fríggjadagur 12. oktober 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 198 - 12. oktober 2007 ]
eftir
Terry ikki við móti Estlandi
Enski landsliðsskiparin, John Terry, hevur verið ivasamur til
EM-undankappingardystin ímóti Estlandi leygardagin, og nú
er greitt, at Terry ikki verður klárur. Hann hevur fingið ein
skaða í vinstra knæ, og sjálvt um hetta ikki er álvarsligt, so
verður hann ikki tøkur hjá landsliðsvenjaranum, Steve
McClaren, til dystin leygardagin. McClaren hevur tó ikki sent
Terry heim, tí í enska hópinum verður vónað, at Terry verður
klárur til altavgerandi landsdystin mikudagin, tá England
spælir á útivølli ímóti Russlandi.
Van der Saar úti móti Rumenia
Eitt rættiligt oddabrak verður í EM-undankappingarbólki G leygardagin,
tá tey bæði oddaliðini, Rumenia og Holland, bresta saman í Rumenia.
Undan dystinum liggja bæði liðini jøvn í oddinum við 20 stigum. Undan
dystinum er tó longu nú greitt, at Holland má vera málmannin, Edwin
van der Saar, fyri uttan. Tí verður tað helst Ajax-málmaðurin, Maarten
Stekelenburg, sum skal verja málið. Afturat van der Saar má Holland
eisini vera Robin van Persie, Wesley Sneijder og Mario Melchiot fyri
uttan, tí hesir hava allir leikbann til dystin.
Árið í fjør var
ein katastrofa,
men í ár hava vit
spælt væl, og tað
er tað, vit skulu
royna at byggja
víðari uppá, sigur
væntandi komandi
liðskiparin, Jákup
Mikkelsen
landsdystur
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Jákup Mikkelsen hevur
verið eykaliðskipari og
tikið yvir, tá Óli Johanne-
sen ikki hevur verið við. Nú
tvørámaðurin hevur boðað
frá, at hann gevst á lands-
liðnum, verður tikið sum
givið, at landsliðsmálverjin
yvirtekur liðskiparabindið
permanent.
Men sjálvur sigur Jákup
seg ikki hava fingið nakra
ábending um, at so verður.
- Tað plaga vit nú heldur
ikkia t fáa at vita, fyrr enn
beint undan dystinum. So
enn veit eg ikki heilt, hvat
venjarin ætlar, sigur Jákup
Mikkelsen.
Landsliðsmálmaðurin úr
Klaksvík er ein av okkara
allar royndastu fótbólts-
spælarum, og er í hvussu er
hin einasti, sum kann vísa á
bæði føroyskt og danskt
meinstaraheiti. Men slíkir
stórdystir, sum tann, ið nú
stendur fyri framman, eru
altíð líka spennandi.
- Hetta er fjórðu ferð vit
møta Fraklandi, og tað er
líka spennandi hvørja ferð.
Hetta er eitt tað størsta
mann í løtuni kann uppliva
sum fótbóltsleikari, tó at
Italia sjálvandi eisini er
spennandi,
sigur
Jákup
Mikkelsen.
Stig ordiliga gott
Spurdur, hvussu hann metir
um verandi undankapping
sigur Jákup Mikkelsen, at
hetta hevur verið ein løgin
kapping.
- Vit spældu illa og blivu
hølvaðir av allar teir fyrstu
dystirnar. Men síðani hava
vit fingið meiri stýr á
spælinum, og eg haldi, at
vit seinastu dystirnar hava
spælt heilt væl, sjálvt um
úrslitini ikki hava staðið
mát við sjálvt spælið, sigur
landsliðsmálmaðurin.
Hann er kortini realist-
iskur og sigur, at hann
væntar ikki, vit fara at vinna
dystin.
- Vit skulu konsentrera
okkum um góða spælið, vit
hava havt seinastu dystirnar,
og síðani royna at minimera
eitt tap so nógv sum møgu-
ligt, sigur Jákup Mikkelsen.
Hvat er eitt brúkiligt úrs
lit, og hvat er eitt ordiliga
gott úrslit?
- Eitt ordiliga gott úrslit
hevði verið at fingið eitt
stig móti fraklendingum.
Mann er sjálvandi ongantíð
nøgdur við at tapa, men tað
kemur eisini ann upp á
mátan, mann tapir upp á.
Og fleiri av seinastu dystu-
num hava vit verið bein-
leiðis óhepnir at tapt. Og
tað í sjálvum sær er rættiliga
positivt, sigur Jákup Mikkel-
sen, sum altso væntandi fær
handað liðskiparabindið til
dystin
móti
Fraklandi
leygardagin.
Byggja á góðu gongdina
Hóast styrkislistin
hjá FIFA sigur, at
mótstøðan hevur
verið størri undan
farnu ferðirnar, so
fer U21 landsliðið
rættuliga at fáa sína
søk fyri í morgin
ímóti Aserbajan
u-21
Jákup Mørk
Longu klokkan ellivu
fyrrapartin í morgin verður
fyrsta bríkslið í U21 lands-
dystinum ímóti Aserbajan,
sum verður spældur á
Svangaskarði.
Aserbajan
telist
ikki
millum fremstu fótbólts-
tjóðirnar í Europa. Á FIFA
listanum er a-liðið styrk-
ismett at vera nummar
115. Í hesi EM undan-
kappingini hevur liðið tapt
allar tríggjar ferðirnar: 4-1
á
útivølli
og
2-0
á
heimavølli ímóti Grikka-
landi og 3-2 í Kroatia.
Kortini man lítil ivi vera
um, at talan verður um iva-
leysa stóran bita hjá før-
oyska liðnum at gloypa.
- Teir eru í 3-5-2 upp-
stilling. Konseptið er, at
teir royna seg við longum
sendingum av egnari hálvu
og fram til teir báðar stóru
fremstu menninar, veit ann-
ar av føroysku venjarunum,
Bill Jacobsen, at siga.
Stór útskifting
Sammett við undanfarnu
ferðirnar hava stórar út-
skiftingar verið í føroyska
hópinum. Serliga meint er
tað í verjuni, at Einar Han-
sen og Jóhan Troest David-
sen eru fluttir upp á a-liðið,
at Jónas þór Næs er
leikbannaður, og at Pætur
Jørgensen er skaddur. Sam
Jacobsen, sum loysti Jóhan
Troest Davidsen av seinast,
hevur givið avboð.
Longri frammi á vølli-
num eru avboð frá Boga
Løkin, sum er á námsferð,
Christian R. Mouritsen,
sum framvegis er skaddur,
og Páll M. Joensen sum
eisini er skaddur.
Hetta ber við sær, at tað
verður neyðugt við so at
siga spildurnýggjari verju
frammanfyri Gunnar Niel-
sen. Poul Thomas Dam er
tann einasti verjuspælarin,
sum frá undanfarnu ferð-
unum framvegis er tøkur.
- Soleiðis eru treytirnar.
Vit mugu dúva upp á teir,
sum eru tøkir og hava hug
at umboða føðilandið, og
vit hava gott mót, tí tað eru
framvegis so at siga bara
Formulaspælarar, sum fara
á
vøllin,
sigur
Bill
Jacobsen.
Tað kann gott vera, at før-
oyska liðið fer at síggja um-
leið soleiðis út í morgin:
Gunnar Nielsen – Magnus
Olsen, Sven F. Jacobsen,
Poul Thomas Dam, Jóhan V.
Gunnarsson – Gudmund
Nielsen, Kristoffur Jacob-
sen, Ólavur í Ólavsstovu,
Emil Nolsøe Leifsson, Levi
Hanssen
–
Arnbjørn
Hansen.
Á beinkinum verða so:
Símun Rógvi Hansen, Frit-
leif í Lambanum, Teitur R.
Joensen, Ásbjørn V. Gunn-
arsson, Leif Niclassen og
Frank
Poulsen.
Eftir
mongu skaðarnar og avboð-
ini eru tað seytjan spælarar,
sum búgva á sjómans-
heiminum í Klaksvík og
hava vant á Svangaskarði.
Seinnapartin í dag skuldi
U-21 landsliðið fara útferð
í Kalsoynna, um veðrið var
til vildar. Mikudagin klokk-
an 15 skal landsliðið spæla
í Kroatia. Tá verður Jónas
þór Næs tøkur, og tað er
eisini ein møguleiki hjá
venjarunum at senda boð
eftir onkrum, sum í hesi
vikuni er við U-19 lands-
liðnum í Bulgaria.
Neyðugt við nýggjari verju
Heili átta av stuðulsleikarunum á U-21 landsliðnum hava givið avboð til dystin ímóti
Aserbajan, og tí verður tað mest sum eitt nýtt lið, sum fer á vøllin á Svangaskarði
leygarmorgunin
Mynd: Álvur Haraldsen
um. Hetta duga vit, og
framgongdin bara síðan í
fjør hevur verið sjónlig,
hesum viðvíkjandi, sigur
Rógvi.
Liðfelagar
Ein av spælarunum, ið
plagar at leggja innfyri til
Rógva Jacobsen í álops-
støðu er Jákup á Borg, og
teir eru, sum kunnugt,
liðfelagar í HB.
Spurdur um tað fer at
mangla góð innlegg, sigur
Rógvi at tað metir hann
ikki, tí tað eru nógvir dugna-
ligir til at leggja innfyri til
hann. Hann leggur afturat
at hann er sera fegin um at
Rókur av Fløtum Jespersen
hevur fingið landsliðsboð.
august, og sum hesa ferð
verður undir liðini á Barce-
lona stjørnuni Lilian Thur-
am, vísti í gjár á, hvussu
teir skulu vinna á Føroyum:
- Vit fara at vinna, men
tað verður strevið. Um tað
eydnast at okkum at fáa mál
innan tíggju minuttir eru
farnir, so verður talan um
heilt øðrvísi uppgerð. Teir
fara at hava tíggju spælarar
aftanfyri bóltin. Avbjóðingin
hjá okkum verður at finna
pláss at spæla á. Tað fer at
eydnast
okkum,
heldur
Arsenal stjørnan Gallas.
At Frakland er farið at
hugsa um endaspælið næsta
summar sæst aftur í, hvørjir
vinardystir eru avtalaðir
eftir ársskiftið. Frakland
skal spæla í Spania 6.
februar,
26.
mars
fer
Ongland at vitja í París, og
harafturat
er
avrátt,
at
Frakland og Rumenia skulu
hittast. Enn er ikki avgjørt,
nær og hvar dysturin skal
spælast.
Franska
liðið
fer
úr
Føroyum beinanvegin eftir
dystin í morgin. Mikudagin
verður uppgerð ímóti Litava
í Nantes, og í november
skal
Frakland
spæla
í
Ukreina.