hósdagur 17. mai 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 93 - 17. mai 2001
Nr. 93 - 17. mai 2001
21
gult20 cyan20 magenta20 svart20
gult21 cyan21 magenta21 svart21
Onkur nýggjur
gongutúrur verður
gjørdur í Sandoynni í
summar, og meira
verður gjørt burtur
úr Dímunartúrunum.
Annars er skráin, sum
leiðslan fyri ferða-
vinnuna í Sandoynni
hevur lagt fyri
summarið, á leið tann
sama sum undanfarin
ár
FERÐAVINNA
Orð og myndir
Edvard Joensen
Sandoy: Ætlanin er at gera
nakrar túrar av Sandi út í
Stóru Dímun í summar. Ein
nýggjur gongurtúrur verður
gjørdur á fjøllunum. Eisini
eru gongurtúrar úti í Skúv-
oy, gongurtúrar á Sand-
oynni
umframt
sigling
undir bjørgunum vestantil
og kvøldsetur á skránni.
Ein nýggjur gongutúrur
er á skránni hjá Kunn-
ingarstovuni á Sandi í
summar. Tað er gongutúrur
úr Skopun suður í Slavans-
dal, har steðgað verður við
húsini í dalinun, og luttak-
ararnir fáa ein bita at eta.
Síðan verður gingið víðari
oman í Traðardal, fram við
Vatninum
Traðarmegin
oman til Mølheyggjarnar,
har túrurin endar.
Í summar verður gjørt
meira burtur úr túrunum út
í Dímun. Marna Jakobsen á
Sandoyar Kunningarstovu
sigur, at túrarnir út í Stóru
Dímun hava verið gjørdir
fyrr. Men ikki so fyriskip-
aðir, sum ætlanin er, at teir
skulu vera í ár.
Nú verður farið fyrr
undir at lýsa við teimum,
umframt at tey, sum fara
við, fáa møguleika fyri at
keypa mat til túrin, eins og
gjørt verður á øllum hinum
túrunum, Kunningarstovan
skipar fyri í Sand- og
Skúvoynni. Ein standard
menu er, sum ferðamaðurin
fær við. Men er okkurt
serligt ynski, ber altíð til at
finna út av tí, sigur Marna
Jakobsen
á
Sandoyar
Kunningarstovu.
Tað verður seksæringurin
Hvíthamar hjá Jóan Peturi
Hentze á Sandi, sum fer at
sigla ferðafólkini út í
Dímun. Tað er bara pláss
fyri 12 fólkum hvørja ferð,
so neyðugt er at siga frá í
góðari tíð á Sandoyar
Kunningarstovu, um ein
ætlar sær út í Stóru Dímun
í summar.
Jóan Petur Hentze siglir
eisini undir bjørgunum
vestan fyri Sandoynna við
ferðafólki. Hesin túrurin er
rættiliga spennandi, tí tað
er ikki bara fuglur, sum er
at síggja vestan fyri Sand-
oynna. Norðantil undir
bjørgunum er rættiliga fitt
til av kópi, sum er so mikið
spakur, at væl ber til at
koma fram at honum at
taka myndir.
Gongutúrar
Ferðavinnan í Sandoynni er
í stóran mun bygd á
gongutúrar. Í sjálvari Sand-
oynni eru fleiri, men eisini
úti í Skúvoy verður skipað
fyri gongutúrum við ferða-
leiðara.
Fakta
Sandoyar Kunningarstova er opin frá
mánadegi til fríggjadag. Fyrrapart klokkan
9-11, og seinnapart frá klokkan 14-16.
Telefonin verður tó tikin, um ringt verður
til Kunningarstovuna uttan fyri hesa tíðir.
Sandoyar Kunningarstova er at hitta á
Telefon:
36 18 36
Fartelefon:
22 20 78
Telefax:
36 12 56
Teldupostur: sandinfo@post.olivant.fo
Nýggj ferðatilboð í Sandoynni
Stórslignað útsýnið vestan
fyri undir Stóru Dímun
Gingið verður til Dals eftir
fjøllunum
Túrurin í Skúvoy verður
gjørdur norður á Fagradal,
har serligur dentur verður
lagdur á at vísa tað ríka
fuglalívið í oynni.
Men sjálvandi verður
eingin túrur í Fagradal,
uttan at Rannvá eisini er við
í ferðini. Tað var jú á Fagra-
dali, Rannvá búði, tá hon
varð burturvíst, og skúvoy-
ingar vita at siga frá Rann-
vátoft og Rannvákeldu.
Ein annar túrur, tey
vænta sær nógv av í Sand-
oynni í summar, er drunn-
hvítatúrurin í Norðasta
Haga í Skálavík.
Í fjør varð ein slíkur túrur
gjørdur. Kombineraður við
eina konsert soleiðis, at
fyrst varð hildin konsert ,og
síðan varð farið ein mið-
náttartúr, sum tey nevndu
tað, norður undir Borgina
eystantil á oynni.
Undirtøkan var so miki
góð, at tey ivast ikki í at
gera tað aftur. Heldur hugsa
tey um at gera fleiri túrar í
summar. Fyrireikingarnar
eru í gongd, og tónleikarar
hava játtað seg til konsert-
irnar.
Ein annar túrur, sum
gerast kann, er gongutúr-
urin eftir gøtuni millum
Skarvanes og Dal.
Kvøldseta og gisting
Eisini
verður
ætlandi
skipað fyri mentunartiltøk-
um í oynni í summar, sigur
Marna
Jakobsen.
Hon
greiðir frá, at dalbingar
hava í hyggju at skipa fyri
kvøldsetu í Eiriksgarði, har
eitt nú ullararbeiði verður
sýnt fram, sum tey vitjandi
so kanska eisini kunnu
sleppa at royna. Ein livandi
framsýning, sum tey nevna
tað. Og ivaleyst verður onk-
ur annar táttur av føroyskari
mentan eisini at síggja og
hoyra í Dali.
Sandoyggin er hampiliga
væl fyri til at taka í móti
ferðafólki, sigur Marna
Jakobsen á Sandoyar Kunn-
ingarstovu. Tá Teistin eina-
ferð kemur í sigling, verður
tað rættiliga nógv lættari at
ferðast til Sandoynna, og
tey vænta eisini fleiri fólk
tá.
Saniteru viðurskiftini á
Sandi og í Skálavík eru í
lagi, so fólk fáa altíð gjørt
síni ørindi. Eisini í Skúvoy
og í Dali fer hetta at vera
komið upp á pðláss nakað
skjótt, vænta tey.
Gistingarmøguleikarnir
eru fyrst og fremst í
Ísansgarði. Ein trupulleiki
er tó, at hann er nakað lítil,
men stendur tó fyri eini
útbygging.
Annars eru aðrir møgu-
leikar sum Ból og biti (Bed
& breakfast), umframt at
møguleiki er hjá bólkum at
leiga okkurt av teimum
nógvu felagshúsunum, sum
jú eru í hvørjari bygd í
oynni, at gista í.
Salthøvdi sæddur av
vegnum til Søltuvíkar
Kópurin er bæði nógvur og
spakur og kann upplivast
tætt hjá, tá siglt verður við
Jóan Peturi undir Sandoynni
fyri vestan
C
M
Y
K
20