fríggjadagur 12. oktober 2007síða 46
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 198 - 12. oktober 2007
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 30 40 20 · Faks 30 40 10 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Heimatænastan
Leiðari til á Sýnini, Miðvágur
Ert tú ein ígongdsetari, torir at ganga
nýggjar leiðir, er fleksibul og opin fyri
nýggjum avbjóðingum, er tað tær, vit
hava brúk fyri.
Tað eru 36 búfólk og .45 fulltíðar
starvsfólk á Sýnini. Harafturat hevur
heimið dagtilhald fyri heimabúgvandi
pensjónistar.
Vit vænta av tær, at tú:
• Hevur útbúgving og autorisatión sum
sjúkrarøktarfrøðingur
• Hevur hollar royndir innan eldraøkið
• Hug og hegni at fyrisita og leiða
• Hevur evni at samstarva við búfólk,
avvarðandi, starvsfólk og leiðslu
• Hevur telduførleika á brúkarastøði.
Sum leiðari hevur tú ábyrgdina av:
• Dagligu leiðsluni og fakligu ábyrgdina
av veittum tænastum.
• At leiða, stuðla og menna starvsfólkið
• At búfólkaeindirnar virka í samsvar við
hugtakið “Eden Alternativ”
• At virkað verður innan givnar
fíggjarkarmar.
Vit kunnu bjóða:
• Eitt dynamiskt og fjølbroytt starv
• Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvið
• Eitt starv við nógvum avbjóðingum
• Fakliga og persónliga menning.
Setanar- og lønarviðurskifti
Løn- og setanarviðurskifti er sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Starvið er áramálsett til 5 ár.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda
sær til Eiley Weihe, stýrisforkvinnu á tlf.
255657.
Umsóknir
Skrivlig umsókn saman við avriti av
prógvum, viðmælum v.m. skal sendast til:
Stýrið fyri á Sýnini
Kálvalíðvegur
370 Miðvágur
Umsóknarfreist: 26. oktober 2007.
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Starvið sum leiðari á Sýnini verður hervið lýst leyst. Í løtuni verður arbeitt
við at umskipa eldraøkið í Vágum, tí er neyðugt, at setti leiðarin á Sýnini er
opin fyri, at setanarstað og ábyrgdarøki kann broytast.
lýsingar
Lesið
-so eru tit við!