fríggjadagur 12. oktober 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 • 12. oktober 2007
Vikuskifti
22
Bøn:
Í navni Faðirsins, Sonarins og
Heilaga Andans!
Góði Heilagi Faðir! Vit siga
tær lov og tøkk fyri ,at tú hevur
givið okkum lyfti um, at har tvey
ella trý eru komin saman í navni
tínum, har ert tú sjálvur til staðar.
Nú biðja vit teg um, at tú við
tínum Heilaga Anda má nema við
hjørtu okkara og gera tey still og
før fyri at taka ímóti tí orði, sum
verður boða her í dag. Amen!
Hetta heilaga evangeliið stendur
skrivað hjá Matteusi evangelisti
6 kapitli vers 24-34 (stendur fyri
seg).
Heilagi Faðir! Vit takka tær fyri
títt heilaga orð til okkara í dag.
Orð títt er sannleiki, lat tað lýsa
okkum vegin til sannleika og til
sælu. Amen!
Í einari andaktsbók, sum eg
havi standandi heima, er eitt
lítið brot yvir dagsins tekst. Tað
stendur soleiðis skrivað: Stúranin
bankaði upp á hurðina. Trúgvin lat
hurðina upp. Har var eingin.
Tað sum hetta lítla brotið sigur
okkum er, at stúran er tað sama
sum vantrúgv. Í Trúarinnar Landi
er ikki rúm fyri stúran.
Og samsvarar hetta ikki
væl við tað, sum Jesus sigur í
evangeliitekstinum í dag?
Jesus sigur við lærusveinarnar,
at teir skulu ikki vera sum
heidningarnir og ganga runt fyltir
av stúran, nei, tvørturímóti so
skulu teir líta á, at himmalski pápi
teirra veit júst hvat teimum tørvar
og ynskir at geva teimum tað.
Fyri at vit skulu síggja, hvussu
dýrabær vit eru í Guds eygum, fyri
at vit skulu síggja, hvat ómetaligt
stórt virði vit hava, so brúkar
Jesus tað, sum vit ikki rokna fyri
nakað sum helst, sum kontrast:
Liljur, fuglar og gras. Men tað
sum í eygum okkara stendur
niðast á virðisskala’inum, tað sær
Gud, og tað tekur Gud sær av.
Hann sigur jú sjálvur, at tað fellur
jú ikki ein spurvur til jarðar, uttan
Gud vil tað. Og hann sigur víðari
at: hjá tykkum eru eisini hárini á
høvdinum tøld.
Um vit ímyndaðu okkum, at
Jesus stóð frammanfyri okkum
her í dag, og hann skuldi fingið
okkum at hildið uppat við at
stúra, so hevði hann møguliga
sagt soleiðis: Tú, tú veit, at eg
gekk í deyðan fyri teg. Eg gav lív
mítt fyri at bjarga tær, hvussu
kanst tú so ganga runt og stúra
fyri lívi tínum. Lítur tú ikki á, at eg
fari at hjálpa tær? Lítur tú ikki á,
at tað eri Eg, sum haldi í hond tíni
og sum beri teg, tá ið tú ert um at
hokna?
Men vil Jesus siga við okkum,
at vit als ikki eiga at stúra? Er
Hann ikki í so provokerandi? Er
tað ikki júst ein menniskjaligur
eginleiki at stúra? Kunnu vit
yvirhøvur lata vera við tí? Tað er
jú so nógv ólukka til í heiminum.
Kríggj, náttúruvanlukkur,
terrorisma og so víðari og so
víðari. Hvussu kann Jesus so siga
við okkum, at vit ikki skulu stúra.
Jú, tað er nokk at stúra fyri í dag.
Men Jesus sigur í evangelium
at:” alt hetta stúra heidningarnir
fyri”.
Jesus ynskir í dag at geva
okkum heilivág ímóti stúranini.
Og tað ger hann á tríggjar hættir.
Jesus tosar til vit okkara, til
kenslur okkara og til vilja okkara.
Til vitið sigur Hann: ” hvør av
tykkum kann leggja eina alin
afturat ævi síni við at stúra?”
og tað vita vit jú eisini væl, sum
intelligent menniskju, at tað kann
als ikki lata seg gera at leingja
um lívið við at stúra. Nei, stúranir
eru til onga verðsins nyttu. Man
kundi samanborið tað við at
renna á einum rennibandi. Man
rennur og rennur men kemur
ongan veg. Einki verður betri av,
at vit stúra.
Men Jesus tosar eisini til
kenslur okkara. Hann sigur:
”hyggið eftir himmalsins fuglum
og liljunum á markini”. Vit hugsa
nokk: ein fuglur frá ella til, ella
ein blóma frá ella til, tað hevur jú
ongan týdning. --Men Gud klæðir
liljurnar og Gud føðir fuglarnar. Tí
áttu vit at verið sannførd um, at
tá ið Gud bæði hevur umsorgan
fyri liljum og fuglum, hvussu
mikið meira so ikki fyri okkum?
Hansara dýrabaru skapningar,
sum hann hevur keypt og goldið
fyri við blóðinum hjá soni sínum?
Til seinast tosar Jesus til vilja
okkara, tá ið hann sigur: Søkið
fyrst Guds ríkið og rættvísi
hansara, so skal alt annað verða
givið tykkum umframt. Hetta er
Jesu svar uppá hvussu vit kunnu
sleppa undan stúranini: við at
leggja tær í Guds hendur. Og
hetta gera vit í bønini. Tí bøn er
ein tilvitað gerð, har man velur
at leggja alt í Guds stóru og
veldigu hendur, og tað er í tí løtu,
at vit koma at kenna, hvat tað
er, Hann hevur vunnið fyri okkum
á Golgata og hvør tryggleiki tað
er at vera barn Hansara, og tá
eru vit uttan stúran, tí vit hava
ognað okkum tað í trúnni á Hann.
Í hesum førinum eiga vit at brúka
Jesus sum dømi. Tá ið Jesus var
í Getsemane, var Hann í einari
støðu, har Hann hevði alla góða
orsøk at stúra, men í staðin so
søkti Hann fyrst Guds ríki og
rættvísi Hansara. Og hvussu
gjørdi Hann tað? Jú, Hann bað:
Faðir mín, um tað er møguligt, so
lat hetta bikar fara mær framvið.
Tó ikki sum Eg vil, men sum Tú
vilt.
Í bønini Faðirvár, sum Jesus
sjálvur lærdi okkum at biðja
siga vit: gev okkum í dag okkara
dagliga breyð. Luther tulkar hetta
á henda hátt og sigur: at Gud
gevur okkum alt, sum okkum
er tørvur á til lív og likam. Men
høvuðsorðið í hesi bønini er júst
”dagliga”. Vit biðja ikki um breyð
til fleiri dagar, vikur ella mánaðir
fram í tíðina. Nei, ein dag í senn.
Tankin er tann, at vit skulu liva
í nú’inum. Ikki í fortíðini, ikki í
framtíðini, men her og nú. Og tað
er bert, tá ið vit liva í nú’inum,
at vit veruliga liva. Kirkegaard
sigur: um mann er fyltur av stúran
og antin livir í framtíðini ella
fortíðini, so livir mann als ikki. Tí
mann livir bert í nútíðini. Fortíðin
hevur verið og er liðug, framtíðin
er ikki komin enn, tað er bert nú
í hesu løtu, at mann er til, og er
mann ikki har, so livir mann ikki.
Jesus vil við øðrum orðum hava
okkum at leggja lív okkara í Guds
hendur í bønini um dagligt breyð,
tí tað er bert soleiðis, at vit kunnu
leggja allan ótta og stúran í Guds
hendur.
Stúranin bankaði upp á hurð-
ina. Trúgvin lat upp. Har var
eingin. Amen!
Prædika til 15. sunnudag eftir Trinitatis
eftir Ann D. Hansen, stud. theol.
Stúranin bankaði á hurð
Er tað ikki júst ein menniskjaligur eginleiki at stúra? Kunnu vit yvirhøvur
lata vera við tí?, spyr Ann D. Hansen í prædiku sínari