Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 • 12. oktober 2007 Vikuskifti 24 átrúnaður Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Sanniliga sigi eg tykkum: Um tit ikki venda um og verða eins og børnini, koma tit als ikki inn í himmiríkið. Matt. 18.3 Ørindið minnir meg á kensluríka hending í lívi Dostojevski tey árini, hann sat fangi í sibiriskum fongsli. Hann sigur: Tað var eitt lív, sum ikki var nakað lív, men ein rotin tilvera við neyð og líðingum, - stutt sagt: eitt lív í ”Deyðans húsi”. Men ein páskamorgun sluppu fyri eina ferð skyld allir fangarnir í kirkju - undir strongum eftirliti. ”Vit vóru, sigur hann, hektaðir saman við leinkjum, og merktir við tekni skendsilsins. Vit stóðu allir stúgvaðir saman í einum bólki niðri við kirkjudyrnar. Fólkið, sum komu framvið hildu frástøðu frá okkum og tú sá ótta og vanvirðing í andliti teirra. Men nærum allir fangarnir bóðu við djúpari virðing; og eftir prædikuna tóku vit allir móti altarins sakramenti. Men tá ið presturin, við kalikinum í hondini, segði orðini: ”Harri, so tak tá eisini móti mær, sum tú í Paradís tók móti hinum iðrandi illgerðamanninum”, tá kastaðu mest sum av sær sjálvum allir fangarnir seg sum ein maður niður á gólvið, so at glintini frá leinkjunum góvu hvøll afturljóð í halgidóminum: hvør einstakur í flokkinum tók orðini um illgerðarmannin sum sipandi til sín. Her var nakað av ektaðum barnasinni, tað sum er ríkis- gimsteinurin í sinnalagi heim- sins: hetta eyðmjúka sinnalagið ið treytaleyst gongur inn undir dómin og dómsins mannminkan, men sum eisini, júst tí, eigur hetta lyfti frá Jesusi: at tann, sum setur seg sjálvan lágt eins og eitt barn, hann er størstur í himmiríki. Tað er helst lættari fyri ”fang- ar í leinkjum” - í heila tikið fyri tollarar og syndarar - enn tað er fyri heiðursmenn og teir bestu borgarar í samfelagnum, at gerast ein av hesum smáu. orðið Hesa vikuna: John S. Myllhamar - Nógv fólk hava takk- að mær fyri, at eg hjálpti børnunum. Men tíverri upplivdi eg eisini tað øvugta, sigur Anne-Lene Olofson, sum í trý ár virkaði sum trúboðari í afri- kanska landinum Tanzania Í 2004 vórðu hjúnini Anne-Lene og Peter O.K. Olofson send út sum trúboðarar til hetta afri- kanska landið. Tey búðu um hetta mundið í Klaksvík, og vórðu send til Tanzania av Luthersk Missions- forening í Danmark í samstarvi við Kirkjuliga Missiónsfelagið í Føroyum og var teirra uppgáva í høvuðsheitum at undirvísa á teologiska fakultetinum í Brøðra- kirkjuni á staðnum. Arbeiðið varð skipað soleiðis, at Peter undirvísti teimum ið lósu gudfrøði, meðan Anne-Lene undirvísti konum teirra. Tað var tó rættiliga skjótt, at Anne-Lene fekk eyguni upp fyri, at hon eisini kundi nýta síni evni á øðrum staði, nevniliga innan arbeiðið millum heimleys og foreldraleys børn. – Eg vildi so fegin siga teimum, at tað veruliga var EIN sum elskaði tey og sum brýggjaði seg um tey, og sum ynskti at fáa samband við tey, greiðir Anne- Lene frá. Í summar kom hon aftur til Føroyar, her hon undirvísir á studentaskúlanum á Kambsdali. Maðurin, Peter er framvegis í Tanzania og kemur heim á jólum í ár. Foreldraleys Hjúnini Anne-Lene og Peter Olofson høvdu ikki verið nógvar dagar í Mbeya, fyrrenn tey hittu gøtubørnini á fyrsta sinni. - Tey komu yvir móti bilinum fyri at bidda pening. Ístaðin fyri pening góvu vit teimum klæðir, sandalir og eina máltíð á lokalu matstovuni, greiðir Anne-Lene frá. Hetta var byrjanin til henda partin av arbeiðinum hjá Anne- Lene og starvsfelaga hennara, sum er útsend sum trúboðari úr øðrum eysturlendskum landi. Sjálvt um Anne-lene nú aftur er búsitandi í Klaksvík, hevur hon ikki gloymt “síni” gøtubørn. Hon lærdi eini 40 gøtubørn at kenna, harav tvey teirra eru gentur. Hvørgin teirra eigur nakran pápa, sum kann veita teimum stuðul. Hann er annaðhvørt deyður, annaðhvørt av AIDS ella er ikki til staðar, orsakað av rúsevnum. – Tað ringasta er kortini tað, at nógv av hesum børnunum heldur ikki hava nakra mammu, ella hon kanska hevur fingið sær annan mann, sum ikki vil kennast við børn hennara. – Tí búgva hesi børnini ofta saman niðri við ánni ella saman við eini sjúkari ommu, sum aftur er bundin av at ommubarnið syrgir fyri henni. Tey gera okkurt smávegis, fyri at forvinna sær nakrar shillings við at vaska bilar ella tey bera tungar lutir fyri fólk á marknaðin, greiðir Anne-Lene frá. Kærleiki í vónloysi Trupult er at ímynda sær støðuna í einum barnafongsli, har 20-25 teirra sita innibyrgd í mánaðir uttan rættargongd. Flestu teirra eru millum 12 og 18 ár, men tey eru eisini yngri enn so. Ein genta varð herfyri leyslatin eftir at hava sitið í fongsli í seks mánaðir ákærd fyri tjóvarí. Hon varð fríkend í rættinum. Umstøður teirra eru eisini slíkar, sum føroysk børn ikki kenna til: Garðurin kring fongslið er 17 metrar langur báðar vegir og kring hann er høg girðing. Higar hava Anne-Lene og starvsfelagi hennara, leitað hvønn mánadag fyri at lívga um gerandisdagin hjá børnunum. Hin starvsfelagin plagar at halda ein bíbliutíma fyri teimum, meðan Anne-Lene roynir at vera teimum til troystar. – Fyrsta dagin hevði eg fløda- karamellur við. Eg segði teimum, at líka so vist sum at tey kundu smakka karamellurnar, líka so vist var tað at Gud elskaði tey. – Júst hetta hevur ligið mær á hjarta at fáa sagt við tey, - hetta, at hvør teirra er nakað serstakt, tey eru skapað av Gudi, elskað og fyrigivin av honum, greiðir Anne-Lene frá. Hon vísir síðani til eitt ørindi úr Bíbliuni, sum hon ofta tekur fram, tá hon hugsar um hesi børnini – orðini úr Jeremias kapittul 29 og ørindini 11 til 13: “Tí at eg veit, hvørjar ætlanir eg havi í hyggju við tykkum, sigur Harrin, ætlanir um frið og ikki um ógævu, til tess at veita tykkum vónríka framtíð. Tá ið tit kalla á meg, man eg svara tykkum og hoyra tykkum, tá ið tit biðja til mín; spyrja tit eftir mær, skulu tit finna meg.” Ússalig Eftir hesa løtuna plaga tær báðar at spæla bólt saman við teimum, lesa bøkur ella gera ymiskt handaligt ítriv. Hetta dámar børnunum væl, men ynski teirra er somuleiðis at kunna læra nakað gjøgnum hesar bøkurnar. Støðan er nevniliga hon, at eingin skúlaundirvísing er í fongslinum. Sjálv harmast Anne-Lene um viðferðina, sum tey fáa í fongslinum. Tað nítur hana í hjartað, og tí er tað ikki uttan orsøk at hon tekur soleiðis til: – Eg kenni meg ússaligan, at eg bert kann koma við troystandi orðum, bókum, tennisbóltum, endurnýtsluklæðum, sandalum burgarum, salati, frukt, poppkorni, køkum og góðgæti, sigur hon hørm á málinum. – Eg føli, at tað er so lítið, sum eg kann gera. Eru tey ikki kriminell frammanundan, so verða tey helst tað við teirri viðferðini, sum samfelagið gevur teimum. Tøkk og ótøkk Hóast tað kann tykjast lítilsvert og virðisleyst bara at hjálpa nøkrum fáum av hesum børnu- num, so kennir Anne-Lene tað so, at Gud setti hana til hetta arbeiðið. – Nógv fólk hava takkað mær fyri, at eg hjálpi gøtubørnunum. Men tíverri upplivi eg eisini tað øvugta: Fólk steðga mær á gøtuni og siga, at eg skal ikki hjálpa børnunum, tí tey eru kriminell. – Júst hesin holdningurin ger at børnini verða útsett fyri ymisk sløg av harðskapi og misnýtslu, sigur hon. Eitt dømi um hetta er drongurin Winistoni, sum ongar fingrar hevur á høgru hond síni. Hondin er altíð ísakøld og tað rennur úr sárunum. Anne-Lene skifti ofta forbindingar hansara og gav honum pensillin. Sjálvur hevur hann ongatíð sagt, hvussu hann kom til skaða, men er komin við ymiskum sjófrágreiðingum. Sannleikin er helst tann, at hann hevur stolið mat á marknaðinum fyri hálvumøðrum ári síðani og varð revsaður fyri brotsgerðina á ringasta hátt við at trýsta hond hansara niður í gløðandi kol! – At hann ikki beinleiðis hevur sagt mær frá hesum kemst uttan iva av, at hann skammar seg við at vera tikin fyri tjóvarí. Tað syrgiliga í hesum er, at hann er einki eindømi, greiðir Anne-Lene frá. EIN er sum elskar tey Eitt av arbeiðsøkjunum hjá Anne- Lene Olofson var millum kvinnurnar hjá teimum monnunum ið lósu gudfrøði. Her eru nakrar teirra við Anne-Lene uttast høgrumegin Børnini í fongslunum liva undir vánaligum korum. Undirvísingin er eingin, men tíbetur fyri tey eru tað onnur sum hava eitt hjarta fyri teimum