Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 - 12. oktober 2007 23 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Eg haldi als ikki, at vit bara skulu fara at verja og sparka bóltin vekk. Vit mugu heldur royna at spæla okkum burturúr vandastøðum. Hetta duga vit, og framgongdin bara síðan í fjør hevur verið sjónlig hesum viðvíkjandi. Rógvi Jacobsen Landsliðsvenjarin staðfestir, at hug­ burðurin, sjálvsálitið og stuðulin frá áskoðarunum skulu vera meiri enn hundrað prosent, og at marginalirnir skulu spæla við, um Føroyar skulu sleppa heilskapaðar burturúr stjørnu­ krígnum í morgin FØROYAR Jákup Mørk Føroyski landsliðsvenjarin veit um amboðini, sum skulu til, fyri at Føroyar skulu vísa gott avrik og úrslit, tá ið føroyska lands­ liðið seinnapartin í morgin fer at standa andlit til andlit við fronsku heimsstjørnur­ nar. Ein partur av heilivágin­ um hevur sjálvandi við sjálvt liðið at gera. Tað venda vit aftur til um eina lítla løtu. Hin parturin er hesin: ­ Vit eru á heimavølli, og teir eru undir ókendum umstøðum. Tað er týdning­ armikið, at tað frá áskoðar­ unum kennist, at tað eru vit, sum eiga stuðulin. Tað hevur nógv meiri at siga, enn tað ofta verður hugsað um, staðfestir venjarin, og hann heldur fram: ­ Hugburðurin og sjálvs­ álitið vísir seg ofta at vera tengt at, hvussu stuðulin frá teimum uttanfyri vøllin er. Um allir hesir lutirnir spæla við og saman, so kann tað fara at vísa seg, at marginal­ irnir eisini verða í parti við okkum. Mannast av nýggjum Tá ið Føroyar spældu á úti­ vølli í Georgia, var leingi ivi um, hvussu verjuborðini skuldu mannast. Endin varð, at Atli Danielsen og Jákup á Borg vóru vong­ verjar. Tað er púra greitt, at hvørgin av hesum báðum verður í verjuni í morgin. Atli er leikbannaður, og Ják­ up hevur givið avboð, tí hann er skaddur. Óli Johannesen er givin. Teir tríggir – Óli, Jákup og Atli – hava spælt einar hálvt­ annað hundrað landsdystir tilsaman. Tað vil siga, at nógvar royndir eru burtur. Venjarin hevur so ofta undirstrikað týdningin av nógvum royndum. Tí er eingin ivi um, at Fróði Benjaminsen og Jón Rói Jacobsen hesa ferð fara at manna miðverjuna. Stóri spurningurin er, hvussu tað verður í verju­ borðunum. Um venjarin velur at seta royndar spælar­ ar í hesar ódnirnar, so eru møguleikarnir Christian Høgni Jacobsen og Súni Olsen. Teir kunnu báðir brúkast í báðum borðunum. Tað kann vera, at Christian Høgni verður fluttur longri aftur á vøllin, meðan tað er óhugsandi, at Súni Olsen verður tikin av miðvøllinum. Har hevur hann riggað væl saman við Mikkjali Thomas­ sen, og tað er ilt at finna annan mann at seta inn á sentrala miðvøllin. NSÍ spælararnir Jóhan Troest Davidsen og Einar Hansen eru fluttir upp av U­21 liðnum. Í Georgia var um reppið, at Jóhan fekk kjansin, men venjarin valdi tryggu loysnina við at seta Jákup á Borg á vinstra vong­ verjan. Hesa ferð slepst illa und­ an at brúka í hvussu so er annan av ungu NSÍ spælar­ unum. Frakland spælir við nógv­ um diagonalum sendingum. Tað setur stór krøv til plas­ eringsevnini og førleikan at lesa spælið hjá síðuspælar­ unum. Andrew troðkar á Fremri á vøllinum eru ikki so nógv ivamál. Mikkjal og Súni eru sjálvskrivaðir á sentralu miðvallarplássun­ um. Símun Samuelsen undirstrikaði í Georgia fyri fyrstu ferð, at hann er upp­ lagt val millum teir fyrstu ellivu. Rógvi Jacobsen er einasti føroyski spælarin, sum skorar mál, og Christian Lamhauge Holst er fínur bóltspælari. Andrew av Fløtum hevur verið sera væl upplagdur í HB álopinum seinastu ferð­ irnar. Um pláss skal verða fyri honum, so skal Christi­ an Høgni spæla á vongverj­ anum og ikki á ytsta mið­ vallarplássinum í vinstru. Viðhvørt hevur verið víst á, at tað er alneyðugt við í hvussu so er einum heilt skjótum álopsspælara, tá ið roynt verður at leypa á við fáum spælarum. Seinastu ferðirnar hevur føroyska liðið megnað fleiri spæl­ statiónir fremri á vøllinum, enn tað plagar at vera. ­ Sjálvandi hevur skjót­ leikin alstóran týdning. Men um tað eydnast at spæla saman so frammar­ laga, sum vit viðhvørt hava megnað seinastu ferðirnar, so er sera týdningarmikið at okkara eru stinnir í at taka ímóti bóltinum, verja hann og finna møguleikar at spæla víðari, staðfestir landsliðsvenjarin. Síðurnar skulu mannast av nýggjum Kári hevur givið avboð Fleiri avloysarar til miðvallarplássini eru burtur, og tað ber við sær, at Rókur Jespersen beinanvegin er komin longri fram í røðina SKADDIR SPÆLARAR Jákup Mørk Tað eru 21 og ikki 22 spælarar í føroysku leg­ uni. Tað vil siga, at bara ein og ikki tveir spælarar skulu sáldast frá og setast út millum áskoðararnar í morgin. Kári Nielsen úr HB var úttikin, men hann hevur orsaka av skaða givið avboð. Kári var ein av teimum, sum hava kapp­ ast um avloysarapláss, sum hava staðið í røðini aftanfyri Mikkjal Thomas­ sen og Súna Olsen. Nú er rættuliga farið at tynnast í tí røðini. Sámal Joensen hevur leingi verið skaddur. Pauli G. Hansen er skaddur, nú er Kári Nielsen skaddur, og Atli Danielsen, sum í Frem er sentralur mið­ vallari, er leikbannaður. Rókur av Fløtum Jesp­ ersen er fyri fyrstu ferð á a­landsliðnum. Nýggi HB liðformaðurin er sentralur miðvallari. Eftir mongu avboðini stendur hann beinanvegin longri frammi í røðini, enn tað inntil fyri heilt stuttum tóktist, at hann stóð. - Hugburðurin og sjálvsálitið vísir seg ofta at vera tengt at, hvussu stuðulin frá teimum uttanfyri vøllin er. Um allir hesir lutirnir spæla við og saman, so kann tað fara at vísa seg, at marginalirnir eisini verða í parti við okkum, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari