12. oktober 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 198 - 12. oktober 2007 ]
Fólkið stillað, hóast
bispur ei er valdur
Ólavur Simonsen
Meðan Fríðriksson og
Reinert Hansen standa
um boðið at gerast
bispur, varð fyrsti
leikurin leiktur í nýggja
talvárinum, ið fór av
bakkastokki seinasta
vikuskifti.
Talvárið byrjað
Nýggja nevndin í Talvsamband
Føroya varð fyri stuttum
skipað og er farin skjótt til
verka. Ætlanirnar, sum TSF
hevur skotið út í kortið, vísa,
at komandi talvárið verður eitt
sera virkið ár, tí fram til mai
mánaða komandi ár eru bert
fýra vikuskifti, har eingin
telving er á skránni.
Sum byrjanarskot varð ein
kvikkapping avgreidd seinasta
leygardag, sum eisini er partur
av Grand Prix kappingini í
talvi. Tað vóru 21 svangir
telvarar møttir í felagshúsinum
hjá Havnar Telvingarfelag eftir
ein langan summarsteðg, so
tað boðaði frá einari
beinharðari kapping um tey
sjey Grand Prix stigini, ið
vinnarin fær fyri fysta plássið.
Grand Prix
Grand Prix kappingin varð
uppafturtikin í fjør, eftir at hon
datt niðurfyri í 90unum.
Tað eru nýggju kappingar í
talvárinum, ið eru partar av
Grand Prix kappingini.
Vinnarin av hvørjari kapping
fær 7 GP stig, tveyarin fær 5
GP stig og trýarin 4 GP stig o.
s.f.
Eisini er krav at luttøkan
skal fevna um minst 5
kappingar umframt finaluna
fyri at møguleiki skal vera fyri
at gerast Grand Prix vinnari.
Spenningurin helt sær
Kappingin varð skipað
soleiðis, at sjey umfør vórðu
telvað í mun til nýggju
umfør, ið vanliga verða
telvað í FM fyri einstakling
ar. Fyrimunurin við sjey
umførum er, at ofta eru
nógvir telvarir rættiliga
javnir, tá seinasta umfar
verður telvað, og tí er spenn
ingurin í hæddini tá.
Favorittarnir, ið vóru ein
bólkur á fimm mans, løgdu
seg á odda beinavegin og
hildu leiðsluna til seinasta
umfar. Tá vóru tað Finnbjørn
Vang, Ólavur Simonsen og
Carl E. N. Samuelsen, ið
høvdu bestu kortini.
Hendan støðan skuldi tó
ikki halda sær, tí Carl E. N.
Samuelsen mátti lúta fyri
Jón Andreasen í seinasta
umfari, soleiðis at Jón fekk
snýkt seg fram um Carl Eli
og harvið ognað sær triðja
plássið.
Endaliga støðan gjørdist:
12. Ólavur Simonsen (Betri
mótstøðustig) 12. Finnbjørn
Vang 3. Jón Andreasen.
Herborg Hansen og Einar
Gregersen fóru avstað við
ratingvirðislønunum.
Jón ein hóttan móti
talvfriðinum
Tað hendur av og á, at børn og
unglingar koma sum rakettir
upp eftir styrkilistanum.
Serliga eru tað ofta tannáring
ar, ið knappliga fáa opnað
sinnið og sál og harvið blóma
á talvborðinum. Hví hetta
hendir, er ilt at siga, men tað
er ofta hetta, sum ger, at
stigatalvan ikki fløskar seg
eftir styrkitølunum. Hendan
dagin tóktist tað at verða
Jón Andreasen, sum skuldi
taka øll av bóli.
Jón hevur ikki verið at
sæð við talvborðin á før
oyska talvpallinum í nøkur
ár, men hóast hann ikki er
nakar unglingi longur, so
má sigast, at hetta varð eitt
brak av einari afturkomu.
Serliga tá hugsað verður
um longu fráveru hansara,
og at Jón hevur eitt styrkital
á 1588, megnaði hann
álíkavæl at blanda seg
millum telvarar har miðal
styrkitalið var 2138!
Kjølbro Open
Næsta kappingin í Grand Prix kappingini verður
í Klaksvík 12. – 14. oktober.
Støðan í Grand Prix kappingin áðrenn Kjølbro
Open er:
Ólavur Simonsen
6 GP
Finnbjørn Vang
6 GP
Jón Andreasen
4 GP
Carl E. N. Samuelsen
3 GP
Terji Petersen
2 GP
Herluf Hansen
1 GP
TALV-
teigurin
Aftan til vinstru - Jón Andreasen Nr. 3, Ólavur
Simonsen Nr. 1-2, Finnbjørn Vang Nr. 1-
2. Framman til vinstru - Herborg Hansen
Ratingvirðisløn, Einar Gregersen Ratingvirðisløn
Jón Andreasen í essinum eftir
ein langan talvsteðg
27
Um talvskrivaran
Navn:
Ólavur Simonsen
Yrki:
Verkfrøðingur
Aldur:
30 ár
Bústaður:
Klaksvíkingur í Tórshavn
Talvroyndir: Føroyameistari í snartalv í 1994
Talvolympiadu í Armenia
Talvolympiadu í Kalmykia
Talvolympiadu í Turkalandi
Føroyameistari fyri lið fleiri ferðir
FM einstaklingar. Annað pláss fleiri ferðir