Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mai 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 93 - 17. mai 2001 Nr. 93 - 17. mai 2001 19 gult18 cyan18 magenta18 svart18 gult19 cyan19 magenta19 svart19 ÚT AT KOYRA Bosch við EHB skipan Bosch, sum er ein av heimsins leiðandi fram- leiðarum av framkom- nari tøknifrøði til bilar, hevur gjørt nýggju EHB bremsuskipanina saman við DaimlerChrysler. Skipanin er langt frammanfyri ABS bremsurnar, og verður skjótt standard útgerð í flestu miðalklassabil- um. Kelda: Motor Magasinet Volvo hægsta karakter Týski bilfelagsskapurin ADAC, hevur testað verjuna ímóti koyrils- bresti "piskesmæld", á fleiri bilmerkjum. Volvo fekk hægsta karakter fyri setrini á V70 og S80. Kelda: Bilen Motor & Sport BMW Compact, ið er tann stytra útgávan av 300-røðini við 3 hurðum, hevur nú fingið sín egna identitet. Mest sjónligu munirnir eru framman og aftan. BILAR Magnus Gunnarsson Samstundis sum sum modellið er broytt, hevur Compact eisini fingið tann mest framkomna motor- teknikkin, sum BMW kann bjóða fram í hesum klassanum. Talan er um Valvetronic skipanina við variablum knastaksli, sum regulerar innsúgvingar- ventilarnar, meðan trýst verður á spitaran. Fyri- munurin við hesi skipan er at bilurin brúkar minni brennievni, trekkjur betri og kraftar meira. At byrja við verður tað bert 316 sum fær hesa skipan, sum seinni kemur at verða brúkt í øllum motorunum hjá BMW. Designbroytingar Annars eru broytingarnar bæði uttan og innan. Lyktirnar farmman eru nú innbygdar hvør sær. Aftan eru eisini desingbroytingar, sum t.d. at baklyktirnar hava nú klárt lyktaglas uttaná. Alt hetta ger at BMW Compact nú ikki líkist sedan modellinum, so nógv sum teir hava gjørt áður. Innan eru fleiri broytingar, og setrini er nógv fínari, og betri at sita í, eins og í teimum størru BMW bilunum. BMW Compact – fingið sín egna identitet BMW Compact líkist nú ikki so nógv sedan modellinum, sum teir hava gjørt áður Lyktirnar farmman eru innbygdar hvør sær. Sum eykaútgerð fæst bilurin við Xenon lyktum Á baklyktunum er klárt lyktaglas uttaná lyktunum Gólvsølan Seks bátar seldu góð trý tons um gólv- søluna hjá Fiskamarknaðinum mána- dagin. Allir høvdu teir landað í Klaksvík Sýslu- nummar Skipanavn Reiðskapur kilo KG 143 KALLANES SNELLA 120 KG 452 BEINISSVØRÐ SNELLA 139 KG 705 SONJA SNELLA 222 KG 743 ELSA SNELLA 105 KG 92 ØLDAN SNELLA 41 KG 94 BRID FORD SNELLA 319 TN 919 MORGUNROÐIN SNELLA 2.427 Vørunavn kilo HÝSA 2 3 HÝSA 3 4 HVÍTINGUR 0 2 LONGA 2 5 TOSKUR 1 49 TOSKUR 2 113 TOSKUR 3 1.250 TOSKUR 4 1.649 TOSKUR 5 270 UPSI 2 4 UPSI 4 24 FISKIVINNUSTEVNUR Jústinus Leivsson Eidesgaard Ein teirra sum alla tíðina fylgir við nýggjasta innan fiskivinnu er Kristian Martin Rasmussen úr Klaksvík,. Hann er reiðari á Chr. í Grótinum og Norð- borg og hann er sjálvsagt mest áhugaður í hvat nýtt er at finna innan fiskireiðskap til uppisjógvafisk. Og Kristian Martin var ikki vónbrotin, tá hann var til- setanina av fiskivinnu- stevnuni týsmorgunin. -Hendan fiskivinnu- stevnan er á hædd við aðrar eg havi vitja úti í heimi og eg eri errin av henni, sigur Kristian Martin Ras- mussen. Jústinus Leivsson Eidergaard -Eg eri heilt imponeraður. Eg hevði als ikki rokna við at síggja eina fiskivinnu- framsýning á so høgum støði í Føroyum. Her er alt sum vinnan hevur brúk fyri. Her er lína, trol, motorar, nautisk útgerð og stutt sagt alt tú kann hugsa tær á eini slíkari stevnu.og onnur úrgerð. Hetta er stutt sagt óført, segði Osmund Justinussen, reiðari, tá vit hittu hann á fiskivinnu- messuni. Og hann helt seg sjálv- sagt til stóra básin hjá P/F Vónini, sum er navnfrom í øllum norðuratlantshavi fyri dygdargóð trol. Os- mund er fyrst og fremst trolarareiðari og hansara trolarar hava fiskað gylt seinastu árini undir Før- oyum. Jústinus Leivsson Eidesgaard Tað var ein heldur errin Anfinn Kallsberg, løgmað- ur, sum setti fiskivinnu- stevnuna í Runavík týs- morgunin og hann var errin vegna stigtakararnar og vegna føroyska vinnulívið, sum so dyggiliga hevur tikið undir við North At- lantic Fish Fair. -Hetta er ikki ein sølu- stevna, sum vendir sær til føroyska keyparan. Hetta er ein sølustevna, har før- oyingar og útlendingar á jøvnum føti vendir sær til brúkaran. segði Anfinn Kallsberg, løgmaður. Eg fari at takka stigtak- arunum, at teir høvdu álit á vinnuni og eg fari at takka vinnuni fyri stuðulin, segði Anfinn Kallsberg, løgmað- ur. Í fagransta veðrivarð stevnan sett við hørnblástri og kórsangi og síðan fyltust sýningarhallirnar av teim vanligu messudreingjun- um, sum vanliga eru at síggja á messum og einum forvitnum almenningi. Sølustevnan vendir sær úteftir Anfinn Kallsberg, løgmaðureftir setanina á fiskivinnustevnuni í Runavík. Mynd Jens Kr, Vang Osmund Justinussen: Imponeraður Osmund Justinussen, ein av okkara dugnaligu reiðarum, sum fylgir væl við hvar hendir innan fiskivinnuna. Mynd Jens Kr, Vang Á hædd við aðrar C M Y K 18