fríggjadagur 12. oktober 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Nr. 198 • 12. oktober 2007
Vikuskifti
ðina
Teksturin
Matteus kap. 6, ørindini
24 og 34:
“Eingin kann tæna
tveimum harrum; tí at
annaðhvørt vil hann
hata annan og elska
annan, ella vil hann
halda seg aftur at øðrum
og vanvirða annan. Tit
kunnu ikki tæna Guði og
mammon.
Av hesi søk sigi eg
tykkum: Stúrið ikki fyri lívi
tykkara, hvat tit skulu fáa
at eta, og hvat tit skulu
fáa at drekka; ei heldur
fyri likami tykkara, hvat tit
skulu fáa at fara í. Er ikki
lívið meiri enn maturin
og likamið meiri enn
klæðini?
Hyggið at himmalsins
fuglum; teir sáa ikki, ei
heldur teir heysta og
bera ei heldur saman í
løður, og himmalski faðir
tykkara føðir teir; eru tit
ikki mikið meir verdir enn
teir?
Men hvør tykkara kann
við at stúra leggja eina
alin aftur at ævi síni?
Og hví stúra tit fyri
klæðunum? Gevið tykkum
far um liljurnar á markini,
hvussu tær vaksa; ikki
tær arbeiða, ei heldur tær
spinna;
men eg sigi tykkum,
at ikki sjálvur Sálomon
í allari dýrd síni var
skrýddur eins og ein
teirra.
Men tá ið nú Guð
soleiðis klæðir grasið,
sum í dag stendur á
markini, men í morgin
verður blakað í ovnin,
man hann tá ikki mikið
meir klæða tykkum, tit
fátrúnu?
Tí eiga tit ikki at stúra
og siga: Hvat skulu vit fáa
at eta? ella: Hvat skulu
vit fáa at drekka? ella:
Hvat skulu vit fáa at lata
okkum í?
Tí at eftir øllum slíkum
søkja heidnir menn; og tí
at himmalski faðir tykkara
veit, at tykkum tarvast
alt slíkt. v33 Men søkið
fyrst Guðs ríki og rættvísi
hansara, so skal alt
hetta verða tykkum givið
umframt.
Stúrið tí ikki fyri
deginum í morgin; tí at
morgindagurin man stúra
fyri sínum egna. Hvør
dagur hevur nóg mikið í
síni plágu.