Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 198 - 12. oktober 2007 ] Poulsen fingið influensa Bert tveir dagar áðrenn týdningarmikla EM-undan- kappingardystin millum Danmark og Spania hevur miðvallarovastin hjá Danmark, Christian Poulsen, fingið influensa. Poulsen luttók ikki í venjingini saman við hinum spælarunum hósdagin, men venjarin, Morten Olsen, er tó við gott mót. – Poulsen hevur fingið eitt slag av einum forkølilsi, men eg vænti heilt víst, at okkara dugnaligu læknar fáa hann kláran til dystin, staðfestir venjarin. Lagnudystur í Parkini Leygardagin verður ein sannur lagnudystur á NRGi Park í Århus í EM-undankappingarbólki F. Her tekur Danmark ímóti Spania, og setningurin hjá dønum er greiður undan dystinum. Um teir ætla sær víðari til EM-endaspælið, so skal hesin dysturin vinnast. Danir mangla tveir av mest týðandi leikarunum til dystin, tí hvørki Daniel Agger ella Martin Jørgensen vera við. Spania manglar tó eisini týdningarmikla áleyparan, David Villa, meðan venjarin, Luis Aragones, ikki hevur funnið pláss til Real Madrid- spælararnar Raul og Guti. Rógvi Jacobsen, sum kann seta nýtt málmet fyri Føroyar leygardagin, sigur seg ikki hugsa so nógv um júst hetta. - Tað er av størri týdningi fyri meg at liðið fær eitt hampuligt úrslit, sigur Rógvi landsdystur Niels Petersen niels@sosialurin.fo Rógvi Jacobsen, ið byrjaði á landsliðnum í 1999 í ein- um venjingardysti móti Íslandi, hevur í dag leikt 44 landsdystir fyri Føroyar og megnað at skorað 9 mál. 28 ára gamli Klaksvík- ingurin, ið hevur skorað ímóti sjálvastu varaheims- meistarunum úr Italia, er kendur kring fótbóltsheimin fyri síni megnar fótbóltsa- vrik, og javnan ringja út- lendsk tíðindafólk, og koma eisini at vitja hann, um tey eru í Føroyum. Útlendsk tíðindafólk Tíðindafólk kring knøttin ynskja at vita hvør hesin føroyski timburmaðurin er, ið kann skora móti Italia. Italska tíðindablaðið La Gazzetta dello Sport vil vera við at Rógvi er il Pippo Inzaghi delle Far Oer, og merkir tað at hetta er tann føroyski Filippo Inzaghi, sum jú er kendur fyri at gera nógv mál fyri italiu- menn. Í sama italska blað- num stendur at lesa, at italiumenn dáma væl hend- an fyrimyndarliga stríðs- viljan, ið Rógvi altíð er góður fyri. Metið Vit fingu orðið á Rógva eftir fyrstu venjingina á Tórsvølli, í gjár, og tá hann bleiv spurdur um hann hugsar nógv um møguliga metið, ið stendur og bíðar, svarar hann at tað er ikki nakað hann tímur at leggja press á seg sjálvan við. - Tað er av størri týdningi fyri meg at liðið fær eitt hampuligt úrslit, sigur kemparin Rógvi Jacobsen, og leggur afturat at hann fer ikki at hava nakra t-shirt, við einum 10-tali prentaðum á, innanfyri landsliðs- troyggjuna. Taktikkurin Herfyri vann Skotlandi heldur óvæntað 1-0 á útivølli ímóti Fraklandi, og teirra taktikkur var press- fótbóltur høgt uppi á vølli- num, og samstundis eitt rættuliga fysisk merktan spælihátt. Hvønn taktikk skulu vit helst nýta? - Eg haldi als ikki vit bara skulu fara at verja og sparka bóltin vekk. Vit mugu heldur royna at spæla okkum burturúr vandastøð- Málskjúttin Rógvi Fronsku spælararnir tykjast vera væl svangari hesa ferð, enn teir vóru tað, tá ið teir fyri trimum árum síðani vitjaðu í Føroyum landsdystur Jákup Mørk Tað er eitt sindur kroystari franskt landslið, enn tað inntil fyri stuttum varð roknað við, sum seinna- partin í morgin fer at renna inn á Tórsvøll. Frakland er framvegis favorittur at gerast partur av EM enda- spælinum næsta summar. Men eftir óvæntaða 1-0 heimatapið ímóti Skotlandi er alneyðugt hjá frans- monnum at fáa fulla úrtøku í morgin. Sammett við, tá ið Frak- land vitjaði í Føroyum 8. september í 2004, eru fleiri stjørnuspælarar ikki við hesa ferð. Eitt nú Zidan, sum er givin, og Vieira sum er skaddur. Talan er tó um heimsstjørnur, sum umboða nøkur av størstu feløgunum í Europa. Eitt nú eru fimm úr Arsenal tríggir úr Barce- lona, tveir úr Chelsea og ein úr Manchester United. At fransmenn framvegis spæla framúr undirhaldandi, var sjón fyri søgn, tá ið teir 12. september á heimavølli spældu Skotland sundur og saman. Men teir megnaðu ikki at skjóta mál, og so skoraðu skotar eitt framúr mál so at siga burtur úr ongum. - Tá ið vit hittu teir her fyri trimum árum síðani, skoraðu teir miðskeiðis í 1. hálvleiki, og teir øktu til 2- 0 fram ímóti dystarenda. Ta ferðina var tað intenst alla tíðina, sigur føroyski venj- arin Jógvan Martin Olsen, sum heldur, at tað er munur á franska liðnum fyri trimum árum síðani og nú: - Tá vóru teir rættuliga mettir. Nú er talan um nógv- ar teir somu spælararnar, men tað kennist sum um, at teir eru væl svangari og uppsettari nú, enn teir vóru tað í 2004. Fleiri av stjørn- unum – eitt nú Thierry Henry – hava skift felag. Arsenal og Barcelona hava í heyst kanska verið tey feløgini í Europa, sum hava víst mest hugflogsríka spælið av øllum. Tað eigur heilt víst at vera íblástur á landsliðnum, heldur føroy- ski venjarin. Tá ið føroyska liðið í fjør var í París, var úrslitið 5-0. Teir skoraðu skjótt tvey mál, og síðstu smáu tjúgu minuttirnar skoraðu teir tríggjar ferðir: - Teir spæla skjótt og brúka nógv langar skift- ingar. Tað krevur nógv renniarbeiði av okkara liði, og tískil er vandi fyri, at møðin gevur seg til kennar síðstu løtuna. Rokna við endaspælinum Hóast óvæntaða tapið ímóti Skotlandi, so tykist Frakland hava beina kós í endaspælið, og miðverjin úr Arsenal, William Gallas, sum ikki hevur spælt, síðani hann var skaddur 19. Stjørnurnar eru á veg upp Franski landsliðsbakkurin í Arsenal, William Gallas, væntar ein harðan dyst ímóti Føroyum, har Føroyar helst fer at stilla upp við 10 monnum aftan fyri bóltin Mynd: Álvur Haraldsen Rógvi Jacobsen hugsar ikki so nógv um, at hann kann seta nýtt málmet á føroyska landsliðnum leygardagin. - Tað er av størri týdningi fyri meg, at liðið fær eitt hampuligt úrslit, sigur Rógvi. Mynd: Álvur Haraldsen