Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-12, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 198 - 12. oktober 2007 ] Topp­ dysturin verður á Hálsi Toppdysturin í Atlantic Airways- kappingini verður á Hálsi, har tey bæði ósigraðu liðini, Neistin og H71 møtast HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Tríggir dystur í Atlantic Airways-kappingini hjá monnum vera um viku- skiftið. Í høllini á Hálsi verður toppdystur á skránni, tá Neistin og H71 møtast. Bæði Neistin og H71 hava fult stigatalv í kapping- ini, og tí leggur vinn- andi liðið seg einsamalt á odda eftir vikuskiftið. Tann dysturin, sum mest spenningur man vera um, er tó dysturin í Vestmanna, har tann sokallaði klassikarin verður á skránni. Her tekur VÍF ímóti Kyndli, men undan dystinum liggur hvørki teirra í oddinum. VÍF fekk sín fyrsta sigur síðsta viku- skiftið og liggur á fjórða plássi, meðan Kyndil slett einki stig hevur fingið enn. Teir hava tapt báðar sínar dystir við 10 málum ella fleiri. Síðsti dysturin verður í høllini á Skála, har StÍF tekur ímóti KÍF. Um vit hyggja at stiga- talvuni, so er StÍF helst lítil favorittur undan dystinum. Teir vunnu fyrsta dystin ímóti Kyndli fyri síðani at tapa ímóti H71. Hjá kollfirðingum sær ikki so gott út. Teir hava enn einki stig fingið eftir tap ímóti H71 og VÍF, og tí skulu teir helst vinna dystin á Skála sunnudagin. Dómaraásetingar Atlantic Airways-kappingin: Neistin – H71 Sámal Paulason & Kári Hansen VÍF – Kyndil Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen StÍF – KÍF Hans Thomassen & Hanus Kúrberg Sunset-kappingin: Neistin – Stjørnan Sámal Paulason & Kári Hansen VÍF – Kyndil Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen Ten Cate klárur fyri Chelsea Síðstu vikuna hevur mest sum verið greitt, at tað bert hevur verið ein spurningur um tíð, áðrenn Ajax-venjarin, Hen ten Cate, skifti til Chelsea, og nú er skiftið altso komið upp á pláss. 52-ára gamli Henk ten Cate skal tí vera hjálparvenjari hjá Avram Grant, sum tók við, eftir at portugisin, José Mourinho, hevði fingið sekkin eftir javnleikin ímóti Rosenborg í Champions League. Undan tíðini í Ajax var Henk ten Cate hjálparvenjari í Barcelona, meðan hann eisini hevur vant fleiri lið í Hollandi. Mánadagin 15. oktober fer føroyska landsliðið í badmin- ton til Grønlands at luttaka í Islands Badminton Event 2007, ið verður hild- in í Grønlandi frá 15. til 23. oktober. Ferðalagið telur 13 fólk, t.e. vanjari, 8 íðkarar, Formaðurin í Badminton Sam- bandi Føroya og 3 hjálparfólk BADMINTON Niels Petersen niels@sosialurin.fo Islands Badminton Event 2007 er ein beinleiðis av- leiðing av at badminton varð frávalt av listanum yvir ítróttargreinir á Oyggja- leikunum á Rhodos í summar. Tað er fyrr gjørt innan aðrar ítróttargreinar, at tað er skipað fyri tílíkum kappingum, í staðin fyri Oyggjaleikirnar, hetta kanska fyri at halda íðkar- unum í gongd, og fyri at til- eggja spælarunum at halda framm at íðka hesa ítrótt. Venjarin Við í ferðalagnum verður sjálvsagt venjarin, hesin er danin Tobias Effersøe, ið hevur verið høvuðsvenjari hjá føroyska Badminton landsliðnum í hálvtannað ár. Tá ein hoyrir navnið Eff- ersøe, kemur einum til hugs at hetta kundi verið ein av føroyskum uppruna, og spurdur um hald var í hes- um, og tað kundi hann bara vátta. - Abbi mín varð føddur á Eiði og flutti til Tvøroyrar, áðrenn hann valdi at bú- setast í Danmørk. Og dama mín sum arbeiðir á Argja Skúla verður í heilum heils- að av fólki, ið siga seg vera í familju við meg, sigur ein skemtandi landsliðsvenjari. Tobias er annars sjálvur ein royndur badmintonleik- ari. Hann megnaði í sínum ungdómsárum at náa donsk- um landsliðsstøði, og seinni hevur hann valt at taka sær fleiri venjaraútbúgvingar, so at hann kundi halda áfram við at arbeiða við ítróttini, ið hevur givið hon- um so nógv. Lyklaleikarar Í ár hava Føroyar eitt sera sterkt landslið, og harafturat hava vit eisini í minsta lagi 2 lyklaleikarar. Ein spælari sum Niklas Eysturoy man teljast millum teir heilt stóru. Niklas venur sjálvandi upp til kappingina í Grøn- landi, umframt at hann eis- ini er við í einum bruttohópi, ið venur til at koma til Olympisku leikirnir í 2012. Hesar venjingar eru í Bulgaria, og er Niklas farin hagar í morgun. Haðani skal hann so beinleiðis til Grønlands og í kapping har. Eisini hava vit eitt ungt stjørnuskot úr Danmørk, ið er rímuliga ókend í Føroy- um. Hon er hálvur føroy- ingur, býr í Middelfart, er 18 ár og eitur Sigrun Smith. Sigrun var fyri á leið einum ári síðani í Føroyum, og vandi hon í badminton- høllini tá. Har var tað at lagt var til merkis, hvussu evnarík hendan unga gentan var, og tað varð alt fyri eitt eftirkannað, um hvør hon var og hvaðani hon kom. Fyri viku síðani luttók Sigrun í Danish Junior Cup 2007, sum er stór kapping á flatlondum. Vónir Tá venjarin varð spurdur um vónirnar til kappingina fyri framman, tóktist hann at vera varin, og vildi ikki loyva sær at vera ov bjart- skygdur, tí sum hann segði, so veit hann ikki so nógv um hini londini. - Eg kenni nøkur nøvn aft- ur á hinum landsliðunum, men dagsins styrki hjá teim- um og annars hinum ókendu, hana kenni eg ikki nógv til. Tobias kann tó vátta, at liðið er betur enn nakrantíð áður, og lagið er gott í hópi- num. - Spælararnir eru sera spentir um uppgávuna ið liggur fyri framman, og vóna og vænta sær okkurt heiðursmerki heim við aft- ur. Stutt skoðbrá -Tann sannroynd, at tveir av okkara lyklaleikarum eru í stórum kappingum, so stutt áðrenn Badminton Event í Grønlandi, er ørkymlandi, sigur Vilhjálmur Gregorius- sen, formaðurin í Badmin- ton Sambandi Føroya. Tað er tó eisini ein kjansur fyri at júst hesir báðir leikararnir eru eyka klárir tá kappingin fer av bakkastokki miku- dagin. - Tað kann vera at tey eru vorðin útkoyrd av hørðu skránni, men tað kann eins væl vísa seg at tað hevur givið teimum eyka orku, sigur formaðurin at enda. Badmintonlandsliðið til Grønlands Badmintonlandsliðið fer fyrst í komandi viku avstað til Grønlands, har liðið skal taka lut á Oyggjaleikum fyri badminton, nú badminton ikki var við á leikunum í summar. Spælararnir, sum eru við, eru, Aksel Poulsen, Brynhild Carlsson, Fjóla Luid, Flóvin Mikkelsin, Guðrið Poulsen, Niclas Eysturoy, Rógvi Poulsen og Sigrun Smith Stórtalentið, Niclas Eysturoy, sum er við í danska bruttohópinum til olympisku leikirnar í 2012, verður eisini við í ferðalagnum til Grønlands 26