Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-12, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2007síða 47

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 - 12. oktober 2007 47 Søkt verður eftir starvsfólki til barnaverndartænastuna at byrja 1. desember 2007, ella eftir nærri avtalu. Talan er um fulltíðarstarv. Viðkomandi fer í tøttum samstarvi við leiðaran á deildini at taka tær av málsviðgerð av barnaverndarmálum, ið m.a. fevnir um heimavitjanir, at ráðgeva børnum og/ella familjum teirra, at samstarva við stuðlar og at seta teir í starv, umframt alt vanligt skrivstovuarbeiði. Samskift verður við almennar stovnar, løgreglu, skúlar, dagstovnar og dagrøkt, læknar og heilsurøktarfrøðingar. Barnaverndartænastan heldur til á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka og nakað av ferðing er knýtt at starvinum. Vit ynskja, at tú hevur • eina hóskandi útbúgving, eitt nú sum sosialráðgevi, námsfrøðingur ella líknandi • breiða vitan og góðan førleika at orða teg bæði munnliga og skrivliga • telduførleika á brúkarastøði • evni til at arbeiða tvørfakliga. Setanarviðurskifti Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran á sosialu deild á tlf. nr. 471022 ella 771023, ella umvegis teldupost: hansandr@sunda.fo Umsóknir við prógvum v.m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 31. oktober 2007, og skulu sendast til: Sunda kommunu Sosiala deild Oyrarbakkavegur 3 Postboks 10 400 Oyrarbakki Barnaverndartænastan er skipað í samstarvi millum Sunda-, Eiðis-, Hvannasunds-, Viðareiðis- og Húsa kommunur, og er partur av Sosialu deild í Sunda kommunu. Í hesum kommunum búgva stívliga 3000 fólk. Starvsfólk til Barnaverndartænastuna í Sundalagnum sansir.fo R E P R O Z Søkt verður eftir fulltíðar roknskaparfólki at byrja skjótast gjørligt í spennandi og fjølbroyttum starvi. Áhugað kunnu ringja til okkara á telefon 35 85 31 ella 21 85 33 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu okkum á 70 ára føðingardegnum 13. juli. Tit gjørdu okkum dagin ógloymandi. Kærastu heilsanir Hildigunn og Mortan Lesið Sosialin - so eru tit við lýsingar Sterkur Sosialur Støðufastur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI www.midflokkurin.fo hvørt vikuskifti í Sosialinum • Hjá mongum húsarhaldi er rentustuðul­ in omanfyri 2000 kr. um mánaðin! At avtaka hann frá degi til dags, hevði økt munandi um byrðarnar hjá mongum ungum barnafamiljum. • At nógvir føroyingar gjalda høgt íbúðar­ leigugjald, og hava tó onga trygd fyri, ikki at vera sett á gøtuna, frá degi til dags! • Í Noregi hava øll, ið fylla 18 í valárinum, valrætt og valbæri! Ynskti kommunu­ politikarin í Noregi var á valdegnum 17 ár, og valdur fyri Norska Kristelig Folkeparti. Visti tú at... Profilurin Navn: Tóri Højgaard Aldur: 21 ár Bústaður: Rituvík Starv: Virkisrøktari hjá Kall Í tí dagliga starvist eg sum virkisrøktari hjá Kall, har eg havi verið í uml 1 ár. Av frítíðarítrivum kunnu nevnast, at eg eri virkin í samkomuni Keldan, og eisini eri eg formaður í Ung fyri Miðflokkin. Nakað, ið altíð hevur ligið mær á hjarta, er at hjálp skal vera veitt teimum, ið hava hjálp fyri neyðini. Her í Føroyum hava vit tað uttan iva betri, enn í flest øðrum londum í heiminum, men tó eru tað menniskju, ið hava torført við at fáa endarnar at røkka saman. Menniskju, ið hava ilt við at fáa tí hjálp, ið tørvur er á. Búðstaðarlóggáva, íbúðarstuðul og betri og bílig­ ari barnaansingarmøguleikar eru nakrir av tørvunum, ið høvdu hjálpt mongum, ið hava tað strævið í gerandisdeginum. Eisini haldi eg tað vera sera umráðandi, at ung verða tikin meir við uppá ráð, og at átøk vera gjørd, fyri at økja um áhugan fyri politikki millum ung. Tey ungu í dag, skulu jú gerast landsins leiðarar í morgin. Eg stuðli Miðflokkinum av fleiri ymiskum orsøkum. Høvuðsorsøkin er, at Miðflokkurin hevur valt sum sítt hægsta mál, at verja og varðveita kristnu grundvirðini í samfelagnum. Eisini meti eg, at flokkurin hevur ført ein skilagóðan politikk á teimum økjum, ið liggja mær nær at hjarta. Eg havi valt Miðflokkin við øll høvi, síðan eg fekk valrætt.