Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mai 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 93 - 17. mai 2001 23 gult23 cyan23 magenta23 svart23 Eftir at trý umfør í triðju deild eru fingin frá hondini, tykist Suðuroyggin at standa seg best. VB og Royn hava nevnliga sett seg á fremstu sessirnar 3. DEILD Jákup Mørk VB tykist leggja nógv fyri í royndunum at fáa teir næstbestu upp í aðru deild at leika. Liðið er í ár mannað við sera dugna- ligum leikarum, har fleiri hava nógvar royndir úr bestu deildini, meðan aðrir eru ungir leikarar á veg fram. Eftir at teir í fyrstu um- førunum høvdu vunnið trygt á ÍF og B68, var túrurin hesa ferð komin til KÍ, og úrslitið gjørdist ein sannur avsmurningur. Ikki minni enn 12-0 var enda- liga støðan, og nøvnini á málskjúttaralistanum siga nógv um dygdirnar hjá VB. Bergur Winther, Birgir Jørgensen, Petur Óli Samuelsen og Gisli Svein- bjørnsson eru allir leikarar, sum eisini kunnu gera um seg í bestu deildini. Kanska verður onkur teirra har longu komandi vikuskifti, tá besta liðið hjá VB vitjar HB. Royn fylgir við Royn byrjaði árið við einum javnleiki móti B36, men síðani hevur mest sum bert gingið framá. Hesa ferð vunnu teir tryggan sigur á B68, sum í ár er at kalla hamskift. Áður hevur verið vanligt, at liðið hevur verið mannað við eldri leikarum, men hesa fer var Jákup Djurhuus einsa- mallur veteranur á liðnum. Restin vóru fyri tað mesta heilt ungir leikarar, sum helst skulu stremba eftir at gerast evni til besta mans- liðið. Heldur óvæntað vann GÍ útidystin móti AB, sum annars hevði fult stigatal. AB liðið hevur nógvar ungar og raskar leikarar, men móti gomlu kempun- um hjá GÍ munaði hetta lítið. Menn sum Jóan Petur Olsen, Svenn Olsen, Tummas Magnussen og Janus Rasmussen kunnu verða tungir at syfta, og hetta máttu AB-leikararnir eisini ásanna. B36 hevur enn ikki tapt nakran dyst, men hinvegin hava teir framvegis ikki roynt at vunnið. Triði javnleikurin upp í slag fekst til høldar móti TB, men hesa ferð var um reppið, at B36 mátti stigaleyst heim. TB legði seg nevnliga á odda við bert tveimum minuttum eftir at leika, men ivaleyst gloymdu teir at taka armarnar niðuraftur. B36 gav bóltin upp, fór í álop, og har gjørdist fyrrverandi landsliðskemp- an, Tummas Eli Hansen púra leysur, so hann kundi tryggja havnarmonnunum annað stigið. Seinasti dysturin hetta umfarið var á Sandi, har B71 vann tryggan sigur á Fuglfirðingum. Heimaliðið skeyt ikki færri enn níggju mál, men okkum hevur tíverri ikki eydnast at fingið upplýst málskjúttar- nar fyri hendan dystin. Úrslit: Royn B68 4-0 (2-0) 1-0: Hallur Christiansen 3. 2-0: Allan Michelsen 28. 3-0: Eyðun Gullok Svalbard 78. 4-0: Allan Michelsen 85. AB-GÍ 2-4 (0-2) 0-1: Kim Petersen 11. 0-2: Janus Rasmussen 44. 0-3: Bogi Jacobsen 70. 0-4: Jan Jacobsen 75. 1-4: Hergeir Eldevig 81. 2-4: Signar Johannsen 87. Reytt kort: Oddbjørn Joen- sen og Tummas Magnussen TB-B36 3-3 (1-1) 0-1: Petur Martin Johansen 24. 1-1: Milan Cimburivic (br.) 43. 2-1: Milan Ciumburivic (br.) 47. 2-2: Mortan Johannesen 70. 3-2: Jens Bøgesvig 88. 3-3: Tummas Eli Hansen 88. VB-KÍ 12-0 (6-0) 1-0: Bergur Winther 1. 2-0: Birgir Jørgensen 2. 3-0: Bergur Winther 4. 4-0: Birgir Jørgensen 15 5-0: Birgir Jørgensen 33 6-0: Gisli Sveinbjørnsson 44. 7-0: Birgir Jørgensen 46. 8-0: Hans A. Niclassen 49. 9-0: Petur Óli Samuelsen 65. 10-0: Gisli Sveinbjørnsson 67. 11-0: Kári í Lágabø 70. 12-0: Hans A. Niclassen 89. B71-ÍF 9-0 Okum hevur ikki eydnast at fingið upplýst málskjúttar. Av teimum 13 málunum, sum vórðu skotin í triðja umfarinum, vórðu bert fýra skotin av lokalum leikarum HAGTØL Ivan Moskalenko 13 mál vóru skorað í 3. umfari í 1.deild. Áhuga- vert er, at einans 4 mál av hesum 13 eru skotin av leikarum, sum eru upplagdir í teimum fe- løgunum, sum fingu málini. Talan er um Una Arge í HB, Jákup á Borg í B36, Christian Høgna Jacobsen í NSÍ og Sonna Johansen úr FS Vágum. Hinuvegin vórðu øll trý málini hjá gøtumonn- um í Gundadali skotin av upprunaligum NSÍ-arun- um, klaksvíkingurin Rógvi Jacobsen gjørdist málskjútti hjá HB, vág- bingurin Pól Thor- steinsson hjá B36. Súni Fríði Johannesen úr B68 skoraði ímóti barndoms- felagnum hjá sær NSÍ, meðan póllendingurin hjá VB, Marek Vierz- bicki, gjørdi tað sama ímóti sínum liðfeløgum í fjør úr KÍ. Nýggja hetjan hjá klaksvíkingum, Aleksander Djordjevic, er akkurat komin til Føroya úr Jugoslavia. Fýra mál frá sínum egnu Gisli Sveinbjørnsson er nú um at koma fyri seg eftir skaða, og um vikuskiftið skeyt hann tvey mál fyri næstbestu vágbingarnar Uni Arge var ein av bert fýra lokalum spælarum, sum kom á málskjúttaralistan í triðja umfari Støðan, 3. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál málmunur stig 1 VB 3 3 - 0 - 0 22 4 18 9 2 Royn 3 2 - 1 - 0 9 3 6 7 3 AB 3 2 - 0 - 1 8 5 3 6 4 GÍ 3 2 - 0 - 1 7 9 -2 6 5 B71 3 1 - 1 - 1 9 4 5 4 6 TB 3 1 - 1 - 1 7 5 2 4 7 B36 3 0 - 3 - 0 5 5 0 3 8 KÍ 3 1 - 0 - 2 7 16 -9 3 9 B68 3 0 - 0 - 3 2 11 -9 0 10 ÍF 3 0 - 0 - 3 4 18 -14 0 Máltindurin: Birgir Jørgensen VB 9 Allan Michelsen Royn 4 Bergur Winther VB 4 Signar Johannesen AB 3 Eyðun Svalbard Royn 3 Eyðun Dalsgarð AB 2 Petur M. Johansen B36 2 Tummas Eli Hansen B36 2 Jan Jacobsen GÍ 2 John V. Petersen GÍ 2 Helmar Lassen KÍ 2 Sørin Petersen KÍ 2 André Dalfoss TB 2 Milan Cimburivic TB 2 Gisli Sveinbjørnsson VB 2 Hans A. Niclassen VB 2 Kári í Lágabø VB 2 Petur Ó. Samuelsen VB 2 Suðuroyggin í fokus gult22 cyan22 magenta22 svart22 Av teimum báðum kvinnudystunum, sum fríggjadagin vórðu leiktir í Gunda- dali, var størsti spenningurin millum HB og VB, men eisini noyddist KÍ at stríðast fyri sigrinum á B36 FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Bæði havnarliðini í fremstu kvinnudeildini áttu heimadyst um vikuskifti. Á ovara vølli tók HB móti VB, meðan B36 kvinnurnar á niðara vølli tóku ímóti føroyameistarunum úr Klaksvík. VB misti sigurin Serstakliga í dystinum á ovara vølli var spenning- urin stórur. Talan er helst um tey bæði liðini, sum í heyst fara at kappast um silvurmerkini, og hóast dysturin ikki var av teimum best spældu, so var spenn- ingurin stórur meginpartin av tíðini. Tað var HB, sum kom best frá byrjan, og tað vóru bert lidnir fáir minuttir, áðrenn tær høvdu lagt seg á odda. Hetta tók tó á ongan hátt mótið frá VB-kvinn- unum. Heldur treiskaðust tær, og spakuliga fingu tær eisini yvirvág í spæli. Tað eydnaðist teimum eisini at vinna seg upp á javnt nakað fyri hálvleik við einum máli frá altíð vandamiklu Halldóru Joen- sen, og um miðjan seinna hálvleik komu tær eisini á sigurskós, tá Rini Mørk var seinast á bóltinum. Frøin á vágskvinnunum vardi tó ikki leingi, tí bert ein minutt seinni hevði Vivian Thorleifsson javnað, og eitt lítið korter fyri leiklok fekk HB sigurs- málið, ið tó var eitt sjálv- mál frá VB. Landskappingin útsett Hin dysturin í Gundadali var ikki í landskappingini. B36 og KÍ spældu fyrru hálvfinaluna í steypakapp- ingini, og landskappingar- dysturin teirra millum, sum annars skuldi spælast dýra biðjudag, er fyribils út- settur. Dysturin gav annars ábendingar um, at B36 møguliga er í ferð við at reisa seg eftir ein laka byrjan. KÍ vann dystin 2-0, men munurin hesa ferð var als ikki so stórur, sum hann var, tá liðini hittust í fyrsta umfarinum í landskapping- ini. Ta ferðina vann KÍ heili 6-1. Við sigrinum setti KÍ at kalla annan fótin í finaluna, og stevna tær sostatt framhaldandi móti næstu greipu síni. Rannvá Andreasen skeyt annars málini hjá KÍ í dystinum, og var talan í báðum førum um mistak í B36 verjuni. HB - VB 3-2 (1-1) 06: 1-0 Kristina Eyðbjørnsdóttir 33: 1-1 Halldóra Joensen 70: 1-2 Rini Mørk 71: 2-2 Vivian Thorleifsson 76: 3-2 Sjálvmál Nr. 93 • hósdagur • 17. mai 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Higartil í ár hava bert 16 útlendskir leikarar verið at sæð í fremstu mansdeildini í fótbólti, og hetta er lægsta talið síðani 1997 FÓTBÓLTSHAGTØL Ivan Moskalenko Tey seinastu árini hevði gongdin verið tann, at fleiri og fleiri útlendskir fótbólts- leikarar hava leitað sær til Føroya við ætlan um at vinna pening. Í 1997 spældi 15 útlendingar í 1.deild. Árið eftir hækkaði hetta talið upp til 19. Á áðalfund- inum í Fótbóltssamband- inum fyrst í 1999 varð samkykt at loyva feløgum at brúka fýra fremmandar menn í kappingardystum. Fleiri lið skundaðu sær at fáa gagn av nýggju reglun- um, og sum úrslit sóu før- oyskir áskoðarar 26 útlend- ingar í 1.deild tað árið. Í fjør vóru heili 30 leikarar uttanifrá í bestu deildini, og tíggju afturat spældu í 2.deild. Í ár fekk tann støðuga mannagongdin eina rætti- liga óvæntaða vend. Einans 18 útlendskir leikarar eru skrásettir í dag í teimum tíggju feløgunum, sum manna 1.deild í 2001. Tveir teirra — brasiliumaðurin Marcello og póllendingurin Andrzej Pacek — hava av hvør sínari orsøk ikki fing- ið møguleikan enn, so ein- ans 16 fremmandir leikarar hava verið at sæð á vøllun- um kring landið higartil. Hetta er tað lægsta talið av útlendskum umboðsmonn- um í í fýra ár. Bert 10 leikarar, ella ein triðingur av teimum 30, sum spældu í 1.deild í 2000, eru aftur at síggja í bestu deildini í ár. Meiri- lutin av hinum er farin av landinum, og tríggir - jugoslavarnir hjá Sumba - eru fluttir niður í 2.deild saman við felagi sínum. Sjey afturat er komnir til Føroya á fyrsta sinni, og Messias er afturkomin inn á Toftir eftir at hava verið heima í Brasil í eitt ár. Í fjør vóru útlendingarnir hjá VB ein týðandi orsøk til fyrsta meistaraheitið í søgu felagsins. Og aftur í ár tykjast tríggir póllendingar og ein jugoslavi at verða høvuðstrumfar hjá vág- bingum. Núverandi meist- ararnir eru annars einasta felagið í landinum í 2001, sum hevur gjørt fulla nýtslu av kvotuni upp á fýra út- lendskar leikarar. Átta av tíggju feløgum hava fremmand fólk knýtt at sær, men tað er ikki allastaðni, at útlendingar hava serliga stóran týdning fyri spælið hjá hesum lið- unum. Burtursæð frá teim- um í VB, kunnu vit nevna tann nýkomna jugoslaviska álopsmannin Aleksander Djordjevic, ið gjørdi tvey avgerðandi mál fyri KÍ í Vági fríggjadagin, super- veteranin úr Póllandi Waldemar Nowicki, sum hevur verið á Sandi í nógv ár, og kanska onkran av teimum vesturi í Vágunum. Væntandi fer skaddi brasiljumaðurin Marcelo Marcelino úr B68 at gera um seg, tá ið hann verður førur fyri at spæla aftur. Í hinum førunum tykist talan ikki vera um um nakran beinleiðis styrk, og onku- staðni megna útlendingar ikki at vinna sær eitt fast pláss í byrjanauppstilling hjá liðum sínum. Seinnu árini hevur jugo- slaviska umboðan verið nógv stórst í føroyskum fótbólti, men eisini hesum viðvíkjandi er støðan broytt munandi. Níggju jugoslav- ar komu til Føroya at spæla trý ár á rað í 1998, 1999 og 2000, men í ár eru teir einans tríggir í tali. Hin- vegin hava póllendingar økt sína umboð við einum manni í mun til í fjør og eru nú sjey í tali. Tískil er Pólland, sum onkuntíð fyrr í tíðini, aftur tað best um- boðaða landið í føroyskum 1.deildarfótbólti. Einki annað norður- lendsk land er umboðað í bestu føroysku deildini í ár. Burtursæð frá brasilju- monnunum á Toftum, eru allir teir útlendsku fótbólts- leikararnir ættaðir úr Eysturevropa. Spælarar úr Moldavia og Lettlandi eru at síggja í føroyskum fót- bólti fyri fyrstu ferð nakrantíð. Fáir útlendingar Støðan, 1. deild kvinnur vunnin tapt mál- dystirv - j - t mál mál munur stig 1 KÍ 3 3 - 0 - 0 12 2 10 9 2 HB 4 2 - 1 - 1 9 10 -1 7 3 VB 4 1 - 1 - 2 8 6 2 4 4 B36 3 0 - 0 - 3 4 15 -11 0 Máltindurin Malena Josephsen KÍ 5 Halldóra Joensen VB 4 sjálvmál 4 Eyðfríð Kristiansen HB 3 Súnfríð Simonsen B36 2 Kristina Eyðbjørnsdóttir HB 2 Rannvá Andreasen KÍ 2 Vivian Bjartalíð KÍ 2 Marita Joensen VB 2 Sólvá Joensen B36 1 Annika Godtfred HB 1 Lydia Vesturtún HB 1 Vivian Thorleifsson HB 1 Bára Skaale KÍ 1 Elsa Maria Simonsen KÍ 1 Rini Mørk KÍ 1 Spennandi í Gundadali Póllendingurin, Marek wiersbicki, telist millum drúgvastu útlendingarnar í føroyskum fótbólti. Pólland er eisini tað land, sum eigur størstu umboðanina av útlendskum leikarum Talvan sýnir, hvussu nógvar útlendskar leikarar einstøku feløgini í fyrstu deild hava í ár. VB 4 Pólland 3, Jugoslavia 1 FS Vágar 3 Litava 1, Lettland 1, Moldavia 1 B68 3 Brasil 3 KÍ 2 Jugoslavia 2 GÍ 2 Pólland 2 B71 2 Pólland 1, Rumenia 1 EB/Streymur 1 Rumenia 1 B36 1 Pólland 1 HB 0 NSÍ 0 í alt 18 Talvan sýnir, hvussu nógvir leikarar koma úr ymsu londunum, sum eiga umboðan fremstu mansdeildini hetta árið Pólland 7 Jugoslavia 3 Brasil 3 Rumenia 2 Litava 1 Lettland 1 Moldavia 1 í alt 18 C M Y K 22