Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 199 - 15. oktober 2007 5 Ein av fyrstu døgu­ num í november mánaði sleppa fólk í Norðdepli, Hvannasundi og har umvegir umsíðir aftur til handils í Norðdepli Handil Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Norðdepil: Ein handil var herfyri í bygdini, men er nú stongdur aftur. Av tí at eingin matvøru­ handil heldur er á Viðareiði, hava fólk verið noydd at fara til handils í Klaksvík. Nú kemur broyting í. Í eina tíð hevur Maibritt Sivertsen úr Norðdepli arbeitt við eini ætlan at fara undur ein matvøruhandil í heimi sínum, nærhendis barnaskúlan á Fossánesi. Hon hevur áður staðið í handli, og veit tí eitt sindur um, hvussu ein veitir við­ skiftafólkunum bestu tæn­ astuna og hvat tey ynskja at kunna keypa her. Ætlanin er at hava tær vanligu húsarhaldsvørurnar, men av tí at handilin liggur beint við skúlan, verður eisini okkurt til børnini. Enn er ikki avgjørt, hvat navn handilin skal hava. ­ Óhugsandi er ikki, at hann fer at eita Fossábúðin, men enn er einki avgjørt í so máta, sigur hon við Sosialin. Sleppa aftur til handils í Norðdepli - Nógv fólk hava sakn­að ein­ han­dil her í Norð- depli. Nú kemur han­n­, sigur Maibritt Sivertsen­ Myn­d: Høgn­i Thomsen­ Lions í Suðuroy fær felags­ hús Nú gongur av álvara rætta vegin hjá Lions Club Suðuroy at útvega sær egin felagshús. Arbeitt hevur verið í eina tíð við at umvæla eini eldri hús í Hovi til endamálið. Komandi summar verða tey eftir ætlan liðugt umvæld, skrivar heimasíðan hjá Suðurrás. Arbeiðið hjá felags­ skapinum er skipað so­ leiðis, at teir 30 limirnir eru býttir sundur í bólkar, soleiðis at hvør teirra sjálvboðin er til verka fjórðu hvørja viku. Ætlanin er at húsið fyrst og fremst skal brúk­ ast sum felagshús, haðani alt virksemið skal skip­ ast. Pláss fer at verða fyri umleið 40 fólkum. sb.